fríggjadagur 12. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2009
33
lýsing
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogar til Dagstovnin Kurl@
Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovuna at arbeiða 32 tímar um vikuna og
einum pedagogi til barnagarð at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. august 2009
ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
Kurl@, Sundsvegur 3, 100 Tórshavn, í seinasta lagi sunnudagin 28. juni 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 30 22 70 ella við
at hyggja inn á heimasíðu okkara 123hjemmeside.dk/kurla.
Pedagogar til Dagstovnin á Løgmannabreyt
Søkt verður eftir eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða 30 tímar
um vikuna at byrja 3. august 2009 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
á Løgmannabreyt 73, Boks 3027, 188 Hoyvík, seinast mikudagin 1. juli 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 31 91 05 ella
21 91 05. Heimasíðan www.logmannabreyt.fo.
Kontaktpersónur til Barnaverndartænastuna
Søkt verður eftir kontaktpersóni til 11 ára gamlan drong. Talan er um 10 tímar um
vikuna eftir skúlatíð/vikuskifti.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur viðkomandi royndir innan økið.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Tórshavnar
Starvsfólk til eldraøkið
Fyri at økja um venjingartilboðini til eldru borgararnar í Tórshavnar kommunu verður
søkt eftir einum fysioterapeuti ella øðrum við heilsufakligari útbúgving við førleika at
skipa fyri venjingum.
Arbeiðsuppgávurnar
At skipa fyri venjingum fyri pensjónistar. Venjingartilboðini skulu innihalda fyribyrgjandi
og styrkjandi venjingar, ið hava til endamáls, at tey eldru longst til ber verða sjálvhjálpin
í gerandisdegnum heima og úti.
Vit ynskja
At tú ert útbúgvin sum fysioterapeutur ella hevur aðra heilsufakliga útbúgving, royndir
og áhuga at arbeiða við eldri fólki og hevur kunnleika til:
• Vanligar ellisbroytingar og ellissjúkur
• Heilsufremjan og fyribyrging
• At meta um førleika
• EDV á brúkarastøði
Persónligir eginleikar
• Er fyrikomandi og álitisvekjandi
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
Starvs- og setanarviðurskifti
Eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tú kemur at starvast í
Fysioterapiini á Tjarnargarði. Talan er um fast starv, og tú kemur at starvast í toymi
saman við terapeutum innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Tú kemur at hava
tilvísing til Heimavitjunartænastuna.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Starvið verður skipað undir Trivnaðarfyrisitingini í Tórshavnar kommunu.
Meiri fæst at vita
Við at venda sær til Marjuna Poulsen, toymisleiðara á telefon 35 67 95, t-postur:
marjunp@torshavn.fo, ella Eyðun Jensen, sosialdeildarleiðara á 30 20 10.
Umsókn
Saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir
skal vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
3. juli 2009. Setanarsamrøða verður í viku 28.
Merkið umsóknina Starvsfólk til Heimavitjunartænastuna.
Pedagogur til Lítlaskóg
Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarð at arbeiða 20 tímar um vikuna og einum
hjálparfólki til barnagarð at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 3. august 2009 ella eftir
nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Lítlaskógi,
boks 217, 110 Tórshavn, innan mánadagin 29. august 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, telefon 21 91 35.
kommuna, Barnaverndartænastan, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
fríggjadagin 26. juni 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Barnaverndartænastuna á telefon 30 20 60.