Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 110 - 12. juni 2009 ] Tað er lagt upp til tætta kapping, tá ið 10 mannaførini í morgin fara at rógva fyrsta av fýra kapp ingum á longsta róðr ar teini­ num KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Á Norðoyastevnu síðsta leygar dag var stórur spenn­ ing ur í summum av róðr un­ um. Størsti spenningurin var í kappingini millum 10 ­manna førini, tá ið Eystur oy ingur og Klaks vík­ ing ur fóru stavn um stavn um málið. Í Klaksvík kappaðust 10­ mannaførini á 1.500 metr um. Í morgin fara tey at kappast á 2.000 metrum. Hetta verður fyrsta av fýra ferð um, at tað í summar fer at verða kappast á longsta róðrar teininum: Annan leygardag verður kapp róður á Sunda lags­ stevnu í Kollafirði, 27. juni verður róð á Jóansøku á Trongis vágsfirði, og 4. juli verð ur kappróður í Fugla­ firði. Tær báðar síðstu ferðir nar verður kappast á styttsta teininum – á Vestan­ stevnu í Sandavági 11. juli og so á Ólavsøku. Skála­ menn seta sær stóran setn ing Teir vóna og rok na við, at kapp róð ur­ in verður liðugur í góð ari tíð, áðrenn fót bólts dysturin verð ur klokkan seks KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í kvøld fara teir at legg ja síðstu hond fyri reik ing­ ar nar til FM kapp róð ur­ in á Skála í morg in. Tá ið Fjarðastevna seinast var á Skála, var alt liðugt klokkan 17.05, og hetta ætla teir ei si ni at klára í morgin: ­ Vit hava tveir fastar start ir. Barnaróðurin verð ur kl. 13, og tað verð ur fastur startur á 500 metrum. Tá ið barna róð urin verður liðug ur, flyta vit henda start in út á 1500 metrar. Hin starturin verður í kvøld lagdur á 1000 metr ar, og tann startin fara vit at flyta út á 2000 metr ar, tá ið róðr ar nir av 1000 metrum verða av greid dir. Síðst var hetta eingin trupul leiki. Vit eru nógvir teir somu, sum fáast við hetta. Hann sigur frá góð um veðri, og tí rok na vit við, at tað eisini fer at ganga væl hesa ferð. Tað sigur Jógvan Pauli Christiansen, sum er for­ mað ur í kap p róðr ar­ felagnum á Skála. Róðrarøkið á Skála er sera høgligt, bæði fyri rógvar ar og áskoð ar ar. Róð verður fram við havnar lagnum. End a­ málið er 100 metr ar innan fyri bedingina. 1000 metra málið er norðan vert bátahylin, 1500 metra málið er við Prestá, og 2000 metra mál ið er við Múllers hús. Newcastle til Singapore Ein bólkur av íleggjarum úr Singapore sigst vera til reiðar at keypa Newcastle, sum í ár flutti niður úr ensku Premier League. Mike Ashley, sum hevur átt meirilutan í felagnum, hevur sett felagið á sølulistan, og nú ljóðar, at tað mest sannlíkt verður úr Singapore, at nýggju eigararnir koma. Fyrrverandi enski landsliðsspælarin, Steve McMahon, stendur á odda fyri samtakinum, verður skrivað í enskum miðlum. Skotar missa eina milliard Skotska Premier League fær eftir øllum at døma stórar fíggjarligar trupulleikar, nú Setanta, sum hevur rættindi til bæði ensku og skotsku Premier League fer í gjaldssteðg. Avtalan millum Setanta og skotsku Premier League hevur eitt virði upp á eina milliard krónur í fýra ár. Setanta hevur eisini rættindi til ensku Premier League, men har hava tey teknað trygging móti støðuni, sum nú er íkomin. Á Skála halda tey, at áhugin fyri kappróðri er vaksandi, nú tað ikki gongur so væl í fótbóltinum, sum tað hevur gjørt nógvu tey seinastu árini KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Skála er gomul kapp­ róðrarbygd. Í seksti árunum vann 8­mannafarið Søl­ mundur við manning av Skála skipasmiðju nógvar róðrar. So var tað, at skála­ menn fingu sær 10­mannafar, og Skála bát­ urin hevur mangan gjørt um seg. Tølini siga, at hann hev ur verið FM vinnari í 1992, 1993 og 1994. Frá 1964 og fram til 1972 varð tað í einum róðri eftir Ólav søku kappast um FM heit ið. Sølmundur vann í 1964, og Skálabáturin vann í 1969, 1970, 1971 og í 1972. Seinastu árini hevur verið mest sum øskukalt í kapp­ róðrinum á Skála. Áhugin fyri fótbólti hevur verið ógvu liga stórur, nú tað hev­ ur gingið so væl hjá besta liðnum. Nú gongst ikki so væl við fótbóltinum, og nú tykist áhugin fyri kappróðri aftur at økjast. Hetta sæst eitt nú aftur í, at felagið hevur latið nýtt 5­mannafar smíðað. Sámal Han sen hevur smíðað, og bátur in verður flotaður fyri fyrstu ferð í morgin. Nýggi Svanur fer at taka lut við tveim um barnamanningum í morgin. Manningarnar hava vant við Strípuni, sum strand ingar eiga. Svanur hevur áður vunnið nógvar sigrar. Kvinnurnar vun nu FM í 1975, og dreing ir nir hava verið meistar ar í 1979, 1980, 1981 og 1982 og aftur í 1984. Nýggjur Svanur flotaður í morgin Styrkisroynd á 2.000 metrum Hesa ferð skulu 10-mannaførini rógva 2.000 metrar. Í Klaksvík var longsti teinurin 1.500 metrar savnsmynd