Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 113 - 17. juni 2009 Arbeiðsgevarafelagið átti at sópa fyri síni egnu hurð, áðrenn teir leggja seg út í viðurskifti, sum teir onki hava við at gera. Eg havi onki ímóti at tosa um støðuna hjá fiskiflotanum, men eg tími ikki at tosa við Arbeiðsgevarafelagið um tað, sigur ein rætti­ liga argur formaður í Reiðarafelagnum Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Føroya Arbeiðsgevarafelag skuldi heldur passa sítt og so latið okkum passa okkara. Viberg Sørensen, formað- ur í Reiðarafelagnum er argur inn á Føroya Arbeiðs- gevarafelag. Nú allur húkaflotin er rættiliga illa fyri, hevur felagið Línuskip biðið politiska myndugleikan um kreppuhjálp. Men í almenn skrivi frá Vinnuhúsinum nú um dagarnar, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staði- liga frá, at línuskipini fáa kreppuhjálp. Føroya Arbeiðsgevara- felag heldur, at verður studningur latin, forðar tað flotanum í at tillaga seg. Hetta hevur rættiliga fing- ið ilt í formannin í Reiðara- felagnum, sum heldur, at tað er nógv fyri at hoyra Arbeiðsgevararnar. Hann sigur, at hann hevur onki ímóti at viðgera støðuna hjá fiskiflotanum. Men hann hevur onki at tosa við arbeiðsgevararnar um í hesum sambandi. - Eg veit ikki, hvør hevur givið Føroya Arbeiðs- gevarafelag førleika til at meta um, hvussu stórur línuflotin skal vera. Hóast tey í Arbeiðsgevarafelagn- um halda seg hava fingið patent uppá, at hvat rangt og rætt, er støðan í fiski- flotanum altso ikki nakað, eg tími at tosa við tey um, sigur Viberg Sørensen. Sópa fyri egnum hurðum Formaðurin í Reiðarafelag- num heldur at Føroya Arbeiðsgevarfelag átti heldur at sópa frá egnari hurð, áðrenn teir koma við góðum ráðum til onnur um, hvussu tey skulu skipa seg. Hann heldur somuleiðis at tað er okkurt, sum haltar í tí førda fiskivinnupoli- tikkinum og í sjónarmiðinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum. - Samstundis sum studn- ingur er bannlýstur, er fiskiflotin bundin í eitt haft, sum ger tað vónleyst at verða kappingarførur, sum gjørligt. Tað, hann sipar til, er, at fiskiflotin er tvangsinn- lagdur at avreiða nógv tann mesta fiskin til føroysk virki, hóast prísirnir kanska eri betri aðrastaðni. Hann vísir á, at í Bretlandi er prísurin í løtuni 3-5 krónur hægri enn tann, sum føroysk virki lata. - Í veruleikanum er hetta ein stuðul til føroysk fiska- virki, sum eru limir í Arbeiðsgevarafelagnum, upp a 3-5 krónur fyri hvørt kilo av fiski og tað ger tað bara upp aftur meiri nívandi at hoyra Arbeiðsgevara- felagið mæla frá, at línu- flotin fær kreppuhjálp. - At vit ikki sleppa at avreiða har vit fáa mest fyri fiskin er ein forðing fyri, at vit sleppa at reka skipini so effektivt sum gjørligt. - Eftir mínum tykki er tað mótstríðandi at hava so avgjørda meining um, at ongin studningur skal vera, samstundis sum vit verða forðaðir í at reka skipini so effektivt sum gjørligt. Viberg Sørensen heldur, at Føroya Arbeiðsgevara- felag tykist eisini at hava gloymt allan flutnings- stuðul, ið teir fáa og hava fingið. Hann vísir eisini á, at tey, sum arbeiða á fiskavirkjum, hava eisini eina serliga stuðulsskipan í Als, sum syrgir fyri, at tey ikki rýma, tá ið arbeiðsgevarin ongan fisk hevur. - Hetta er eisini eitt slag av studningi til arbeiðsgev- ararnar Viberg Sørensen heldur, at meina arbeiðs- gevararnir tað í álvara, tí ið teir mæla frá studningi, áttu teir at syrgt fyri at tey føroysku virkini blivu kappingarfør, so tey kundi latið sama prís fyri fiskin sum skipini fáa aðrastaðni. - Hevði Føroya Arbeiðs- gevarafelag hugt eitt sindur eftir sær sjálvum áðrenn tey lyfta fremstafingur móti øðrum, hevði tað tænt teimum til sóma, leggur hann afturat. Ongin ynskistøða Formaðurin í Reiðarafelag- num ásannar, at tað er avgjørt ongin ynskistøða at hava tørv á kreppuhjálp - Men vit liva nú einaferð í tí verð sum vit liva í og øll vita, at sveiggini kunnu verða stór. Tíðirnar, vit eru í nú, eru søguliga vánaligar og tað er so nógva staðni, at ymisk framleiðsla fær stuðul, - Sjálvt í USA hava ávísir bilavirki fingið ovurhonds kreppuhjálp, hóast tað bara er ein viðfáningur í samlaðu framleiðsluni hjá USA. So eg dugi ikki at síggja nakað forgjørt í, at vit royna at halda lív í fiskivinnuni, sum hóast alt er okkara høvuðsvinna, sigur Viberg Sørensen. Hann skilir ikki, hví tað er so knívskorið at tosa um stuðul til okkara høvuðs- vinnu, sum er fiskiflotin, samstundis sum onki er í vegin fyri at lata studning til aðra vinnu, bæði Smyril Line og bankarnar. Arbeiðsgevarar skulu halda fingrarnar vekk Finn Karlsen farin frá Í gjárkvøldið boðaði formaðurin í grønlendska flokkinum Atassut, Finn Karlsen, frá, at hann hevði søkt leiðsluna í flokkinum um at sleppa úr formansstarvinum. Samstundis varð fráboðað, at floksleiðsl- an hevði tikið áheitanina til eftirtektar og fyrireikar nú eykalandsfund, sum skal velja nýggjan formann. Til nýggjur formaður verður valdur, røkir Jensine Berthelsen formansstarvið í Ataasut. Atassut hevði stóra afturgongd á landstingsvalinum herfyri, og tí kom avgerðin hjá Finn Karlsen ikki so óvart á. Hann er annar floksformaðurin, sum hevur lagt frá sær síðani valið 2. juni. Hin var Hans Enoksen, ið fór frá sum formaður í Siumut longu dagin eftir valið. Umhvørvismerkið ger mun Bretar leggja so stóran dent á, at fiskurin, sum tey keypa, hevur umhvørvismerki, at eftir bara einum ári hevur handilsketan Sainsburys trífaldað søluna. Tað skrivar Intra Fish, sum eisini veit at siga, at tað seinasta árið hevur Sainsburys selt umhvørvismerktan fisk fyri einar 360 milliónir krónur ímóti 120 milliónum krónum teir tólv mánaðirnar frammanundan. Sainsburys er tann bretska handilsketan, sum leggur størst dent á at selja fisk við umhvørvismerki. Tað hevur eisini givið úrslit. Intra Fish skrivar, at fyri fimm árum síðani seldi ketan umhvørvismerktan fisk fyri 40 milliónir krónur ella umleið ein tíggjundapart av søluni nú. Arbeiðsgevararnir skulu ikki steina og gera seg til yvirdómarar yvir okkum øðrum, tá ið teir búgva í glashúsi, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sum er rættiliga fortørnaður inn á Føroya Arbeiðsgevarafelag