fríggjadagur 19. juni 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 19. juni 2009
37
inngangur
grams.fo
Grovari
enn nakrantíð
Byrjað dagin saman við okkum.
Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum.
M
i
n
.
6
%
f
b
u
r
M
a
x
2
%
f
e
i
t
t
Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61
Í suðursvenska býnum Åhus
stendur ein sera vakur 100
ára gamalur bygningur, ið
fólk á staðnum rópa fyri
”Spritkyrkan” (sí mynd).
Tað ljóðar at arkitekturin, ið
teknaði bygningin í 1904,
Edward Ohlsson, fekk íblástur
frá lokalu kirkjuni og annars
tjóðskaparørsluni sum var rák,
ið tá ávirkaði bæði samfelag
og list.
Í dag er Spritkyrkan í Åhus
meira kend sum staðið har
Absolut vodka verður brent.
Ein milliarda-forrætning um
allan heim. Svenska tjóðin
seldi Absolut í 2006 til franska
felagið Pernod Ricard. Absolut
er triðstørsta brennivínsmerki
eftir Smirnoff og Bacardi.
Tað er heilt greitt at
rúsdrekkalógin forðar fyri at
brennivín kann framleiðast í
Føroyum. Eingin ivi um tað.
Men hóast tað, kunna
lesararnir í dag á forsíðuni á
Grams síggja stóra mynd av
føroyskari vodka-fløsku. Og tað
frættist í gjár at føroyskt vodka
nú er at fáa í Rúsdrekkasølu
Landsins, Eldvatn, teir rópa.
Hvussu ber hetta til?
Jú, tað er føroyska fyritøkan
Dism, sum eisini ger snapsin
Lívsins Vatn, ið aftur er farið til
verka.
Og hesuferð eitt stig víðari.
Teir hava siglt gott føroyskt
kelduvatn tvørtur um hav
til Íslands og saman við
hveitispritt destillerað tað til
vodka. Síðani hava teir siglt tað
tvørtur um hav aftur til Føroya,
men nú við prosentum í, heili
37,5 %.
Á bak-etikettuni stendur at
lesa, at brennivínsframleiðsla
ikki er loyvd í Føroyum, tískil
er hendan vodka-fløskan
framleidd í útlegd. Og so stórt
Merkið undir liðini.
Etikettan tenderar næstan
eitt ”politiskt innlegg” í
kjakinum um rúsdrekka-
framleiðslu í Føroyum.
Og kanska er stundin eisini
komin at fáa eitt kjak um hesi
viðurskifti.
Eiga vit at loyva brennivíns-
framleiðslu í Føroyum
eins og í øllum hinum
Norðanlondunum?
Hví ikki?
Brennivíns-
framleiðsla
Mortan í Hamrabyrgi