Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2009 • Sosialurin 13 Á eystanstevnu verður ikki bara høvi at vitja Runavíkina í vanligum persónbili, motorsúklu og báti. Tá verður eisini høvi at koma og gista í kampingvogni ella kampingbili. Fyrireikararnir av stevnuni siga, at kampingbilar og -vognar sleppa inn á økið á bryggjuni fríggjakvøldið klokkan 18. Alt parkeringsøkið, sum liggur niðanfyri Eik Banka og við síðuna av tjaldinum, verður á eystanstevnu sett av til kamping, og fyrireikararnir bjóða øllum kampistum at brúka økið til hetta endamál. Parkeringsøkið er ikki óavmarkað í stødd, og tí er tað eitt gott hugskot hjá teimum, sum ætla sær til Runavíkar, at koma í góðari tíð. Umframt at Syngið við verður á bryggjun leygarkvøldið, verður eisini breyðsøla, hugni og tónleikur, sum byrjar fríggjakvøldið klokkan 20.30 og leygardagin klokkan 17. – Vit vóna, at tiltøkini á bryggjuni fara at eydnast líka væl, sum tey eydnaðust í fjør, siga Bátafelagið á Bakka og stevnunevndin. Vilmund Helena Dam á Neystabø setir stevnu Stóra dansitiltakið í ítróttarhøllini í Runavík byrjar beint eftir mid­ nátt leygarkvøldið, og tá fara Eyð un Nolsøe og Terji Rasmussen við tón ­ leikarum at spæla til dans Eystanstevnan verður sett leygarkvøldið klokk an 20, og í ár verður tað tað lands- stýris kvinnan, Helena Dam á Neystabø, sum fer at seta stevnuna. Leygardagin og leygarkvøldið verður nógv á skránni. Klokkan 22-23.30 verður tiltakið Syng ið við á bryggjuni, og klokkan 22 fer Nes sókn ar Musikkfelag at spæla á stevnu øki- num. Midnáttarsamkoma verður á stevnu øki- num klokkan 23, har Kórið hjá Jóhan fer at syngja, og útvarpsmaðurin, Gunnar Nol s øe, fer at halda røðu. Aftaná verður felags sangur og fýrverk. Stóra dansitiltakið í ítróttar høllini byrjar klokk an 00.30, og tá fara vælumtóktu Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við tón leika bólki at syngja og spæla. vilmund Ein av listaframsýningunum, sum verða í sambandi við eystanstevnu, er ein framsýning hjá Eivør Pálsdóttir, sum verður í býráðssalinum. Framsýningin verður opin fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin. Hitt fyrsta kvøldið verður opið frá klokkan 19-21, og leygar dagin og sunnudagin verður opið frá klokkan 14-19. Eivør Pálsdóttir er umtókt, bæði fyri síni sangkynstur og síni myndlistarligu evnir, og lítið er at ivast í, at hennara framsýning í býráðssalinum verður væl vitjað á eystanstevnu. Vilmund Eivør Pálsdóttir í býráðssalinum Eivør Pálsdóttir er umtókt, bæði fyri síni sandkynstur og sínar myndlistarligu gávur Á eystanstevnu eru fólk vælkomin at seta kampingvognar og kampingbilar á parkeringsøkið omanfyri virkið hjá Faroe Seafood í Saltangará – ella beint við tjaldið, sum verður sett upp á bryggjuni Tey, sum vitja í Runavíkar-økinum á eystanstevnu, hava møguleikan at síggja klútaseyming – ella patchwork – í hølunum hjá Arbeiðara felagnum Hæddini í Saltangará. Patchwork er elligamal háttur at seyma pløgg. Tað var fátækradømi, sum gjørdi, at fólk noyddist at brúka hvønn klodda, sum annars fall av onkrum plaggi. Tá tíðirnar broyttust, og umstøðurnar gjørdust betri, helt klútaseyming kortini fram, nú meira sum frítíðarítriv. Ein leygardag um mánaðin hava nakrar kvinnur verið savnaðar í eini skúlastovu í Runavíkar skúla, har tær hava fingist við klútaseyming. Nú eysanstevna verður hildin í vikuskiftinum, fara tær at sýna fram síni pløgg í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini. Framsýningin við patchwork verður opin fríggjadagin frá klokkan 18-22 og leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14-19. Vilmund Hanna á Kjalnesi í Gamla Handli Johanna Jakobsen, vanliga rópt Hanna á Kjalnesi, fer at sýna fram list og prýðislutir í Gamla Handli í Heiðunum á eystanstevnu. Framsýningin hjá Honnu verður opin fríggjakvøldið frá klokkan 19-22, og leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14-19. – Eg havi altíð verið áhugað í at brúka hendurnar til tað kreativa, sigur listarkvinnan. Hon teknaði nógv sum barn og í uppvøkstrinum. Í 1994 var hon á intensivum skeiði í akvarelmáling, sum Flügger skipaði fyri í Tofta skúla. – Hetta var hjá einum enskum málara, Alec Krülov. Aftrat hesum havi eg gingið fleiri ár í kvøldskúla í Kollafjarðar skúla hjá eitt nu Randi Gunnarsdóttir, listakvinnu. Um hetta mundið fór eg at mála við akrylmáling, og tað geri eg framvegis. Hanna á Kjalnesi hevur verið við á framsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, á Sundalagsstevnu í Hósvík, “Fram í Ljósi” í Klaksvík, á Atlantic Pane í Kollafirði og eisini aðrastaðni í Kollafirði. – Mær dámar helst best at mála naturalistiskt og stillmyndir, men eg kann eisini finna uppá at mála nútímans abstrakt, sigur hon. Arbeiði við smykkum, sum Hanna á Kjalnesi eisini tekst við, byrjaði á kvøldskúla, sum hevði perluseyming. – Her fekk eg hug at gera smykkur, sum eg eitt nú havi havt við á sølustevnu í bygdarhúsinum í Kollafirði. Hanna á Kjalnesi sigur, at hon fær hugskotini til smykkurnar í mótabløðum og aðrastaðni, og eisini roynir hon at fylgja við, hvat er uppi í tíðini. Vilmund Klútaseyming í Hæddini Kamping í Heiðunum Stórdansur verður í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið við Eyðuni og Terja Mynd: Vilmund Telefon 778877 · info@hotel-runavik.fo · www.hotel-runavik.fo Eystanstevnutilboð Gist á eystanstevnu fyri einans kr. 390,- pr. nátt pr. persón íroknað morgunmat Einkultkamar kr. 250,- eykað pr. nátt