Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2009 35 FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo STAKSKEIÐ Á MASTERSTIGI Á SØGU- OG SAMFELAGSDEILDINI Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA FØROYAR Í 21. ØLD: POLITISKAR AVBJÓÐINGAR Námsstig: 10 ECTS Kenslustig: Master Tíð: Heystið 2009. Undirvísing frá 26. august. Próvtøka í desember. Lærarar: Jens Chr. Svabo Justinussen, adjunktur, Beinta í Jákupsstovu, lektari og gestafyrilestrahaldarar. Endamál: Nakrar av teimum størstu avbjóð- ingunum fyri Føroyar koma sum rák uttanífra. Endamálið við hesum skeiði er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar. Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjar- kreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorð- urlondini og ES, røkt og brúk av fiski­ stovnum, vinnuligar broytingar og bygn- aðarbroytingar í almennari umsiting. Undirvísing: 6 seminar à 2 dagar um ávís evni, við framløgum frá lærarum og gesta- fyrilestrahaldarum. At enda verður próv- tøkuseminar, har tey lesandi leggja fram. Próvtøkuformur: Innlatingaruppgáva, sum verður mett av lærara og uttanseturs próv- dómara. Framløga av evninum fyri próv- dómara, lærarum og hinum lesandi. Próv- talið verður ein samlað meting av skrivliga og munnliga avrikinum. Fortreytir: Tey lesandi skulu hava sam- felagsfrøðiliga útbúgving á bachelorstigi. Undirvísingarætlanin fyri skeiðið verður klár 23. juni 2009, eftir hetta verður ætlanin at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Fleiri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Beintu í Jákupsstovu á beinta@setur.fo FØROYSKUR KOLLEKTIVUR ARBEIÐSRÆTTUR Námsstig: 10 ECTS. Kenslustig: Master (ætlað at verða góð- skrivað á M.A. í løgfrøði, LL.M., cand. jur. o.l.) Tíð: Heystið 2009. Undirvísing frá 19. okto- ber. Próvtøka medio desember. Lærarar: Kári á Rógvi, lektari og gesta- fyrilestrahaldarar. Endamál: At veita innlit í føroyska felags- verklóg (kollektivan arbeiðsrætt), serliga í tær mongu rættarkeldurnar á arbeiðsmark- naði merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum sum fakfeløgum, dómstólum, mill- umtjóða stovnum umframt lóggávuvaldi og fyrisiting, ið merkja eina ymiskliga og broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á háttalag at lýsa og greina rættarstøðuna. Evni: Mest týðandi tilfar verða felags sátt- málar millum arbeiðsgevara- og løntakara- feløg, nakrar tinglógir og grundreglur, um- framt dómar og aðrar úrskurðir, ið tulka og brúka felags rættarreglur á føroyska arbeiðs- marknaðinum. Harumframt verður hugt at tilfari úr grannalondum til samanberingar. Stórur partur av tilfarinum sæst á www.lnd.fo og www.fg.fo. Lærubók er ikki, men vísast kann á hesar bøkur úr grannalondum okkara: Jan Fougner o.fl.: Kollektiv arbeidsrett og Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret. Undirvísing: Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestra- haldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr Danmark, Noregi og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur. Undirvíst verður níggju mánadagar frá kl. 09:00 til kl 15:00. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum (betra av tveimum uppgáv- um), munnlig próvtøka 2/3. Fortreytir: Tey lesandi skulu hava akade- miska útbúgving á minst grundstigi (bache- lor) við nóg mikið av løgfrøði ella javn- mettum fakum, t.d. Grundskeiði í lóg ella líknandi. Fleiri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Kára á Rógvi á kariar@setur.fo Skeiðsgjald: Kr. 5.500,00 fyri hvørt skeiðið. Lesandi, sum eru innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn, fáa skeiðið ókeypis. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 30. juni 2009. Steinprent Grafiski Verkstaður Føroya Skálatrøð 16 Postbox 1210 FO 110 Tórshavn Føroyar Tlf. nr. +298 316 386 litho@olivant.fo Móttøka Grafiski Verkstaður Føroya letur upp í nýggjum hølum leygardagin tann 13. juni kl 16. Aftaná 10 góð ár í Gundadali eru vit flutt í søguligu Fabrikkina hjá Østrøm, har Lützens Timburhandil er. Vit gleða okkum til at vísa tygum verkstaðin í nýggjum stásiligum umhvørvi. Vit sýna fram úrval av prentum, gjørd á verkstaðnum seinastu 10 árini. Øll eru hjartaliga vælkomin. lýsingar