Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eysturríkskur lækni heldur seg hava funnið orsøkina til mongu vøddaskað- arnar hjá føroyska álopsspælaranum FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Seinastu dagar hevur Todi Jónsson verið til uppvenj- ing í Salzburg í Eysturríki. – Tað er venjarin hjá okkum í FCK, Hans Backe, sum hevur sent meg, tí hann hevur sum fyrrver- andi venjari í Salzburg góðar royndir við uppvenj- ing av skaðum her, skrivar Todi Jónsson á heimasíðu síni. Todi hevur verið illa plágaður av vøddaskaðum seinastu árini, og hesir skaðar vóru eisini ein viðvirkandi orsøk til, at Todi gavst at spæla á føroyska landsliðnum. Funnið orsøkina Nú heldur ein eysturríkskur lækni seg hava funnið orsøkina til teir mongu vøddaskaðarnar. Hann heldur, at kokan hevur forskotið seg eitt sindur, og tað gevur tær mongu fipur- spreingingarnar. Í Salzburg er ætlanin at gera okkurt við hetta. – Eg venji tvær ferðir um dagin, har tað snýr seg um at venja vøddarnar og rætta kroppin upp. Tað er fram- vegis óvist, hvussu leingi eg verði her, sigur Todi á heimasíðu síni. Tað tykist tó púra greitt, at Todi fer ikki at spæla aftur fyri FC Keypmanna- havn í hesum árinum. Nr. 216 • hósdagur • 8. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hoyvíkingur stríðast fyri at venda skeivu gongdini seinastu vikuna HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Í kvøld hittast mansliðini hjá VÍF og H71 í Vest- manna. Fyri H71 ræður tað um at venda skeivu gongdini seinastu dystirnar. Hoyvík- ingar løgdu harðliga fyri við at vinna tríggjar teir fyrstu dystirnar í kapp- ingini, men síðani hava teir tapt tvær ferðir á rað. Í kvøld hava teir trupulan dyst í Vestmanna, har lið vanliga ikki fáa nógv við sær heimaftur. VÍF hevur munin VÍF mist fyrsta stig sítt farna vikuskiftið, tá topp- dysturin ímóti Neistanum endaði javnur. Vestmenningar hava vunnið allar hinar dystirnar í ár uttan stórvegis trupul- leikar, og teir eru tí favo- rittar til dystin í kvøld. Dysturin verður klokkan 19.00, og tað verður dómaraparið Kári Hansen og Trygvi Mortensen, sum fara at halda skil á. Lassin Isaksen skal døma tveir dystir í U19 kapping, og Tummas Pauli Olsen verður hjálpdómari FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Lassin Isaksen úr Klaksvík og Tummas Pauli Olsen úr Gøtu eru hesa vikuna í Luksem- borg, har teir døma í eini U19 HM-undankapping. Teir báðir altjóða dómararnir fóru úr Føroyum sunnudagin, og teir vera restina av vikuni í Luksemborg. Londini, sum luttaka í kappingini í Luksem- borg, eru Malta, Bul- garia, Danmark og vertstjóðin Luksemborg. Lassin Isaksen skal døma dystirnar millum Malta-Bulgaria og Luksemborg-Bulgaria. Tummas Pauli Olsen hevur uppgávur sum hjálpardómari. Lassin Isaksen hevur fleiri ferðir í ár verið uttanlands í dómara- ørindum, og hann fekk fyrr í ár fyrst A-landdyst sín. Harafturat hevur hann eisini dømt dystir millum feløg í euro- peiskari kapping. Um vikuskiftið var Grand Prix umfar í badminton spælt í Vestmanna BADMINTON Eyðun Klakstein Farna vikuskiftið var badmintonkapping í ítróttarhøllinií Vest- manna. Kappingin var bæði fyri ungar spælarar og vaksin. Tey ungu spældu í einmansleiki, meðan tey vaksnu kappaðust í tvímansleiki. Hjá monnum vunnu Herman Eysturoy og Aritra Nandy úr VÍF, meðan Erland Poulsen og Ísak Thomassen úr HBF vóru nummar tvey. Guri Poulsen og Elsa Thorkuldshøj úr HBF vunnu tvímansleikin hjá kvinnum, Elin Jacobsen og Guðrun Jacobsen vóru nummar tvey. Í blandaða tvímans- leikinum vóru Guri Poulsen og Erland Poul- sen best, meðan Guðrun Jacobsen og Herman Eysturoy vóru næstbest Tey ungu Genturnar kappaðust í fýra bólkum og dreing- irnir í trimum. Agnar Olsen úr VÍF vann kappingina fyri gentur 12 ár, Ólauva Bærentsen úr ÍF vann gentur 13 ár, Ulla í Dávastovu úr VÍF vann gentur 15, og Guðrun Poulsen úr VÍF vann kappingina hjá kvinnu- unglingum. Hjá dreingjum vann Ari