hósdagur 18. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2009
Álvarssamur trupulleiki
kann loysast
Ein danskur lívfrøðilesandi hevur funnið eitt protein, sum kann
forða fyri, at ísur legst á veingirnar á flogførum. Proteinið hev
ur danski granskarin funnið í larvum, sum halda til í deyðum
stubbum av træslagnum Rhagium mordax. Granskarin, Casper
Wilkens, sigur við danska kringvarpið, at sambært kanningun
um ber tað til at blanda proteinið upp í máling, og kanningar
vísa, at proteinið tolir kulda niður í 30 stig. Tað kann vera sera
vandamikið, um ísur legst á veingirnar á einum flogfari, og í
ringasta føri kann tað gera, at flogfarið dettur niður.
Ferðamannaskip á Vestmanna
Tað er ikki so øgiliga vanligt, at ferðamannaskip liggja í Vestmanna. Men
í dag liggur ferðamannaskipið Clipper Adventurer við bryggju í Vest
manna. Talan er um eitt lutfalsliga lítið ferðamannaskip, har 85 ferðafólk
eru við og eini 77 eru á manningarlistanum. Skipið hevur ligið í Havn,
men í dag liggur tað á Vestmanna og fer at liggja har til í nátt. Meðan
skipið liggur í Vestmanna eru ferðafólkini farin ein túr undir Vestmanna
bjørgini við bátum í Vestmanna. Sambært havnarmeistaranum, Leivur
Olsen, er skipið komið úr Skotlandi og fer helst víðari til Íslands. Ferða
fólkini eru mest bretar, men eisini Avstralia, Belgia og Kanada, eiga borg
arar umborð. Clipper Adventurer er fyrsta ferðamannaskipið í Vestmanna
í ár. Onki var í fjør, meðan tvey vitjaðu í fyrrárið.
Eldvatn er
heitið á nýggja
brennivíninum, sum
Dism framleiðir.
Fyri fyrstu ferð
er føroyskt vatn
roynt í handilsligari
brennivínsframleiðslu
Brennivín
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eitt nýtt slag av føroyskum
brennivíni stendur á hill
unum, tá handlarnir hjá
Rúsdrekkasølu
Landsins
lata upp í morgun. Nýggja
brennivínið hevur fingið
heitið Eldvatn og er næsta
produktið hjá Dism.
Eldvatn er trífalt dropa
drivið vodka framleitt úr
føroyskum vatni.
Talan er um vodka í
heimsflokki. Framleitt úr
føroyskum vatni, siga menn
inir handan Dism, Mortan
Mols Mortensen og Erling
Eidesgaard.
Eldvatn Vodka er framleitt
úr føroyskum kelduvatni,
og hetta er fyrstu ferð, at
tað er roynt í handilsligari
brennivínsframleiðslu.
Í reinum vodka spælir
vatnið ein sera týðandi leik
lut. Og har mugu vit siga, at
tað føroyska vatnið hevur
spælt sín leiklut væl. Før
oyska vatnið er gitið fyri at
smakka væl og vera leski
ligt, og hetta smakkar tú eis
ini ígjøgnum í Eldvatni,
siga teir í Dismi.
Framleitt uttanlands
Brennivínsframleiðsla
er,
sum kunnugt, ikki loyvd í
Føroyum.
Tískil
verður
Eldvatn framleitt í útlegd.
Vatnið verður tappað í tang
ar úr víðagitnu Fransakeld
uni í Tórshavnar Kommunu
og siglt yvir hav til Íslands,
har framleiðslan gongur
fyri seg.
Eldvatn er trífalt dropa
drivið og sílað við state of
the art útgerð. Úrslitið er
eitt ektað premium vodka.
Hóast hetta og hóast nøgdir
nar eru smáar, er prísurin
kappingarførur, siga menn
inir handan Dism.
Navnið Eldvatn er eitt
elligamalt føroyskt orð fyri
brennivín, ið verður lítið
brúkt í dag. Vit hildu tað
vera stuttligt at geva hesum
bombastiska orði ein nýggj
an kjans. Navnið gerst held
ur ikki verri av, at tað er í
familju við slóðaran, Lívs
ins Vatn, sigur brennivíns
húsið.
Etikettin
Á etikettini sæst ein dreka
seyður. Eitt mytologiskt
seyðaskepilsi við longum
hala og ógvusligum horn
um, sum spýtir eld. Dreka
seyðurin goymir at Eld
vatninum, ið liggur fjalt í
føroysku fjøllunum. Virðis
lønti teknarin og barnabóka
høvundurin Bárður Oskars
son hevur teknað dreka
seyðin.
Okkara mál er at
framleiða autentiskt før
oyskt brennivín, hóast lógin
forðar okkum at gera tað
heima á klettunum. Her
hava vit eitt vodka, ið
smakkar, sum um tað var
gjørt her heima – av før
oyskum vatni, heilt einfalt
av Føroyum, sigur Erling
Eidesgaard.
Fyrsta føroyska vodkafløskan
Komandi leygarkvøld
verður gjørligt at
renna úr Nólsoyar
bygd út á Borðina
og heim aftur. Kunn
ingarstovan skipar
saman við royndum
rennarum fyri
serstaka tiltakinum
renning
Leif Láadal
leif@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðani
byrjaðu tveir mans í Nólsoy
at renna regluliga úr bygdini
út á Borðina og heim aftur.
Við íblástri frá hesum túr
um, skipar kunningarstovan
í Nólsoy nú fyri einum heilt
serligum almennum túri
fyri fólki, sum hava orku til
at renna ávísa longd.
Hetta er ein heilt serlig
uppliving, sum ikki einans
gevur rennarum tað, sum
sjálv renningin gevur. At
renna í sólsetri í haganum
við tí náttúruljóði, sum er á
staðnum, er nakað heilt ser
ligt, sigur Ámundur Nolsø,
ið er ein av teimum, sum
skal syrgja fyri, at allir renn
arar koma út á Borðina og
upp á pláss aftur.
Fyri at luttaka í renningini
leygarkvøldið 20.juni, er tó
neyðugt at vera hampiliga
væl fyri kropsliga. Ámundur
Nolsø sigur, at rennararnir
mugu klára at renna 10 kilo
metrar út í eitt uttan stór
vegis hóvasták.
Fólk við áhuga fyri túrin
um, sum verður seint leyg
arkvøldið, kunnu seta seg í
samband við Kunningar
stovuna í Nólsoy.
Renna Nólsoynna úr enda í annan
Nólsoyingar fara saman við
øðrum at renna Nólsoynna á
tamp leygardagin
Dism hevði slept eini gongu av seyði niðan í rúsuna í morgun at lýsa fyri Eldvatni