Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 114 - 18. juni 2009 Føroyingahavnin, sum einaferð hevði stór an týdning fyri føroyingar, er í dag ein rættiligur spøkil si sbýur og skamblettur fyri Føroyar. - Sjó mans- heim ið er ein syrgilig sjón eins og alt annað, vit sóu. Eitt klaver ligg ur koppað á gólvi- num og alt, sum kann oyðileggjast, er oyðilagt. Vit vóru eisi- ni uppi á loftinum; har liggja sálmabøkur og føroysk bløð og rekast um tað heila, sigur Bárður Juul Arge Jacobsen, sum saman við fýra øðrum vitjaði í Føroyingahavnini her fyri Føroyingahavnin Birgir W. Høgnesen/ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Gert Waagstein Johansen Fimm føroyingar, ið starvast sum handverkarar í Nuuk í Grønlandi, vóru ein sunnu­ dag herfyri í Føroyinga­ havn ini og sóu, hvussu skilið har er. Allir eru teir samdir um, at tað er ikki tespiligt, sum har sær út, nú bygningar og bryggja eru í so ringum stan di, at tú kanst koma tær illa fyri við bara at hyggja innar, har áður var virk­ semið og lív. Mangan hevur verið frammi um, hvønn týdning Føroyingahavnin áður hevði fyri føroyingar, fyri før­ oysk an útróður, skipa­ tænast ur til okkara siglandi, og hvønn týdning virksemið hevði fyri tey mongu, sum arbeid du har, bæði í fiski og við veitingum og tænast­ um gjøgnum mong ár. Bárður Juul Arge Jacob­ sen er ein av føro y ing un um, sum hendan sunnu dagin fekk høvi at vitja í Før oy­ inga havnini, har før oyingar ongantíð hava ruddað upp eftir sær aftur. Syrgilig sjón Bárður sigur, at tað var ein ord ans hvøkkur, sum teir fin gu, tá teir sóu Før oy­ inga havnina. ­ Tað er ræðuligt at síggja, hvussu alt er farið. Hetta sær út, sum ein rættiligur spøkilsisbýur. Hann sigur, at teir fingu ikki lagt at við bátinum, teir vóru komnir við, tí bryggjan var so illa farin. ­ Bryggjan er øll hoyknað saman. Vit noyddust tí at klint ra í land, meðan báturin bíð aði eftir okkum úti á fjørði num. Men hvat var tað so, sum hesir fimm føroyingarnir sóu? ­ Alt, vit sóu, var barasta so syndarligt. Báður vísir á, at niðri á bryggjuni stendur eitt flaka­ virki, og her er takið smokk­ að niður í bygningin, eins og allir bygningarnir niðri við tað, sum einaferð var bryggja, eru í sori. Hvussu víða fóru so hesir føroyingarnir, sum nú fingu hetta høvi? ­ Jú, vit vóru inni í fleiri bygningum, men allastaðni sóu vit tað sama – alt var í sori, eisini innan í bygn ing­ unum. Meðan teir hendan dagin vóru í Føroyingahavnini, vóru teir soleiðis eisini inni í bygninginum, sum eina­ ferð var eitt sjómansheim, har mangur føroyingur, bæði arbeiðsfólk, gestir og vitj an di, hava góð og fjálg minnir. ­ Sjómansheimið var ein sera syrgilig sjón eins og alt annað. Eitt klaver lá koppað á gólvinum og alt, sum kun di oyðileggjast, var oyði lagt. Vit vóru eisini uppi á loftinum á sjó mans­ heiminum; har lógu sálma­ bøk ur og føroysk bløð og rókust um tað heila, sigur hann. Skammblettur Men hvat halda so hesir menni nir um, at føroyingar bara eru farnir soleiðis úr Grøn landi og hava latið Før oy inga havnina ligið, sum hon liggur? ­ Vit allir, sum vóru við hendan túrin, halda, at hetta er ræðuligt. Føroy inga havn­ in hevur einaferð verið stór og hevur havt stóran týdn­ ing fyri føroyingar og før­ oyska søgu í Grønlandi. Í dag er hetta ein rættiligur skamm blettur fyri allar Før­ oyar. Báður vísir á, at yngra fólkið í Føroyum veit ikki, hvønn týdning Før oy inga­ havnin hevur havt fyri Før­ oyar, og hvussu nógv virk­ semi í sínari tíð var har yviri. ­ Her var flakavirki, sjó­ mansheim, handil, smiðja, bio grafsalur og fleiri íbúðar bygn ingar. At hava slept øllum hesum, soleiðis sum tað liggur í dag, er – og eg endurtaki – ein stór skomm fyri Føroyar. Men kann Før oy inga­ havnin bjargast? ­ Nei, har gerst einki nú. Nú er alt í so vánaligum standi, at her er bara eitt at gera – at fáa ruddað alt hetta burtur. Standurin er so ringur, at fólk kunnu koma til skaða bara við at fara inn í bygningarnar. Vit stúrdu fyri, at okkurt av tøkunum fór at detta saman og niðuryvir okkum, meðan vit vóru har, sigur hann. Beinast burtur Áheitanin hjá Bárði á før­ oyskar myndugleikar er, at hesir mugu syrgja fyri, at alt í Føroyingahavnini verð­ ur beint burtur. ­ Um hetta ikki skal gerast til eina uppaftur stør ri skomm, eiga okkara myndu ­ Aftast, f.v.: Páll Sjúrður Jacobsen, Dia Jacobsen og Gert Waagstein Johansen. Fremst, f.v: Jan F. Petersen og Báður Juul Arge Jacobsen, sum vit hava havt samrøðu við Føroyingahavnin – ein føroyskur spøkilsisbýur í Grønlandi