Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 110 - 12. juni 2009 ] Skal HB ikki stinga fullkomuliga av frá EB/Streymi, eru trý stig treytaleyst krav hjá heimaliðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við góðum triðingi farnum av kappingarárinum, er odd­ urin av Vodafone­deildini veruliga við at taka skap. Og heldur óvæntað er hetta eitt skap, har meist­ ararnir úr EB/Streymi ikki reiðuliga eru partur av myndini. EB/Streymur er í løtuni sjey stig aftan fyri oddaliðið úr HB, og tað er ein munur, sum er í meira lagi av tí, sum fólkið kring samansetta liðið vil góðtaka. Tí er eingin sum helst ivi um, at tað er sigurin, sum farið verður eftir, tá HB kemur á vitjan við Margáir sunnudagin. Hinvegin hevur HB eisini sítt at spæla fyri. Veruleikin er nevnliga, at fær HB einki burtur úr dystinum, so kann støðan sunnukvøldið vera tann, at trý lið eru jøvn á oddasessinum. Bæði NSÍ og Víkingur eru nevnliga greiðir favo­ rittar í sínum dystum. Tey bæði liðini spæla á heima­ vølli móti liðunum, sum eru undir niðurflytingar­ strikuni, og eftir hesum fortreytunum er ilt at síggja, at tað er hetta umfarið at KÍ og 07 Vestur skulu gera tann heilt stóra vørrin. Botnbrak í Gundadali Spenningurin er eisini stórur í Gundadali, har B36 tekur ímóti ÍF. Tá B36 í næsta umfari vitjaði í Fuglafirði, vann árstalsfelagið ein hampuliga óvæntaðan sigur, sum avgjørt hevði sína ávirkan á laku byrjanina, sum ÍF fekk upp á árið. Tí naggatódnini eru fuglfirðingarnir enn ikki komnir burturúr, og nú ræður um at fáa sigrar á borðið, soleiðis at hóttanin frá niðurflytingarstrikuni kann beinast burtur. Og júst hetta er eisini setningurin hjá B36, har tey næstan hava gloymt, hvussu tað er at vinna dystir. Í øllum førum hava spælarar sum Johan Ellingsgaard, Jóan Pauli Jakobsen og Róaldur Jacobsen havt tað munandi betur, nú teir í Vodafone­steðginum hava vunnið bæði landsdyst móti Russlandi og steypakapping móti EB/Streymi. Seinasti dysturin er á Argjum, har AB hevur havt sterkan skansa í ár. Toftamenn eru hinvegin als ikki sørir, og megna teir enn eina ferð at taka trý stig við sær av vøllinum, fer tað av álvara at líkjast einum heilt áhugaverdum fótbólts­ summari á Svangaskarði. Sannleikans tími hjá meistarunum Hondbóltur Dagur Klokkan Dystur 13.06 19.00 Føroyar-Italia Kvinnuflogbóltur 13.06 15.00 Føroyar-Danmark 14.06 14.15 Føroyar-Danmark Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 13.06 AB-B68 Ransin N. Djurhuus 13.06 Víkingur-KÍ Lars Muller 14.06 NSÍ-07 Vestur Gerg N. Rasmussen 14.06 EB/S-HB Dagfinn Olsen 14.06 B36-ÍF Petur Reinert 1. deild menn 13.06 B71-Víkingur Rúni Gaardbo 13.06 Skála-VB/S Birgir Sondum 13.06 TB-FC Hoyvík Bárður Mortensen 13.06 NSÍ-B68 Dagfinn Olsen 13.06 