fríggjadagur 12. juni 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • 12. juni 2009
39
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Ber til at grilla í Føroyum?
Ja, sjálvandi! Her hugsi eg
sjálvandi um veðrið. Ikki hava
vit tropiskt veðurlag, men
um tú finnur tær ein krók í
garðinum ella túninum har tað
lívir móti vindi (og regni) so er
bara at leggja til brots!
Kendi sjónvarpskokkurin,
Henrik Boserup hevur givið út
nýggja kókibók, ið bara nevnist
”Grill”. Boserup er kendur fyri
at halda seg til tað einfalda og
við hesari bókini er ómakaleyst
at fara undir kynstrinum at
grilla. Boserup svør til einfalt
kol og heldur ikki so nógv
um gass og serliga ikki hesar
brikettirnar, ið eru gjørdur av
savspønum, sandi og klistri.
Grilla konufólk eisini ella
er tað mannfólka-sportur
burturav?
Ilt at siga, men hetta at hava
tamarhald á livandi eldi tiltalar í
hvussu so er mannfólkini.
Frálíku og sera appetit-
vekjandi myndirnar í bókini eru
tiknar á einum taki í Barcelona,
men hví ikki grilla á terrasu í
Havn, túni á Tvøroyri ella garði
í Gøtu?
Henrik Boserup byrjar grillbók
sína við góðum grundleggjandi
prei’um um kol, tøkni og
kynstrið at smakka. Síðani
gevur hann okkum á næstu
224 blaðsíðunum sera
spennandi uppskriftir uppá fisk,
skeljadjór, kjøt, grønmeti, egg
á grillina og enntá sunnudags-
brunch hjá Grauballe-
manninum.
Serliga legði eg merki til
uppskriftina á grillaða langskel
(knivmusling á donskum).
Hví etur eingin hesa skel í
Føroyum? Allur sandurin í
Sørvági er fullur av langskel.
Havi hoyrt ótal av søgum
hvussu børn og
vaksin eru farin í
fjøruna á sandin at
grava langskel. Men
eingin hevur etið
hana! Kann tað
veruliga vera satt?
Mær hevði dámt
væl at frætt um
nakar hevur roynt
at fanga langskel
og gjørt hana til
matna.
”Grill”,
Henrik Boserup,
Lindhardt
og Ringhof,
224 blaðsíðir,
innbundin,
uml. kr. 230 í
bókabúðunum
Kynstrið at grilla