Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Barbeque 15 r Grillað squash Sker squashina sundur upp á longs. Smyr sløttu síðina við kryddaðum oljublandi. Legg á grillina, til squashin næstan er moyr. Hav afturvið kjøti ella øðrum. Grillað squash Grillfavorittar í summar Marineraði spareribs Laksakotelettir Marineraðar høsnarungabringur Maisaks við kryddsmøri Jómfrúhummarar við hvítleykssmelti Blámuferskur til afturvið Fyll blámuost í miðjuna av hálvum dósaferskum – grilla eina løtu Summarslig salat við dressingi 1 pakka av rucola 1 kopp av tiðnaðum ertrum 2 perur Evt. nøtabland 4 spsk. av góðari olivinolju 1 spsk. av dijon-sinoppi 1 spsk. av hunangi 1 spsk. av sitrónsevju Krydda við havsalti Epli á grillina 1. Skiva forkókað epli í ein foliubakka. Krydda við salti, pipari og rivnum muskati. Drússa við rivnum osti og oregano. Set á grillina til osturin er smeltaður. 2. Sker ein kross í eitt epli. Krydda við salti og øðrum sum tær dámar. Balla eplið í staniól, og legg tað niðurvið síðuna á grillini, so tað fær góðan hita frá kolandi heitu glóðunum. Prika í epli av og á fyri at vita um tað er bakað.