B36-ÍF Petur Reinert 2. deild menn 14.06 ÍF-Víkingur Eugen Voda 14.06 KÍ-EB/S Kári J. á Høvdanum 14.06 TB-B71 Niels Petersen 14.06 Undri-B36 Bent T. Linklett 14.06 07 Vestur-AB Pætu Albinus 1. deild kvinnur 14.06 KÍ-Skála Elsa Andreasen 14.06 AB-B68/NSÍ Jóhan P. Mikkelsen 14.06 EB/S-Víkingur Verner Hentze Dystir um vikuskiftið v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 10 7 - 2 - 1 26 14 12 23 2 Víkingur 10 6 - 2 - 2 22 14 8 20 3 NSÍ 10 6 - 2 - 2 21 14 7 20 4 EB/S 10 4 - 4 - 2 18 12 6 16 5 B68 10 4 - 3 - 3 18 18 0 15 6 AB 10 4 - 2 - 4 12 13 -1 14 7 B36 10 3 - 2 - 5 14 20 -6 11 8 ÍF 10 2 - 2 - 6 11 18 -7 8 9 07 Vestur 10 1 - 3 - 6 19 29 -10 6 10 KÍ 10 0 - 4 - 6 7 16 -9 4 Formbarometrið v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 6 4 - 2 - 0 19 10 9 14 2 Víkingur 6 4 - 1 - 1 11 8 3 13 3 B68 6 3 - 3 - 0 14 9 5 12 4 EB/S 6 2 - 4 - 0 10 6 4 10 5 NSÍ 6 3 - 1 - 2 10 8 2 10 6 AB 6 2 - 2 - 2 7 9 -2 8 7 ÍF 6 1 - 2 - 3 7 10 -3 5 8 07 Vestur 6 0 - 3 - 3 11 15 -4 3 9 B36 6 0 - 2 - 4 6 13 -7 2 10 KÍ 6 0 - 2 - 4 4 11 -7 2 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 11 6 - 3 - 2 24 14 10 21 2 B68 11 6 - 2 - 3 26 15 11 20 3 B71 11 6 - 2 - 3 24 14 10 20 4 TB 11 5 - 4 - 2 18 16 2 19 5 FC Hoyvík 11 6 - 1 - 4 15 16 -1 19 6 VB/Sumba 11 5 - 3 - 3 23 19 4 18 7 NSÍ 11 4 - 2 - 5 19 23 -4 14 8 Víkingur 11 2 - 5 - 4 9 10 -1 11 9 Skála 11 2 - 2 - 7 10 19 -9 8 10 MB 11 0 - 2 - 9 11 33 -22 2 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AB 9 7 - 2 - 0 21 4 17 23 2 KÍ 8 6 - 1 - 1 40 4 36 19 3 Víkingur 9 4 - 2 - 3 16 14 2 14 4 Skála 9 3 - 1 - 5 14 23 -9 10 5 B68/NSÍ 8 1 - 1 - 6 3 23 -20 4 6 EB/Streymur 9 1 - 1 - 7 5 31 -26 4 91 milliónir í ársløn Tað eru ikki smápengar, sum eru upp á spæl, nú heimsins dýrasti fótbóltshandil er um at verða gjørdur. Umframt tær 690 milliónirnar, sum Real Madrid skal rinda Man­ chester United fyri at keypa Cristiano Ronaldo, skal spælarin eisini hava nakað í løn. Sambært ensku miðlun­ um fær Ronaldo ein lønarvøkstur upp á 100%, nú hann skiftir felag. Hetta gevur eina ársløn upp á 91 milliónir krónur – ella við øðrum orðum 250.000 krónur um dagin. Calderon keypti Ronaldo Nú fyrrverandi forsetin í Real Madrid, Ramon Calderon, sigur nú, at tað er honum at takka, at Cristiano Ronaldo kemur til felagið. – Í fjør segði Manchester United, at tað var ov tíðliga at gjøgnumføra handilin, so vit samdust um, at hetta skuldi henda í summar ístaðin. Ronaldo hevur jú fleiri ferðir sagt, at hann ynskti at spæla fyri Real Madrid, og avtalan, sum vit gjørdu í fjør, var fín fyri allar partar, sigur Calderon við SkySports. Skulu meistararnir spæla við um meistaraheitið, er treytaleysa kravið ein sigur, tá HB vitjar við Margáir sunnudagin savnsmynd