Ellingsgaard úr ÍF kappingina fyri dreingir 11 ár, Filip Gram úr MBF vann dreingir 13 ár, og Niclas Eysturoy úr HBF vann dreingir 15 ár. Todi venur í Salzburg Todi Jónsson er til uppvenjing í Salzburg, har læknarnir halda seg hava funnið orsøkina til mongu vøddaskaðarnar hjá honum Mynd: Álvur Haraldsen Vestmenningar skulu í kvøld spæla ímóti H71, sum er steðgað upp eftir góða byrjan í kappingini. Mynd: Álvur Haraldsen H71 vitjar í Vestmanna Føroyskir dómarar í Luksemborg Tey vaksnu royndu seg í tvímansleiki Lassin Isaksen skal døma tveir dystir í U19 kapping í Luksemborg. Tummas Pauli Olsen er eisini við sum hjálpardómari 21 20 Nr. 216 - 8. november 2001 HJÁLPIARBEIÐI Orð: Ingrid Bjarnastein Mynd: Jens Kr. Vang Operatión Dagsverk-dag- urin var í gjár 7. november. Operatión Dagsverk er hjálpiarbeiði, sum næm- ingar á Studentaskúlanum í Hoydølum skipa fyri. Meiningin við degnum er, at ístaðin fyri at fara í skúla ein dag, fara næm- ingarnir út og arbeiða. Antin hjá eini fyritøku – ella eisini privat. Pening- urin, sum verður savnaður inn fer til Meksiko til indianarabørnini har, sum hava ógvuliga vánaligar útbúgvingarmøguleikar. Í gjár leitaði Sosialurin niðan í Føniks, sum er eitt akkumolatorvirki. Føniks hevur sett fimm næmingar úr ávíkavist 2. og 3. s úr Hoydølum til at mála høllina hjá virkinum. Lønin teir fáa fyri umleið átta tímar av arbeiði, er 400 krónur í hondina. Hetta ljóðar kanska heldur lítið, men hetta svarar til somu løn ein hevði fingið ein vanligan arbeiðsdag eftir skatt. Umframt tær 400 krónurnar fáa næmingarnir eisini morgunmat, døgurða, kaffi og sodavatn. Grundin til, at Føniks hevur valt at geva teimum 5 arbeiði í ein dag er, at tey spara bæði tíð og pengar, og harafturat fáa næming- arnir okkurt at takast við. Næmingarnir eru longu "stemplaðir". Teir eru allir í hvítum klæðum og ganga við málirullum í hondini. – Okkum dámar væl at vera her. Tað er deiligt at sleppa undan skúlanum í ein dag, fortelja tey. Ein partur av hjálpi- arbeiðnum fór fram á torginum í SMS, har limir úr Operatión Dagsverk nevndini seldu t-shirtir, bússur og annað - eisini til frama fyri indianarabørnini í Meksiko. Losjan, Odd Fellow Ambolturin, sum heldur til í Havnini, gav fyri lítlum mánaða peninga- gávur til sjúkrahúsini í Havn, Klaksvík og í Suðuroy. Upphæddin var áljóðandi 10.000 krónur til hvørt sjúkrahúsið, og ætlanin við peninginum er, at teir skulu nýtast til børnini PENINGAGÁVUR Ingrid Bjarnastein Losjan, Odd Fellow Ambolturin, fylti í farna mánaða 15 ár. Tað vil siga, at tað eru 15 ár síðani virksemið hjá losjuni byrjaði í Føroyum. Losjan er burturav ein hjálpifelagsskapur, ið hevur til endamáls at hjálpa har hjálpast kann. Odd Fellow er ein elli- gamal felagsskapur, sum upprunaliga er ein gamal frímúrarafelagsskapur, og í dag eru losjur hjá Odd Fellow runt í øllum heim- inum. Felagsskapurin er ikki knýttur at nøkrum átrúnaði og er hann eisini politiskt óheftur. Tó leggur Odd Fellow dent á, at limirnir eru knýttir at einum ella øðrum kristnum felags- skapi av tí at slagorðið, vinarlag, kærleiki og sann- leiki, hjá teimum byggir á eitt kristið grundarlag. Í sambandi við, at Odd Fellow Ambolturin fylti 15 ár høvdu limirnir avgjørt, at hátíðarhalda hetta á ein serligan hátt. Leygardagin 13. oktober vóru limirnir í losjuni, umboð fyri tey trý sjúkra- húsini og Sámal Petur í Grund stødd í húsunum hjá Amboltinum uppi á Grøn- landsvegnum. Eisini vóru fólk frá vinarlosjuni úr Íslandi til staðar, umframt umboð fyri stórlosjuna í Danmark. Gávurnar vórðu handað- ar umboðunum fyri sjúkra- húsini, og talur hildnar. Um kvøldið varð skipað fyri eini veitslu fyri limunum í losjuni saman við íslendsku gestunum. Vinarlag, kærleiki og sannleiki Húsini hjá Odd Fellow felagsskapinum. Teir tríggir ringarnir standa fyri vinarlagi, kærleika og sannleika Mynd: Jens Kr. Vang Operatión Dagsverk: Mála fyri indianarabørnunum í Meksiko C M Y K 20