Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin • Nr. 112 - 16. juni 2009 Felagið vil vinna FM við øllum bátum - Vit miðja eftir at vinna FM-róður við øllum trimum bátunum, sum vit hava mannaðar í summar. Hetta er eitt stórt mál, men vit fara eftir tí, sigur Ludvík við Stein, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ Eingin kappróður verður á eystanstevnu í ár. Í summar er tað varmakeldustevna, sum telir við í FM-kappingini, og meðan eystanstevna verður hildin, verður FM-róður í Kollafirði. Kappróðrarfelagið NSÍ miðjar eftir, at allar tríggjar bátsmanningarnar hjá felagnum, sum rógva um FM í ár, fara at rógva seg fram til sigurs. Formaðurin í felagnum, Ludvík við Stein, ætlar ikki, at luturin hjá hansara mann- ingum skal liggja eftir. – Í ár hava vit manning umborð á 10-mannafarinum Eysturoyingi, dreingir á 5- mannafarinum Tjaldrinum og kvinnur á 6-mannafarinum Sølmundi. Haraftrat hava vit barnamanningar (gentur) við 5-mannaførunum Tjaldrinum og Spógvanum. Málið hjá okkum er, at allar manning- arnar, sum luttaka í FM-róðri- num í ár, skulu vinna FM-heitið. Higartil hava manningarnar á Eysturoyingi og Tjaldrinum vunnið sínar róðrar, meðan kvinurnar á Sølmundi enn hava fyrsta sigurin í ár til góðar. Ludvík ásannar, at hetta er eitt høgt mál at seta sær, men bátarnir eru væl mannaðir, og venjingarumstøðurnar eru góðar. Kappróðrarneystið á Glyvrum stóð liðugt í ár 2000, og her ræður felagið yvir stívliga 300 fermetrum í tveimum hæddum, har bátarnir eru í neðra, og venjingarhøli og onnur rúm eru í erva. – Vit venja innandura alt árið, og vit venja soleiðis eisini innandura, eftir at bátarnir eru flotaðir um várið. Ein dag í viku eru vit bara innandura, og tveir venjingardagar eru kombineraðir, soleiðis at vit bæði venja í bátinum og innandura sama dag. Ludvík sigur, at kappróðrar- fólkið venur eftir eini venjingar- skrá hjá kendum OL-vinnara í rógving, Eskild Ebbesen, sum felagið hevur neyvt samband við. – Hetta man vera triðja árið, at vit hava samband við Eskild, og hann hevur eisini verið í Føroy- um og vitjað okkum. Ætlandi kemur hann heim aftur til Føroya í ár, sigur hann. Aðrir bátar Formaðurin í Kappróðrarfelag- num NSÍ sigur, at felagið hevur gjørt ymiskt fyri at gera venjingarnar og aktivitetirnar hjá kappróðrarfólki fjølbroyttar og áhugaverdar. – Vit hava eitt nú keypt tríggjar kajakkir, sum fólk til stuttleikar kunnu rógva í, og rættiliga stórur gravgangur hevur longu verið eftir teimum. Neyðugt verður at skipa tíðirnar, so flest møgulig kunnu fáa nyttu og stuttleikan úr teimum. Ludvík sigur, at felagið nøkur fá ár herfyri eisini keypti sær ein sonevndan dupult-scullara, sum róð verður í til OL. Hetta er ein bátur til tveir persónar – av júst sama slagi, sum báturin, ið føroyski OL-rógvarin, Katrin Olsen, róði í. Hann vísir á, at felagið keypti bátin fyri at geva sínum rógvar- um nýggjar avbjóðingar og nýggjar venjngarmøguleikar. Um venjingarnar hjá kapp- róðrarfólkinum annars, heldur Ludvík, at samanlangt gjøgnum árið fara eini 70-75% av venjingunum fram innandura – og restin í bátinum. – Men tað eru ikki bara kapp- róðrarfólk, sum venja i neyst- inum. Hølini eru eisini opin fyri almenninginum, og áhugin fyri venjingum innandura er stórur. Tað er ikki at taka munnin ov 700 Støkk- limir leingjast eftir nýggjari høll - Vit hava vant á fimm ymiskum plássum í vetur, og nú gleða vit okkum av álvara til, at arbeiði upp á nýggju Støkk-høllina skjótt kann fara í gongd, sigur forkvinnan í Støkk, Kinna Olsen Eins og hitt stóra felagið, sum er nógv við í stevnufyrireiking un- um, nú eystanstevna verður hildin í Runavíkar-økinum, hevur fimleikarfelagið Støkk eisini nógvar uppgávur at taka sær av. – Vit taka okkum í fyrsta lagi av kaffitjaldinum, har vit fara at syrgja fyri, at fólk kunnu keypa sær te, kaffi og nýbakaðar vaflur. Vit fara eisini at taka okkum av ymiskum øðrum tiltøkum á stevnuøkinum, har brúk verður fyri fólki. Tað sigur Kinna Olsen, sum er forkvinna í Støkk. Við sínum stóra limaskara, sum telir einar 700 aktivar limir úr allari Eysturoy, Sundalagnum og Norðoyggjum, hevur hon nógv fólk uppá hondina, sum eru til reiðar at taka eina hond í, nú brúk verður fyri nógvum og góðum fólki. Ynskidreymurin Tað hevur leingi verið ynski- dreymurin hjá fimleikarfelagnum at fingið betri venjingarumstøður, og Kinna Olsen ásannar, at soleiðis, sum venjingin er farin fram í vetur, er trupult at vera eitt savnandi felag. Men nú er vón fyri stavn hjá Støkk og teimum mongu aktivu limunum í felagnum. – Vit hava fingið byggiøki til eina nýggja Støkk-høll við fótbóltsvøllin í Runavík, og vit vóna, at spaki verður settur í nú í summar. Kinna vísir á, at felagið eigur gomlu Støkk-høllina á Glyvrum, sum er í ringum standi, og hesa kemur Runavíkar kommuna ætlandi at yvirtaka. – Okkum tørvar virkuliga eina nýggja og betri høll, og vit vóna, at arbeiði upp á hesa kann byrja í summar, so høllin væntandi stendur liðug um tvey ár ella so. Á fimm støðum Hon vísir á, at tey hølir, sum eru í kommununi og í kommununum nærindis eru nógv umbiðin, og tí hevur verið neyðugt hjá fim- leikarfelagnum at vant á fimm ymiskum plássum farna vetur. – Vit hava soleiðis vant í Søldarfirði, Glyvrum, gomlu Støkk-høllini, Rituvík og á Toftum við okkara 700 aktivu limum. Kinna Olsen sigur seg annars fegnast um, at byggiætlaninar nú eru komnar so mikið væl áleiðis, at spaki væntandi verður settur í til eina nýggja Støkk-høll í summar. Vilmund Eysturoyingur hevur vunnið nógvar sigrar og nógv FM-heiti í rógving. Leygardagin verður kappróðurin á fjarðastevnu vístur á stórskíggja í Runavík Teir hava ríkað Kappróðrarfelagið NSÍ við medaljum og steypum, og mangt bendir á, at soleiðis verður eisini í summar