hósdagur 18. juni 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 114 - 18. juni 2009
J
ohs var føddur 8. Juli
1861 í Klaksvík. Hann
var triðelsta barn hjá Johan
Christian Djurhuus og
Onna Elisabeth f. Kjelnes,
bæði ættað úr Havn.
Johannes gekk í real
skúla í Havn og fór í
august 1877 til Danmarkar
at læra apotekarayrkið.
Hann gjørdist næmingur á
Gl. Torvs Apoteki, og tók
hjálparaprógv har í januar
1881. Embætisprógv tók
hann í juli 1882.
Frammanundan hevði
Olaf Finsen sett Svane
apoteket á stovn í Havn.
Johs var í starvi i Havn
fyrsta summarið apotekið
var opið í 1883. Hann og
Olaf Finsen kendust frá
lestrartíðini niðri.
Tá ið Johannes í septemb
er 1883 fór aftur úr Føroy
um, fekk hann starv á
ymiskum donskum apotek
um. Hann var millum ann
að á Svane Apoteket í Keyp
mannahavn frá februar
1885 til november 1887.
Íðin í Føroyingafelag
Nú keypir hann part í ein
um vínhandli, sum fær
heitið Olsen og Djurhuus
og fer at starvast við vín
sølu. Hesi árini var hann
íðin limur í Føroyingafelag
í Keypmannahavn. Til
dømis var hann nevndar
limur árini 189197, men
annars var hann millum
teir fyrstu, sum gjørdust
limir í felagnum, tá ið tað
var stovnað í 1881. Og
kaga vit í fyrstu songbók
ina, prentað á føroyskum í
1892, “Føriskar vysir,”
finna vit frá hansara hond
fýra yrkingar. Nr. 34
“Minnir úr Førjun,” nr. 35
“Fyri Førjun” nr. 36 “Fyri
Førjafølkje” og nr. 38 “Ain
Førjafer.”
Í januar 1899 fór Johs
aftur í starv á Svaneapotek
inum í Keypmannahavn,
og her starvast hann á
sumri 1909, tá ið hann
fekk áheitan um at vera
vikarur kom fyri Olaf
Finsen, sum skuldi av
landinum eina tíð.
Vildi gerast apotekari
í Havn
Tað er greitt, at Johannes
Djurhuus hevði lagt eina
ætlan, nú hann fer heim
aftur til Føroyar, og tað var
sjálvur at reka apotek.
Áðrenn hann leggur frá
landi í Keypmannahavn,
sendir hann umsókn til
løgmálaráðið dagfest 3.
mars 1909 um loyvi til
stovna og reka eitt apotek í
Havn. Longu 11. januar
sama ár hevur hann skrivað
umsókn til Tórshavnar
Býráð um tað sama. Her
vísir hann á, at síðan
apoteksdeikd varð sett á
stovn í 1883 er fólkatalið
nærum tvífaldað. Nú
búgva um 18.000 fólk í
Føroyum, og læknatalið er
eisini nærum tvífaldað.
Teir eru nú seks í tali. Um
tilsvarandi viðurskifti í
Danmørk sigur hann, at
har krevst fólkagrundarlag
uppá okkurt um 8.000 fólk
við tveimum, trimum
læknum til hvørt apotekið.
Hann vísir eisini á, at
sjúkrahús er í Havn, og
harumframt er komið eitt
bróstsjúkrahús uttan fyri
Havnina og tvey sjúkrahús
vóru úti á bygd. Hann
nevnir eisini, at um 150
fiskiskip á hvørjum ári
skulu hava medisinkistu
við ymiskum heilivági.
Tórshavnar kommuma
tekur undir við umsóknini
út frá tí sjónarmiði, at kapp
ing er gagnlig. Heitastur at
taka undir við umsóknini
var amtslæknin Jastrau.
Hansara fremsta grundgev
ing er, at apotekið sum tá
var, lá stak illa fyri “i
bunden af en snæver mørk
smøge” uttast í Tinganesi.
Amtmaðurin skilir ikki
hesa grundgeving, tí ætl
aða apotekið hjá Johs lá
bert 250 alin frá hinum.
Kanska lá okkurt annað
aftanfyri.
Løgtingið tók ikki undir
við umsóknini, hóast við
komndi løgtingsnevnd tók
undir við henni. Men hetta
fekk ikki tann stóra týdn
ingin. Tá ið Finsen kom
heim aftur av Danmarkar
ferð síni, fór Johannes
Djurhuus av Svane apoteki,
og við vanligum handils
loyvi stovnaði hann ein
sonevndan “medisin og
materialehandel”, sum
hann nevndi Tjaldurs
Apothek.
Finsen vendi sær bæði til
myndugleikar í Havn og
Keypmannahavn og mót
mælti. Men teir fingu ikki
hjálpt honum, tí gamla
apotekaralógin frá 1672
var ikki lýst at galda fyri
Føroyar.
