Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 114 - 18. juni 2009 ] AB ÍF Tað eru ikki so nógvir sóltímar í Fuglafirði, men Dánjal á Lakjuni var sólin, sum saman við hinum ÍF-leik- arunum vann týdn- ingarmikla dystin ímóti AB Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sólin skein ikki í Fuglafirði, men tað gjørdi lítli, spinkli, ljóshærdi og 18 ára gamli Dánjal á Lakjuni. Hetta hevði at enda við sær, at hann og øll hini í bygdini kunnu fara fegin til songar. Sjálvur legði Dánjal á Lakjuni upp til eitt mál, samstundis sum hann skapti heilt nógvar trupulleikar fyri tann heldur tyngra Kenneth Jacobsen hjá AB, haðani eisini møguleikin til næsta málið stavaði. Hóast ungi fuglfirðingurin er lítil og lættur, so fírdi hann ikki fyri at fara inn í hvønn einasta bólt, og hóast hann var mest eyðsýndur í álopspartinum, so var hann næstan altíð í røttum stað í verjuni. Byrjaði spakt Hóast dysturin gjørdist sera undirhaldandi í góða veðr­ inum í Fuglafirði í gjár, so sá tað ikki soleiðis út fyrstu løtuna. Bæði liðini bíðaðu eitt sindur, men tað sást, at ÍF ætlaði at vinna dystin, tí Bartal Eliasen og Frank Poulsen vóru báðir heilt frammi, meðan Andy Olsen og Dánjal á Lakjuni høvdu rættiliga fríar teymar á vengrunum. Men fyrsti tímin var ikki størsta fótbóltsliga uppliv­ ingin, sjálvt um Dánjal á Lakjuni ofta vísti síni kynst­ ur. Einasti veruliga stóri møguleikin í fyrra hálvleiki kom, var tá Andy Olsen í einum kontraálopi rann næstan alla longdina av stutta vøllinum í Fuglafirði, áðrenn hann valdi at skjóta á mál, heldur enn at spæla ein rættiliga leysan Dánjal á Lakjuni, og rakti tí ein Tehe Aristide. Næststørsti møguleikin Tá seinni hálvleikur veru­ liga var komin í gongd, hevði AB ongan veruligan møguleika havt, meðan ÍF heldur ikki hevði havt nakran heilt stóran møgu­ leika. Men so kom hann. Dánjal á Lakjuni setti Kenneth Jacobsen av og spældi flatt til Vincent Jacobsen, sum var komin inn fyri Frank Poulsen, sum brádliga stóð púra leysur framman fyri Tórð Thomsen inni í mál­ teiginum. Hann hevði nógvar val­ møguleikar, men valdi at skjóta beint á Tórð Thom­ sen. Størsti møguleikin Lítla løtu seinni kom tann størsti møguleikin í dyst­ inum. Aftur nú var tað Dánjal á Lakjuni, sum var sendir oman eftir vinstra vongi. Hann trekti inn í brotsteigin, setti Kenneth Jacobsen av, og legði bóltin beint í høvdið á Bartali Éliasen, sum hevði tómt mál at føra bóltin í. Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, hevur helst ergrað seg, tá Vincent skeyt á Tórð, men hevði Bartal Eliasen ikki fingið mál, so hevði tolið uttan iva verið burtur. Dreymaskot Nú sat ÍF á dystinum. AB royndi at koma fyri seg, men tað bleiv við at raka teir aftur, og ÍF kom til nógvar hálvar møguleikar, meðan AB altíð manglaði næstseinastu ella seinastu avleveringina, til møguleik­ an. So hendi tað aftur. Vinstra síða hjá ÍF arbeiddi hart og brádliga lendi bólturin hjá Andy Olsen, sum stóð beint innanfyri brotsteigarmark­ ið. Andy Olsen smekkaði til. Rakti stongina, og spaku­ liga fór bólturin í málið handan Tórð Thomsen, sum stóð væl í gjár. Satstið gav bakslag Nú satsaði AB alt, og tað rakti teir hart aftur, tí teir fingu framvegis ongan heilt stóran møguleika, hóast teir nú spældu við tveimum áloyparum. Hinvegin gjørdi ÍF sær