mikudagur 17. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 113 - 17. juni 2009
John S. Myllhamar,
sum býr beint við
ferðsluforðingina í
Sandavági metir, at
forðingin onga nyttu
ger, tí bilar koyra
umleið 90 kilometrar
um tíman har. – Hon
ger ikki sama mun,
sum hon gjørdi, men
tað er ikki meiningin,
at mann skal doyggja,
so skjótt mann fer upp
um loyvda ferð, sigur
Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki
FerðsluForðing
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ferðsluforðingin í Sanda
vági, har ein maður endaði í
eini vanlukku, er broytt. Nú
vísir John S. Myllhamar,
sum býr beint við forðingina,
skrivar í dag, at bilarnir
kunnu koyra umleið 90 kilo
metrar um tíman uttan trupul
leikar.
Vit fingu eina óefta
kanning gjørda, og nú hava
vit fylgt tilmælinum. Men
tað er rætt, at hon ikki ger
sama mun, sum hon gjørdi,
men tað ber heldur ikki til
at gera forðingar soleiðis,
at tú doyrt, um tú koyrir
skjótari enn lógin loyvir tí.
Tú kanst eisini koyra 120
upp um eina bungu, sigur
Oyvindur Brimnes.
Hann greiðir í sama við
fangi frá, at meiningin við
eini forðing, er at geva fólki
eina kenslu, so tey vita,
hvussu skjótt tað er ráðiligt
at koyra.
Ongin nøs
Í gjár vóru uppsagnir hjá
Landsverki, men Oyvindur
Brimnes staðfestir, at ongin
av hesum hevði nakað við
ferðsluforðingina at gera.
Uppsagnirnar vóru í
heilt øðrum støðum, og tað
er heldur ongin, sum hevur
fingið nakra átalu ella ávar
ing fyri ferðsluforðingina,
sigur Oyvindur Brimnes.
Hesum grundgevur hann
við, at onki veruliga skeivt
var gjørt.
Ferðsluforðingin var gjørt
eftir forskriftunum, men tað
gekk ikki heilt, sum tað
skuldi. Tað er heldur ikki
óvanligt, at broyta onkur ting,
eftir at mann hevur gjørt okk
urt, hóast arbeiðið er gjørt
eftir forskriftunum, greiðir
Oyvindur Brimnes frá.
Suksé er relativ
Oyvindur Brimnes vil held
ur ikki siga, at Landsverk
hevur dummað seg við
ferðsluforðingini, hóast hon
hevur verið við í eini van
lukku og hevur kostað einar
500.000 krónur.
Eg veit ikki, um mann
kann siga, at vit eru komin
illa burtur úr hesi forðingini.
Tað var gjørt eftir forskrift
unum, so eg haldi tað er ein
relativur spurningur, sigur
Oyvindur Brimnes.
Koyra 90 inn í Sandavág
Í gjár var arbeiðið
við at leiða vatn úr
Vatninum millum
Sørvág og Miðvág
til Sørvágs endaliga
liðugt
sørvágur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Síðan 1980 hevur verið
arbeitt við at fáa vatnveit
ingina í Sørvági fullkomna,
so borgararnir í bygdini
sleppa undan at spara vatn í
maimánaði, tá vatnverkið í
Húsadali
onkuntíð
ikki
megnar at lata nóg mikið av
vatni til borgararnar í Sør
vági.
Tað plagar at vera í mai
mánaði, at turkur er, og tá
kom ofta fyri, at vit máttu
spara vatn, greiðir Sune
Jacobsen,
borgarstjóri
í
Sørvágs kommunu frá.
Nú er hetta søga, tí í gjár
var arbeiðið við at leiða
vatn úr Vatninum, sum tey
har vesturi vanliga rópa Sør
vágs/Leitisvatn.
Borgarstjórin fegnast, at
tey nú eru trygg við vatni,
og vónar at Vatnið verður
verandi í tílíkum standi, at
tað kann nýtast sum drekki
vatn.
Barna-
porno-
ringur
ikki í
Føroyum
Í gjáramorgunin
gjørdi løgreglan í
Norðurlondum húsa
rannsókn í 81 húsum
í Norðurlondum
samstundis. Ongin av
hesum adressum var í
Føroyum
Barnaporno
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Vit hava onki havt við
hatta átakið at gera, so tað
merkir, at ongin var í Før
oyum. Tað mugu vera gleði
lig tíðindi, sigur Bergleif
Brimvík, kriminalovasti.
Hinvegin var talan um
eitt heilt stórt átak í gjár, tá
løgreglan vitjaði 81 ymiskar
adressur í Norðurlondum,
har illgruni var um, at fólk
búgva inn, sum hava við
barnaporno at gera.
Átakið varð hildið øgi
liga loyniligt, til tað var
liðugt, so at tað ikki hevði
við sær, at fólk sjálvi fóru
eftir fólki, sum eru undir
illgruna fyri at gera og
eiga barnaporno.
Somuleiðis var átakið
hildið loyniligt, so tey við
barnaporno ikki megnaðu
at sletta ella goyma nøkur
spor.
Danskir miðlar stað
festa, at tað vóru fólk í øll
um samfelagnum og øllum
støðum, ið eru undir ill
gruna fyri barnaporno.
Hóast nógv var gjørt
burturúr, so var altso ongin
uppíblandaður í Føroyum.
Nú er altíð vatn í Sørvági
Skipasmiðir fáa hjálp
Fyrradagin vórðu 175 starvsfólk hjá teirri kendu donsku
Lindøskipasmiðjuni hjá stórfyritøkuni A.P.Møller Mærsk
koyrdir til hús, tí skipasmiðjan hevur so lítið at gera. Talan er
yvirhøvur um verkfrøðingar og fólk í umsitingini, men tey
skulu ætlandi ikki sita hendur í favn leingi. Formaðurin í
Region Syddanmark, Carl Holst, sigur við Ritzau, at
myndugleikarnir fara at leggja seg eftir at geva teimum
uppsøgdu tilboð um endurútbúgving. Ætlanin hjá
formanninum er at seta ein serligan arbeiðsbólk, sum skal
kanna, hvat tey, sum higartil hava arbeitt við skipasmíði,
kunnu gera, nú eingi skip eru at smíða.
Lánið frá russum ongan skund
Seinasta heyst søkti táverandi íslendska stjórnin russisku stjórnina um lán
til at halda búskapinum uppi. Russar játtaðu, og síðani hava partarnir
tingast um treytir og annað. Men í gjár segði russiski varafíggjarmálaráðhar
rin, Dmitry Pankin, við Reuters, at Ísland hevur ikki tørv á láninum júst nú,
men at tað verður avgreitt næsta ár. Reuters veit eisini at siga, at ein
íslendsk sendinevnd hevur verið í Moskva og tingast við russar, men at
partarnir kundu ikki semjast. Íslendska stjórnin søkti í fjør Russland um 5,6
milliardir dollarar í láni, men tann endaliga tilsøgnin frá russum var, at teir
kundu læna íslendingum 500 milliónir dollarar, skrivar Vísir.
Hóast ferðsluforðingin hevur verið við í eini vanlukku og hevur kostað 500.000 krónur, so metir Oyvindur Brimnes, stjóri á
landsverki, ikki, at tey hava dummað seg
Mynd: Edvard í Skorini Joensen
Nú verður vatn í Sørvági
alt árið