fríggjadagur 19. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 19. juni 2009
Smirnoff
(reytt)
Eldvatn
Skyy
38
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Super Premium
vodka úr Russlandi
Ummæli: Nakað ramur
angi av hesum ráa vodka-
kenda. Hetta er ikki elegansa,
men tvørturímoti meira
“óraffineraður” stílur, hóast
dropadrivið tríggjar ferðir.
Smakkurin er somuleiðis eisini
meira kavráur og brennandi.
Kenslan er nakað klombrut.
Ikki nógv “smoothness” ella
dárandi eftirsmakkur. Nevan
millum eyguni!
Kostnaður: Kr. 217,50
(70 cL, 37,5 % abv)
Skoðsmál:
Uppruni: Premium vodka úr
Føroyum
Ummæli: Sera reinur angi av
vodka, men tó sanniliga við
sermerktum eyðkenni. Hoyggj
við sera fínum tónum av
leygarurt og rósum. Smakkurin
silkimjúkur og neyvur. Frálíka
Fransakeldu-vatnið av Argjum
smæðist ikki burtur. Okkurt
sitrus- og lakres-kent í
eftirsmakkinum. Frálíkt vodka!
Bæði at blanda við og sum ein
reinsandi “skolari” afturvið
mati.
Kostnaður: Kr. 214,00
(70 cL, 37,5 % abv)
Skoðsmál:
Uppruni: Premium vodka úr
USA
Ummæli: Sera reinur
angi. At kalla fullkomiliga
neutralur angi. Somuleiðis
við smakkinum, ið er kínandi
bleytur, men smakkleysur. Sum
at stinga tunguna út gjøgnum
vindeygað! Hetta er sum so
meint jaligt. Tað er jú tað
sum eyðkennir dygdar-vodka.
Tað reina á markinum til tað
smakkleysa. Skyy er jú eisini
dropadrivið fýra ferðir. Gott
vodka at blanda við!
Kostnaður: Kr. 234,00
(70 cL, 40 % abv)
Skoðsmál:
Orðið vodka hevur sín uppruna
í russiska orðið ’voda’, ið merkir
vatn. Talan er sum kunnugt
um ein kláran alkoholiskan
drykk við alkoholstyrki
uml. 37-60 % abv. Fólk í
landnyrðingspartinum av
evropa hava í øldir brent vodka.
Bæði í Norðanlondum, men
eisini longur eystuir í Russlandi,
Pólandi, Ukreina og Georgia.
Vodka kann brennast úr
bæði hveiti, rug og eplum.
Hetta smakkast aftur í lidnu
vøruni. Hveiti verður mett
at geva fínasta smakkin
við størstu fylluna. Vatnið
hevur sjálvsagt eisini stóran
týdning. Gjarna er tað bleytt
kelduvatn við hóskandi nøgd
av mineralum, ið gevur besta
úrslitið.
Vatn og etanol er
høvuðsinnihaldið í vodka.
Viðhvørt kennast atsmakkir.
Tá er vodka’ið ikki so reint og
verður ikki hildið at vera líka
fínt.
-Gott vodka skal smakka sum
tynt hospitals-spritt, segði ein
á sinni.
Veit ikki um tað er rímiligt
at halda, men tað tykist semja
vera um, at gott vodka er
eyðkent við reinleika og fínleika
í anga og smakki, og mjúkleika
í kenslu og eftirsmakki.
Enska orðið, ið oftast veður
tikið uppá tunguna, tá ið
dygdar-vodka skal lýsast er:
smoothness!
Í mínari verð snýr hetta
heitið seg bæði um smakk og
kenslu. Rennur vodka’ið sum
eftir einum silki-laki ella einum
sandpappíri…
Smoothness er fyri ein part
ein spurningur um hvussu
ofta vodka’ið er destillerað.
2-3-4 ferðir er tað vanliga.
Eisini filtrering hevur stóran
týdningin fyri hvussu reint og
mjúkt endaliga vøran upplivist.
Eldvatn er nýtt vodka-
slag, enntá við føroyskum
uppruna. Stigtakararnir og
heilarnir aftanfyri eru tveir
suðuroyingar. Vatnið er enntá
eisini føroyskt. Gott vatn frá
Tórshavnar Kommunu, av
sokallaðu Fransa-kelduni,
ið ber orð fyri at vera bleytt
og vælsmakkandi vatn. Men
framleiðslan fer sjálvsagt ikki
fram í Føroyum. Tað loyvir
núverandi lóggáva ikki. Hesir
føroysku íverksetararnir hava
”outsourcað” framleiðsluna
til Íslands. Men hugskotið,
fyritøkan og ein tann
týdningamiklasta rávøran,
vatnið, eru føroysk. Dism
upplýsir í tíðindaskrivi, at
Eldvatn hevði helst ikki verið
framleitt øðrvísi um tað kundi
framleiðast í Føroyum. Vatnið
hevði verið tað sama og teir
høvdu keypt sama hveiti-spritt
og destillerings/filtrerings-
útgerð, sum teir brúka nú. Men
nøkur arbeiðspláss og inntøkur
høvdu komið afturat. Eldvatn
er destillerað ella dropadrivið
sum tað so vakurt eitur, tríggjar
ferðir. Sum tað sæst á prísinum
er Eldvatn eisini rættiliga
kappingarført. Góðskan er í
topp og prísurin nakað lægri
enn hjá hinum.
Kappingarneytarnir í dag
er fyrst og fremst vælkenda
Smirnoff, reyða útgávan, ið er
dropadrivin tríggjar ferðir og
telur 37,5 % í alkoholstyrki.
Hóast upprunaliga russisk,
so er Smirnoff-brandið í dag
ogn hjá bretsku fyritøkuni
Diageo og er í dag mest selda
brennivín í heiminum saman
við Bacardi rom.
Amerikanska Skyy-vodka er
rættiliga nýtt merki. Fólk, ið
hava fylgt sjónvarps-røðina
”Sex and the City”, kenna
ivaleyst navnið aftur. Skyy
var slagið man drakk í New
York um man var cool eins og
Carrie, Samantha, Charlotte
og Miranda. Skyy er sokallað
super-premium vodka,
dropadrivið fýra ferðir og telur
40 % abv.
Hvussu skal vodka drekkast?
Bert ella í drinksum? Og
skal tað vera vodka og sitrón
ella klassikaran Vodka Martini
blandað við vermouth, eins
og hann sjálvur James Bond?
Shaken not stirred!
Nógvir eru møguleikarnar.
Nú ber so eisini til at royna
føroyskt vodka, ið eftir mínum
tykki er hepnast sera væl.
Vodka
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.