fríggjadagur 12. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
14
Nr. 110 • 12. juni 2009
fótbóltsdyst. Men hvørki á túrin
um í Rom í ár, ella í Moskva í fjør,
var meiningin bara at fara fyri at
hyggja eftir fótbólti. Allir stórbýir
eiga áhugaverd støð, sum eru
verd at vitja, og tá ein er farin
avstað aftur, so eigur ein enn til
góðar at vitja fleiri støð í hesum
stórbýum.
Tá Rom so stendur á bredd
anum – við ella uttan fótbóltsdyst
– so er alneyðugt at seta sær
eitt minimum av málum fyri eina
ferð til italska høvuðsstaðin.
Colloseum, Forum Romanum,
Trevio Fontana, spanska trappan,
Pæturstorgið, Vatekanið,
Sixtinska kapellið, Einglaborgin
o.s.fr. Listin er langur, men
støðini sum eru nevnd her, eru
eitt »must«. Colloseum og Forum
Romanum eru merkt av tíðarinnar
tonn, sum hevur bitið í skjótt
21 øldir, men tað er stórbært
at skoða. Tá ein stendur inni í
Colloseum renna myndirnar frá
filminum hjá Russell Crowe,
»Gladiator« fram fyri einum.
Ferðaleiðarin nevndi eitt ótal av
menniskjum, sum vóru offraði
í teimum ræðu ligu leikunum,
sum fóru fram á Colloseum.
Gladiatorarnir skuldu endurgeva
bardagar, sum rómverska ríkið
hevði verið partur av, og í øllum tí
rómverska hitanum, fór kalt niður
eftir rygg inum, tá ferðaleiðarin
greiddi frá tí grotesku endamáls
greinini, sum rómverjar høvdu við
Colloseum á sinni.
Colloseum og
fótbóltur
Fótbóltsdystur hevur ongantíð
verið spældur á Colloseum, hvat
vit vita um. Men dagarnar áðrenn
Champions League finaluna,
høvdu UEFA og rómverska býar
stýrið skipað soleiðis fyri, at
økið kring Colloseum, var eitt
Matchfestiva«økið. Risastóra
Champions League steypið –
steypið við teimum stóru oyrunum
– var útstillað á festivaløkinum.
Tjøld við framsýningum um FC
Barcelona og Manchester United
og søguni hjá Champions League
vóru á staðnum, um ein vildi
koma í rætta stemningin í góðari
tíð.
Menn, sum vóru klæddir í
rómversk herklæðir royndu at
bóndafanga fólk. Teir komu
stórleypandi og bjóðaðu fólk at
koma á mynd saman við einum
sonnum rómverskum hermanni.
Men vit høvdu ikki meir enn klikt
myndina, so komu kravboðini:
»20 euros please«. 20 evrur fyri
eitt klikk, nei takk. Vit bjóðaðu
bóndafangaranum fimm evrur,
men hann skoytti ikki um tær, og
so var bara at sleppa sær víðari.
Stuttliga orðaspælið
Nakrir áskoðarar hjá Manchester
United dugdu kortini at spæla
sær við teimum kendu rómversku
máliskunum. Vit sóu United
fjepparar ganga runt við einari
tskjúrtu við einari mynd av
verjukempuni hjá Manchester
United, Nemanja Vidic. Á skjúrtini
stóð: »Veni, Vidi, Vidic« – á
latínskum máli merkir tað: »Eg
kom, eg sá Vidic«. Tætt við
Colloseum sóu vit eisini ein
sigur sælan Unitedbannara,
sum reflekteraði um søguna, tá
róm verjar hertóku Brittanium. Á
banaranum stóð at lesa: »AD 69
Rome invaded Manchunia, AD
2009 Manchunia invades Rome«.
Við Colloseum møttu vit eisini
einum Unitedfjeppara, sum hevði
sæð allar tær tríggjar Europa Cup
finalurnar hjá Manchester United,
á Wembley í 1968, í Barcelona í
1999 og í Moskva í 2008. Hann
var rættiliga altráur eftir at keypa
atgongumerkið frá mær, og helt,
at eg átti at selt tað til hansara,
tí hann var úr Manchester. 13
ára gamal skulkaði hann frá
skúl anum, fyri at kunna síggja
sítt elskaða Manchester United
vinna 41 á Benfica í finaluni
á Wembley heilt afturi í 1968.
Tá fekk hann stovuarrest í 14
dagar fyri at skulka frá skúlanum.
Men tað var vert at líða fyri
sítt elskaða Untied. Spennandi
frásagnirnar vóru kortini ikki
grund nokk hjá okkum til at selja
eina spennandi uppliving frá
okkum.
Sum í 1907-1993
Í tveir dagar vóru tilstandir í
Rom, sum fekk ein at hugsa um
rúsdrekkalógina, sum var í gildi
í Føroyum, øll árini millum 1907
og 1993. Býarstýrið í Rom gav
boð um eitt rúsdrekkabann, sum
skuldi vera galdandi frá klokkan
17 týsdagin, og til klokkan seks
hósmorgun. Almenna orsøkin
segðist vera at tryggja, at friður
valdaði áðrenn dystin.
Týskvøldið fóru vit ein lang
an spákitúr gjøgnum býin, og
har sóu vit sjón fyri søgn, at
tað gekk heldur misjavnt hjá
veitingarstøðunum at halda
bannið hjá rómversku býar
myndug leikunum. Á einum
veitingarstaði kundi ein bara
fáa kaffidrykkir og mineralvatn,
á grannastaðnum var skonkt,
sum um tey ikki vistu nakað um
forboðið. Aðrastaðni var forboðið
galdandi fyri útlendingar, men
gjarna ikki fyri italiumenn, og so
slettis ikki fyri italskar kvinnur,
ikki minst um talan var um vakrar,
italskar kvinnur. Í hálvtannað
samdøgur manglaði bara, at
fólk fóru á posthúsið at loysa
út. Sjálvur arbeiddi eg seks ár
á høvuðsposthúsinum undir tí
gomlu rúsdrekkalógini, og bleiv
eg heilt nostalgiskur, um teir
fornu føroysku tilstandirnar, sum
lutvíst eisini høvdu funnið sín veg
til Rom also býin!
Sangduelur
Týskvøldið sóust nógvir fjepparar
frá báðum liðum. Løgreglan tykist
hava tamarhald á støðuni, og vit
sóu einki ónt blóð vera útvekslað.
Komnir til Trevio Fontana
– Treviokelduna fingu vit
eina paradoksala uppliving.
Sam stundis sum vit stóðu og
eyg leiddu tað listarfrøðiliga
meistara verkið, sum Treviokeldan
er, so fór á sjálv sama staði ein
Inni á olympiska leikvøllinum
Har mentan, søga, byggilist og fótbóltur møtast
Staddur á ovasta punktinum í Vatikaninum
Í Forum Romanum