Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2009 39 Hoyvíkar kirkja er opin fyri almenninginum mánadag, mikudag og fríggja­ dag klokkan 15 til 17 í juni, juli og august mánað Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Mikukvøldið kl. 19.30 verður fyrilestur við Wolf Schmidt presti í Mariukirkjuni. Evni: "Models of the Church". Fyrilestur verður á enskum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardag kl. messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 v/Wolf Schmidt, prestur í Mariu­Kirkjuna. www.katolsk.fo Meinigheitshúsið í Havn Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími, Jógvan Reynslág Joh 12, 1 – 13 Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti, Hugni Sunnudagur kl. 18 Sang- og vitnimøti Meinigheitskórið syngur Øll eru hjartaliga vælkomin! Ongin sunnudagsskúli 21. juni. Sunnudagsskúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Samkoman Immanuel Brekkutún 5, Hoyvík Mikukvøldið kl. 20 Hjúnarbandskvøld, har vit m.a. fara at hyggja eftir filmunum "Fireproof" Øll hjún eru hjartaliga vælkomin. Hósmorgun kl. 10 Kvinnu­hugni, hesuferð heima hjá Hildur, Tórgarðsgøta 14. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Fríggjakvøldið kl. 18 Meksikanskt kvøld fyri børn 8-12 ár. Vit møtast úti hjá Lissi, millum Horna 8, har vit m.a fara at royna meksikan­ skan mat og sjálv­­andi eru vit øll ílatin meksi­kansk klæðir :) Verið hjartaliga vælkomin. Sunnudagin kl. 11 Morgun­ drekka. Klokkan 12; Fam­ilju­ møti. Verið hjartaliga vælkomin. Kirkju- og missións­ húsinum á Argjum Hóskvøldið kl. 20 Bíbliu­tími v/Tom Skaale. Evni: Sálmur 33 Fríggjakvøldið kl. 20 Ung­­dóms­møti v/Bjartur F. Johannesen. Evni: at fullrenna skeiðið Leygarmorgun kl. 9 Tórs­havn fólkavald kommuna í 100 ár. Vælkomin til opið hús og morgunmat. Sunnumorgun kl. 18 Møti v/Gunnar Nattestad Ebenezer Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti – Evni: Jesus, lærusveinarnir og vit á ferð – Birgir Andreassen greiðir frá um Rumeniatúr Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti – Seinasta áðrenn summari, men byrja aftur leygarkvøldi 4. juli – Um viðrar verður útimøti Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð Harrans. Kl. 18 Evangeliskt møti – Evni: Jesus, lærusveinarnir og vit á ferð Mánadag kl. 12.30 Andakt www.ebenezer.fo Missiónshúsinum við Landavegin Hóskvøldið møti kl. 20 Sunnukvøldið møti kl. 18 v/Sigurd Sørensen Missiónshúsið í Skopun Mikudagin kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20 bíbliutími Matt. 20. kap. Sunnudagin um viðrar fer Sunnudagsskúlin útferð kl. 14. Kl. 18 møti v/Elin Jacob­sen og Niels Johannes Tjaldrastein. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsinum í Hvalba Sunnukvøldið verður møti kl. 18 við Magnus Hansen og Jóannes Mortensen. Porkeris kórið syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Rituvík Mikukvøldið kl. 20 Bønarmøti Hóskvøldið kl. 19 Juniorringur Sunnudag kl. 14 Sunnudagsskúli. Kl. 18 Møti Kollafjarðar Missiónshús Fríggjakvøldið verður “Stilla løtan“ kl. 21 Leygarkvøldið verður útimøti við Missiónshúsið kl. 19 og Opið hús aftaná. Sunnudagin verður møti kl. 18 Øll eru hjartaliga vælkomin. Kambsdalur, Handilsskúlin Týskvøld kl. 20 Bønar-og uppbyggingarmøti. Hebron í Leirvík Mikuvøldið kl. 19.30 Bøn, læra og samfelag. Kristian Hansen: Filippibrævið 4 Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21, Awake. Sunnudagin kl. 17, Møti við Símun Jacobsen. Sangur við Sonju I. Jacobsen. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Frelsunarheruin Tórshavn Tórsgøta 19 Týsdagin kl. 20 Hornvenjing. Mikudagin kl. 15 Bønarmøti. Kl.19 Andakt á sambýlnum í Hoyvík Hósdagin: kl. 20 Ungdómskvøld Sunnudagin kl. 11 Halgun­ar­møti. Soldát Bern­ hard Petersen Talar. Bønarløta kl.17.30. Møti kl. 18 Soldát Sámal Midjord Talar www.frelsunarherurin.fo Evangeliihúsið Tróndargøta Sunnudagin kl. 11 familju- og morgunmøti við sunnudagsskúla. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. www.gospel.fo Filadelfia Landavegur 22 Mikudagin kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum. Leygarkvøldið kl. 21 Flare. Sunnudagin kl. 11 Familju­ møti – Tala, lovsangur, skemt og grill. Øll eru vælkomin www.filadelfia.fo Andaktir 21. juni Klaksvíkar sjúkrahús kl. 10. Hanus á Gørðum. Norðoya røktarheim kl. 14.30. Magnus Brahé Jørgensen. KFUM & K í Klaksvík Týsdagin kl. 21.30 Bønarløta í hugnastovuni Mikudagin kl. 19.15 Bønar­ løtan. Kl. 20 Bíbliutími við Øssur Kjølbro. Evni: 2 sáttmálar – 2 gudar?? KFUM og KFUK í Havn Ongi møtir vegna summarferiu. Getsemane Stangaskákið 1 Mikukvøldið kl. 20 bønarmøti. Hóskvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti. Dávid Mørkøre og Jóel Bringsberg tala. Leygardagin kl. 10 morgunbøn Sunnukvøldið kl. 18 møti. Kristian Hansen talar. Barnamøti er samstudis. Hvønn gerandismorgun kl. 6.15 er morgunbøn. Fríkirkjan Oasan                 Fríggjakvøldið  kl. 20 ungdómsmøtið. Sunnudagin kl. 11 Guðstænasta v/Wilson Goeda.  Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Soli Deo Gloria Mikukvøld kl. 20 hugnakvøld fyri ung. Hóskvøld kl. 20 ungdómsmøti. Sunnukvøldið kl. 18 møti v/bønarbólkinum hjá monnunum. Lívsins Orð Saltangará Mikukvøldið kl. 19.30 Bønarmøti Sunnumorgun kl. 10.30 Møti Øll hjartaliga vælkomin Saron Vestmanna Týsdagin kl. 20 Bønarmøti Sunnudagin kl. 11 Morgu­n­ møti við breyðbróting. www.saron.fo Evangelist møti verður í vakhús í Sandavági leygardagin kl. 20. Nógvur sangur og fríður vitnisburður. Øll hjartaliga vælkomin. Danial Jack og fleiri. Kaffi aftaná møti. Thabor, Fuglafjørður Sunnukvøldið kl. 18 møti, Uni Næs, prestur talar og Manskórið í Thabor syngur. Innsavnan verður undir møtinum. Eftir møtið verður drekka og øll eru hjartaliga vælkomin! Saron Haldórsvík Fríggjadagin kl. 20 húsmøti hjá Henny Vík. Hjartaliga vælkomin Kambsdalur, Handilsskúlin Týskvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Eysturoyar gongufelag Gongutúrur Selatrað - Oyri (ella umvent) eftir gøtuni um Veðranes verður sunnudagin 21. juni. Vit møtast við Statoil støðina í Skálafirði kl. 14 og fara víðari við bussi.Túrurin er miðal. Tilmelding í seinasta lagi leygardagin kl. 14 til Kristian Martin tlf. 77.51.00 ella Óla 25.42.72. Dópur Í samband við at dóttur Ingu Mariu Mikkelsen og Rene Bøhl Nielsen verður doypt í Fríðrikskirkjuni sunnudagin 21. juni, bjóða tey familju og vinum at vera vælkomin í kirkjukjallaran eftir gudstænastuna. Konsert Konsert við Helsinki Strings strúkiorkestri hin 18. juni 09: Christianskirkjan kl. 11, Skúlakonsert. Christianskirkjan kl. 20, Strúkikonser Pensionistafelagið í Havn Limirnir koma saman í losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst. Telefon: 22 27 33 E-mail: finnurj@post.olivant.fo Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30-17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið á Toftum Dagtilhaldið fer nú í summarfríð. Ætlanin er at byrja aftur 1. september. Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Tilhaldið í Tórsgøtu, tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Opið er mánadag til fríggja­ dag kl. 09.00 – 17.00. Drekka­munnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 9-17 Opið hús. Kl. 10 Vit hittast á Tórsbreyt, Grethe Ellingsgaard Kl. 14 Kortspæl og onnur spøl. Í samband við at Tórshavnar kommuna er 100 ár og at 2009 er rørsluár, fer Tilhaldið at flyta nøkur av innan- og uttandura rørslutiltøkini í Tilhaldinum niðan á Tórsbreyt 17. juni kl. 15-17. Byrja verður við fyrilestri 16. juni týsdagin í Tilhaldinum. Týsdagur kl. 10 Vit syngja, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 15 Hvønn týdning hava rørsla og dags­ ljós fyri okkum menniskju. Pál Weihe, yvirlækni Mikudagur Kl. 9 Bindiklubbur. Tórshavnar kommuna 100 ár. Rørsludagur á Tórsbreyt. Frásøgufólk: Dánjal Húsgarð Skrá: Kl. 15 Setan: Heðin Mortensen Felagssangur: Á leikvøllum. Mikkjal D. á Ryggi Upphiting: Dánjal Húsgarð, Grethe Ellingsgaard, fimleika­ lærarar, Randi Petersen, Elisa­beth Andreasen, fysio­tera­ peutar. Gómagott frá MBM Kl. 16 Føroysk dansispøl: Petur, Katrin Dahl og onnur skipa. Felagssangur: Einki er sum.. Chr. Matras. Simme Jacobsen spælir undir. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hósdagur kl. 10-17 Opið hús Fríggjadagur kl. 9 Bindiklubbur. Kl. 9-17 Opið hús Øll eru hjartaliga vælkomin. Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag og Mikudag kl. 13.30 – 17.30 Týsdag og Hósdag kl. 09.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið Hugnin Tilhaldið Hugnin hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin Sangur, Terji Dalsgaard spælir. Mikudagin Vit fara í Slavands­dalin. Farið verður úr Tilhaldinum við bussi kl. 14 stundisliga. Tey, ið orka og hava hug, ganga frá ánni niðan til húsið. Eisini er møguleiki at koyra heilt til húsið við bussinum. Kostn­ aður 80 kr. Neyðugt er at tekna seg til túrin í Tilhaldi­ num ella á tlf. 211921 í sein­ asta lagi týsdagin 16. juni. tiltøk heilsanir Góða systur og svágur Hjartaliga tillukku við silvurbrydleypsdegnum. Gleða okkum til leygardagin. Harrans signing í framtíðini Heilsan systrarnar og beiggjarnar við makum Zoe og Richard Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini. Jesus pápi fylgi tykkum. Ynskja omma og abbi VEÐRIÐ Veðrið í morgin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 10 og 13 stig. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið 3-8 m/s 9-14 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 11-16 m/s 5-10 m/s Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av útsynningi, seinnapartin upp í stívt andøvsgul av útnyrðingi. Sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið fríggjadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, seinnapartin minni vindur av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig. Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1022 hPa. yvir Føroyum fer í landsynning og mennist. Eitt lágtrýst, 994 hPa. í landsynning úr Hvarvinum stendur mestsum í stað. Komandi nátt: Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið vestan fyri Føroyar fer um Føroyar mikudagin.