Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 112 • 16. juni 2009 5 995,- 200,- spar Tunt og lætt snið. 10,1 mega pixel og eitt objektiv við 4x optiskum zoom. Sera brúkara- vinarligt og við 2,7” stórum skermi. Sony myndatól DSC-S950 tel. 351220 - www.lm.fo - lm@lm.fo Sera einfalt upptøkutól við innbygdum minni á næstan 3 tímar. Tekur eisini uppá MemoryStick. 60x optiskt zoom og 2000x digitalt zoom. Sony upptøkutól DCR-SX30 2.495,- NÝTT -Super SteadyShot -2,7” LCD skíggi -Antistøv- skipan -við 18-70mm linsu Sony speglrefleks myndatól DSLR-A200K 3.995,- 10,2 megapixels Vanl. prísur 1.195,- Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · 31 21 38 P/F Bygningssnikkaravirkið Smyrilsvegur 4 · Postsmoga 1087 FO-110 Tórshavn · Tel: 31 25 87 bsv@bsv.fo · www.bsv.fo Innrætting til køk Spunagøta 160 Argir tel 32 10 30 eikin.fo Síðani tey byrjaðu virksemi aftur á Runavíkar Sjómansheimi fyri ári síðani, hevur virksemið verið vaksandi. Veturin hevur verið góður, og vónirnar fyri summarið eru góðar Tað er eitt ár síðani, at farið var undir virksemi á Runavíkar Sjómansheimi. Fyrst bjóðaðu tey gisting og morgunmat, men síðani 1. mai hevur matstovan verið opin fyri almenninginum. Umframt gisting og morgunmat, so bjóðar matstovan almenninginum nú hvønn dag morgunmat frá kl. 7-9, døgurði, buffet frá kl. 11:30-14 og a la carte frá kl. 16-21. Vetrarhálvan eydnaðist væl hjá Runavíkar Sjómansheimi. Vetrarhálvan er merkt av nógum skeiðvirksemi, og hølini eru sera góð til hetta endamál. Á Runavíkar Sjómansheimi hava tey ofta smærri skeið, men næsti granni er Mentanarhúsið, og har sleppa tey inn at hava størri skeið, um tað er neyðugt. Mat út úr húsinum Sera nógv virksemi hevur eisini verið við at lata mat út úr húsinum, og hevur hetta verið til tiltøk, eins og til privatar veitslur, so sum brúdleyp og annað. Luxus 19 kømur við wc og bað eru á Runavíkar Sjómansheimi. Men fyri stuttum gjørdu tey av at innrætta kjallaran við fundarhøli og 6 kømurum og virkar hetta eisini sum luxus íbúð til 9 fólk, ið so at siga kunnu passa seg sjálvi. Hetta hevur av sonnum eydnast stak væl, og síðani hetta fekst í lag 1. januar í ár, hevur luxus íbúðin verið bókað alla tíðina. Vaksandi virksemi Runavíkar Sjómansheim hevur opið alt árið. Virksemið byrjaði spakuliga, men vaks so við og við, og nú er sera nógv virksemi. Flestu, ið gista, eru norðurlendingar og týskarar, men so eru einstøk úr øðrum londum eisini. Á Runavíkar Sjómansheimi hava tey havt góðan vetur, og hóast ringu tíðinar merkjast, so hava tey góðar vónir fyri summarið. Runarvíkar Sjómansheim vaksandi virksemi GISTING