fríggjadagur 19. juni 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2009
31
Prógv
16. juni tók Sigrid Vesturgarð prógv
sum Master í sernámsfrøði á Danmarks
Pedagogiske Universitet við sergrein í
inklusión.
Tina Mouritsen Niclassen og Súsanna
Eysturoy fingu tann 19. juni prógv sum
pedagogar í Professions Bachelor á
Hovedstadens Pedagogseminarium.
40 ára føðingardag
Leygardagin 4. juli kl. 19 haldi eg 40
ára føðingardag í HB-húsinum. Tey,
sum hava hug at halda dagin saman við
mær, eru vælkomin við. Boðið vinarliga
frá luttøku hjá Hansu á tlf. 215953 ella
Martin á 319109 í seinasta lagi 20. juni.
Tað hevði glett meg nógv, um tit, ið
koma, møttu í troyggjuni hjá tí liðnum,
tit halda við. Heilsan Knút Olsen HB
FAN NR 1.
70 ára føðingardag
Sunnudagin 28. juni fyllur Nanna Hjalta-
dóttur Skopun 70 ár. Føðingardagurin
verður hildin í Betania í Skopun 20. juni
kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 23. juni hava Paula Syderbø
og Tórður Mikkelsen, Hoyvík, silvur-
brúdleyp. Vælkomst verður frá kl. 17 í
húsunum hjá Starvsmannafelagnum, J.
H. Schrøtersg. 9, Tórshavn.
Týsdagin 7. juli, hava hjúnini Andrea og
Jan kristoffersen verið gift í 25 ár. Opið
hús verður í Starvsmannafelagshúsinum
J. H. Schrøtersgøtu 9 hendan dagin frá
kl. 14 til kl. 19. Hjartaliga vælkomin.
13. juli hava Per og Joan Højgaar Leirvík
silvurbrúdleyp. Opið hús verður í missións-
húskjallaranum frá kl. 18, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
14. juli hava hjúnini Ingrid Nord og Jóhan
Henrik Olsen Rituvík silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 18. juli í
bygdarhúsinum í Leirvík og veitslan byrjar
kl. 19. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða biðin um at siga
frá áðrenn 4. juli á 791189 ella á johan.
henrik.olsen@gmail.com ella ingrid.nord.
olsen@gmail.com.
Brúdleyp
Leygardagin 20. juni giftast í Frelsunar-
herinum í Vági Karina Magnussen og
Sølvi Kristiansen, Vági. Vígslan verður
kl. 15, og móttøka verður aftaná kl. 16,
har øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði
verður kl. 19 fyri innbodnum.
Leygardagin 20. juni giftast Monika
Weihe Poulsen, Runavík, og Oddur
Mohr Jakobsen, Kambsdalur. Vígslan
verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan
verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.
Leygardagin 27. juni kl. 14 giftast í
Strynø kirkju Petsi Tvørfoss ætta úr
Gøtu og Rasmus Friis Århus. Veitslan
er fyri innbodnum. Brúdleypsadressan
er: Jesper Friis, Mølle vejen 20, Strynø,
5900 - Rudkøbing, Danmark.
Leygardagin 27. juni giftast í Søgne
Gamle Kirke, Gunn-Mari Berntsen,
Søgne, Noreg og Tórálvur á Steig, Tórs-
havn. Veitslan verður hildin í Søgne fyri
innboðin.
Leygardagin 27. juni kl. 15 giftast
í Daler kirkju í Danmark Annufía
Joensen og Andrè Thomsen. Brúdleypið
verður hildið á Rudbølgrænsekro
fyri innbodnum. Brúdleypsadressan:
Ballumvej 18, 6280 Højer, Danmark.
Leygardagin 4. juli giftast Sólrun Michael-
sen, Tórshavn og Bjarne P. Lauridsen,
Vinderup, Danmark. Vígslan verður í
Vesturkirkjuni kl. 14. Eftir vígsluna er
móttøka í kirkjukallaranum, har øll eru
vælkomin. Veitsla verður fyri innbodnum í
Argja Róðrarfelag kl. 18.30.
Sunneva Thorsteinsson og Niels
Hovgaard verða vígd 4. juli kl. 14 á
Minnisvarðaøkinum í Vági.
Leygardagin 4. juli, kl. 14 giftast í
Kvívíkar kirkju Nelly Debes og Rúni
Christiansen, Kvívík. Eftur vígsluna
verður døgurði fyri innbodnum. Eftur
døgurðan verður vælkomst kl. 19 á
Vallalíð 3, Tórshavn.
Leygardagin 4. juli kl. 14 giftast í
Hvalvíkar Kirkju Elfrida Jacobsen
Hvalvík og Jóanes Jóhannesen Runavík.
Aftaná vígsluna verður kaffi og køkur í
Róðrarneystinum í Streymnesi til kl. 18,
har øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði
verður kl. 19 fyri innbodnum.
Leygardagin 11. juli giftast Dávur Berg
Saltnes, og Fríða R Olsen Rituvík.
Vígslan verður í Rituvíkar kirkju kl. 13.
Eftir vígsluna verður vælkomst í B68-
húsinum á Svangaskarði frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 18. juli kl. 15 giftast í
Fámjins kirkju Jonna Berg, Hvalba
og Jens Olivur Erlingsson, Tórshavn.
Vælkomst verður í Royn-høllini kl. 19.