dælt av hesum í yvirtíðini, tá Vincent Jacob­ sen gjørdi skaðan góðan aftur. Hann bleiv spældu leysur beint frammanfyri miðjuna og skjótur sum hann er, so rann hann frá all­ ari verjuni, og legði bóltin í málið. Endaliga úrslitið merki, at ÍF fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur vunnið ein dyst, og kann anda eitt sindur lættari, meðan AB brádliga hevur tvey lið beint aftanfyri seg, og matematiskt kunnu liggja til niðurflyting um tvey umfør. HB vann Mótasteypið Í gentudeildini, tað eru gentur 14­17, spældu KÍ og HB steypafinalu. Hetta eru eisini liðini, sum liggja fremst í landskappingini í hesari deild. KÍ legði seg á odda við máli, sum Soffía Purkhús gjørdi. Marianna Jacobsen javnaði fyri hálvleikssteðgin. Seinasta hálva tíman hevði HB munin í dystinum og skoraði trý mál – málskjúttar vóru Guðrið Eystberg og Birita Mortansdóttir, sum gjørdi tvey mál. Harvið vann HB steypafinaluna hjá gentum 4­1, og eftir finaluna handaði Sveinur Tróndarson HB­ gentunum Mótasteypið. Atli hevur frítt at fara Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti kann nú frítt finna sær nýtt felag. Danska felagið Frem, har Alti hevur spælt, er á veg á húsagang, og tað hevur við sær, at allir spælarar í felagnum eru leysgivnir at fara í onnur feløg at spæla. Atli Danielsen hevur ikki gjørt av, hvar hann fer at spæla, men ein møguleiki sigst verða, at hann fer at hjálpa KÍ­liðnum, sum helst fer at styrkja seg nú. John Petersen, annar av venjarunum hjá AB, var rættiliga vónbrotin eftir dystin. ­ Tað var ikki nógv, sum riggaði hjá okkum í dag. Vit haltaðu aftaná allan dystin. Vit vunnu ikki ein einasta luftbólt og kláraðu ikki at fáa spælið niðri á jørðini at hanga saman. Mann kann siga, at alt tað, sum vit avtalaðu, fingu vit ikki at rigga, segði John Petersen. Tó var hann sera fegin, at liðið megnaði at koma til hálvleiks við 0­0. ­ Vit kundu vera nøgdir við hálvleiksstøðuna, og gjørdu okkum klárar at spæla ein betri hálvleik, men tað riggaði bara ikki, staðfesti hann. John Petersen legði afturat, at teir høvdu verið nøgdir við javnleik úr Fuglafirði, men at teir nú eru vónbrotnir. Hinvegin er hann ikki bangin, hóast liðini aftanfyri AB byrja at nærkast. ­ Øll søgdu, at vit fóru beinleiðis niður, men vit hava skaffað rættiliga fitt av stigum. Hesum skulu vit bara halda fast við, segði John Petersen eftir dystin. ­eij Nummar 14 hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni, syrgdi fyri nógvum undirhaldi í gjár Mynd: Álvur Haraldsen ­ Tað er blivið so langt síðani, at vit hava vunnið, at eg næstan ikki minnist, nær tað var, og tí var hesin sigurin øgiliga góður, segði Jón Simonsen, venjari hjá ÍF eftir dystin í gjár. Hann greiðir somuleiðis frá, at teir roknaður við, at AB fór at liggja langt afturi á vøllinum, og tí setti ÍF rættiliga nógv fólk fram. Bartal Eliasen var fluttur í álopið og tað gav sambært venjaranum rættiliga nógv. Hinvegin hevur Jón Simonsen ikki nakran greiðan málsetning fyri restina av árinum. ­ Vit skulu fyrst koma ordiliga burtur úr botinum, og so taka vit ein dyst á gangin, og síggja hvussu langt tað ber. Men vit hava tveir dystir áðrenn summarsteðgin og fyri teir vilja vit hava seks stig, segði hann. -eij Fegin ÍF venjari Lítið riggaði ÍF – AB 3-0 (0-0) Dánjal á Lakjuni skein