Finsen royndu at stevna
Johannesi. Í fyrsta umfari
fekk hann eina bót uppá
200 kr, men hann varð
seinni, 2. November 1911,
fríkendur í Hægstarætti.
Finsens dugdi skjótt at
síggja, at hetta fór ikki at
ganga hjá honum. Tað vísti
seg eisini, at vørur, sum
Finsen ikki helt seg hava
loyvi at selja, kundu fáast
frá Johs.
Hann flutti tískil niður til
Vejle at reka apotek har.
Í 1913 verður nýggj
apotekslóg samtykt í ríkis
degnum og síðan av løg
tinginum. Fýra dagar
seinni fær Johannes Djur
huus kongaliga útnevning
sum apotekari. Hann keyp
ir innbúgv og vørugoymslu
frá Finsen, sum nú riggar
av í Føroyum.
Johs keypti Nólsoyar
stovu í 1910 og hevði apo
tekið har. Fyri at fáa meira
pláss verður ein hædd bygd
oman á í 1929. Nú vóru
eisini krøv sett til eitt
apotek. Apotekseftirlitið
helt framvegis ikki viður
skiftini hjá Johs vera nøkt
andi, men tað vildu ikki
streingja á broytingar fyrr
enn við eigaraskifti.
Johs opnaði deild á Tvør
oyri í 1931, og í 1932 opnar
hann deild í Klaksvík. Johs
doyr 20. oktober 1933.
Keldan til hendan part av
greinini er bókin “Er tað
nakað grøðandi” eftir Árna
Dahl.
Tá ið Johs doyr er hann
tann seinasti av Djurhuus
ættini hjá Faktorinum. Tey
sum arvaðu hann vóru
systkinabørn í báðar ættir.
Her má hava verið nógv
ir lutir og skrivligt tilfar.
Spurningurin er um nakað
kann vera til av hesum.
Annars fekk Josh tað
ummæli, tá ið hann varð
konfirmeraður á Viðareiði
23. apríl 1876, at hansara
"kundskab" var ug, tað
hægsta, sum kundi fáast og
"opførsel" var mg, sum var
meira miðal.
Egil var ein skilamaður
Tað, sum kann skoytast
uppí, er viðvíkjandi bróð
ursoni hansara Egil Henn
ing. Sum longu greitt frá
fekk pápi Egil, doktor
Sofus, ein syrgiligan deyða
í 1906. Egil flutti við
abbanunum og ommuni til
Havnar í 1908, har tey eftir
øllum at døma búðu inni
hjá Johs. Í nevndu grein
varð nevnt, at Egil ikki var
andaliga fullførur.
Men hetta er ein mis
skiljing. Tað finst ein dag
bók, sum Egil hevur skriv
að, og sum vísir, at hann
var ein stak skilagóður
drongur. Men hann var
ógvuliga sjúkur og var
nógv seingjaliggandi, til
hann doyði í 1919. Hesa
tíðina tóku Johs og systir
hansara Magdalena sær av
Egili. Hann skrivar eisini í
dagbókini, hvør ið vitjaði
hann. Hetta var fyri ein
stóran part kend fólk í
Havn.
Tað kemur eisini fram, at
Egil hevur havt samband
við mammu sína, sum fór
av landinum, tá ið hann var
heilt lítil. Umframt hevði
hann eisini samband við
mammubeiggja og omm
una í Danmark.
Hansara áhugaverda dag
bók fer at vera grundarlag
fyri fleiri Miðvikum seinni.
Johannes Olaus Vang Djurhuus:
»Skapti« Tjaldurs Apotek
Hetta er fjórða greinin um tey hjá Faktorinum. Hesa ferð umrøða vit Johs, sum hann varð
kallaður, og sum fekk apoteksverkið á føroyskar hendur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Komandi partur verður
um Eliesar Arge,
urmakara í Havn og
virkin í Ebenezer
f.v.
JOHANNES OLAUS VANG
DJURHUUS
7. JULI 1861
D. 20. OKTOBER 1933
---
MAGDALENE CHRISTINE
DJURHUUS
F. 13. MARTS 1859
8. SEPTEMBER 1925
Johannes Djurhuus byrjaði
Tjaldurs Apotek. Føroya
Fornminnissavn
Receptbrævbjálvi hjá Johs
Poul Johannesen (1867-1941) arbeiddi á apotekinum í Havn
í 55 ár frá 1883-1938. Kvinnan vinstrumegin er Anna Degn.
Genturnar eru t.v. Maria Sivertsen og Marsanna Mouritsen
Apotekið var í Nólsoyarstovu. Her eftir umbyggingina í 1929.
Føroya Fornminnissavn