Tilmelding á 375888 ella 259025, í
seinasta lagi 27. juni.
Leygardagin 18. juli giftast Joan Poulsen
og Janus úr Dímun. Vígslan verður kl.
13 úti í Torvanesi/”Prinsessugerði” á
Eiði. Aftaná verður lítið ábit Úti á Bø
54. Døgurði verður fyri innbodnum í
hølunum hjá Starvsmannafelagnum (í
Tórshavn) kl. 16 og eftir kl. 20 er opið
hús, har øll eru hjartaliga vælkomin til
ein bita og/ella okkurt gott til høvdið.
Fríggjadagin 24. juli kl. 15 giftast í
Vesturkirkjuni Halla Nolsøe Poulsen
úr Froðba og Poul Gudmundsson úr
Fuglafirði. Dagurin verður hildin fyri
innboðnum á Hotel Føroyum kl. 19. Um
spurningar eru hesum viðvíkjandi, ring
so á 269476
Leygardagin 25. juli giftast Anja
Jacobsen, Nólsoy og Thomas Joensen,
Esbjerg í Nólsoyar kirkju kl. 15. Veitslan
verður hildin í Pálsstovu, Tórshavn kl.
18.30. Tey sum ynskja at gleða okkum
við at koma, verða biðin um at siga frá
innan 1. juli. á 0045 28292078 (anja)
0045 25416720 (thomas) 327052
(kirsten & sørin) email thjo@dk.dsv.
com.
Sunnudagin 26. juli giftast Sarah
Hansen (Sandavágur) og Jón Suni
Christiansen (Vestmanna) í Sandavágs
kirkju kl. 13. Tey, íð ynskja at gleða okk-
um á okkara degi, eru vælkomin í SíF
húsi í Sandavági, frá kl. 14. til kl. 20.
Leygardagin 1. august kl. 13 giftast í
Oasuni Hanna Reinert Davidsen, Havn
og Martin Pætursson Hansen, Havn.
Veitslan verður í Oasuni kl. 18. Tey sum
vilja gleða okkum við at halda dagin
saman við okkum verða biðin um at
siga okkum frá í seinasta lagi 6. juli á
220102 ella 315062.
Leygardagin 1. august giftast Rannvá
Sigurðsson, Klaksvík og Malmberg
Olsen, Strendur. Vígslan verður í
Kelduni í Skálafirði kl. 14 og brúdleypi
verður í bygdarhúsinum á Strondum
kl 18. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma, vera vinarliga biðin um at
siga okkum frá aðrenn 1. juli á 591553
Rannvá. 596267/448557 Malmberg.
Leygardagin 8. august kl. 15 giftast
í Vesturkirkjuni Saloma Vatnhamar
Johannesen, Leirvík og Rógvi Ólavsson
á Heygum, Tórshavn. Veitslan verður í
AB-húsinum eftir kl. 18. Tey ið ynskja
at heilsa uppá brúðarparið, vinarliga sigi
frá innan 25. juli á 319986 og 272953.
Leygardagin 15. august kl. 13 giftast
Selma Kristiansen, Æðuvík, og Teitur
Herup Olsen, Tórshavn, í Havnar kirkju.
Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 18.30. Bussar koyra úr Havn
kl. 17. Tey, sum vilja gleða okkum við
at koma, kunnu siga frá á +45 27578645
(Selma), +45 50525554 (Teitur), 504761
(Jóna og Niels Juul) ella 317862 (Birna
og Regin) áðrenn 15. juli. Viðmerkið
vinarliga, um tit skulu við bussinum.
Leygardagin 15. august giftast Rannva
E. Hammer og Bárur Tindskarð. Víglsan
verður í Ebenezer kl. 14 og vælkomst í
Róðrarneystinum á Argjum kl. 19. Tey
sum vilja gleða okkum við at koma,
kunnu ringja áðrenn 1. august til 581712
(Rannva) ella 275852 (Bárur).
Leygardagin 15. august giftast Mia
Jacobsen, Tórshavn og James Mburu
Kagotho, Nakuru, Kenya. Víglsan
verður kl. 14 í Filadelfia, Tórshavn.
Vælkomst verður í Evangelihúsinum,
Tórshavn kl 19. Tey, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, verða biðin um at
siga frá innan 1. august til mia_jaz@
hotmail.com ella á 319975 (Elin) ella
321099 (Dánjal).
heilsanir
Góði Richard
Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 21. juni.
Kærastu heilsanir Frida, Petra og Olga
Góða Zoe
Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 21. juni.
Kærastu heilsanir Frida, Petra og Olga
Góðu Monika og Oddur
Hjartaliga tillukku á hjúnarbandsdegnum 20. juni
2009. Ófør vóru tit sum børn, munna skápini fara
at verða líka “ruddilig” í frammtíðini.
Heilsan vit øll
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á so
mangan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegnum,
flaggdagin 25. apríl 2009. Takk fyri gávur, blómur
og heilsanir. Vit og okkara børn takka fyri ein
hugnaligan og ógloymandi dag.
Hansina og Kári
Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum
sum á ein og annan hátt vóru við til
at gera hjúnarbandsdag okkara so
sera gleðiligan og ógloymandi.
Kærar heilsanir Paula og Gunleif Hansen
Eg vil takka tykkum,sum vóru við til at gera mín
fermingadag til ein ógloymandi dag.
Takk fyri gávur og telegram.
Vinarliga
Elinborg Guðrunardóttir Ellingsgaard