fríggjadagur 19. juni 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 19. juni 2009
39
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Týsdagin í vikuni var stór
ráðstevna á handilsskúlanum
CBS í Keypmannahavn. Eini
500 fólk vóru komin saman at
hoyra um stóru granskingar-
verkætlanina OPUS, ið
skal kanna hvørt vaksandi
trupulleikin við ovurfita
hjá fólki kann vinnast við
vælsmakkandi norðurlendskum
mati. Og sum undirheiti,
hvørt matvøruframleiðslan
kann leggjast um til meira
burðardygga framleiðslu.
Hetta ljóðar kanska einfalt,
men alt rákið við Ny Nordisk
Køkken-symposium sum
Claus Meyer tók stig til í
2004, Ny Nordisk Mad við
Norðurlandaráðharraráðið í
2005 og noma sum millum
heimsins bestu matstovur í
2008 hevur fingið Nordea
Grunnin at spýta 100 milliónir
krónur í OPUS-verkætlanina,
sum læknin og granskarin
Arne Astrup hevur tikið stig
til og skal standa fyri á bio-
vísundaliga fakultetinum á
Københavns Universitet.
Við vísindaligum royndum
fara teir næstu fimm árini at
kanna heilsugóðar eginleikar,
góðan smakk og burðardygd
í einans norðurlendskum
mati og síðani seta saman
nýggj norðurlendsk kostráð,
ið skal koma øllum børnum
og vaksnum til gagns í
Norðanlondum. Og sum
nevnt fer OPUS eisini at
hugsa um umhvørvið. Hvussu
matframleiðslan kann skipast
á betri hátt. Serliga verður
hugsað um landbúnaðin.
Nógv spennandi fólk
hildu áhugaverdar fyrilestrar
á ráðstevnuni. Jan Krag
Jacobsen, lektari á RUC,
Claus Meyer, adjungeraður
professari á KU LIFE, Kim
Fleischer Michaelsen,
professari á KU LIFE, Arne
Astrup, professari á KU LIFE,
Elling Bere, føðslugranskari á
Agder Universitet (Noreg), Tor
Nørretranders, rithøvundur,
Lars Ove Dragsted, professari
á KU LIFE, Bi Skaarup,
søgufrøðingur, Per Kølster,
bryggjari og bóndi, Thomas
Harttung frá fyritøkuni
Årstiderne, Anne-Birgitte
Agger frá Københavns Madhus
og Steen Nepper-Larsen,
heimsspekingur á Århus
Universitet.
Fyrilestrarnir snúði seg bæði
um granskingarúrslit um
hvat er heilsugóður matur og
hvussu vit í norðanlondum
hava etið áður og hví vit eta
sum vit gera í dag.
Fólkini handan OPUS tykjast
vera vís í, at serlig evni finnast í
norðurlendskum mati, ið bæði
kunna geva okkum góða heilsu
og smakk-upplivingar.
Tað verður í hvussu so er
spennandi at fylgja við á hesum
øki. Kanska Føroyar kunna
geva eitt íkast við heilsugóðum
norðurlendskum kosti.
Claus Meyer spurdi meg
hvørt nakar gjørdi burturúr
føroysku berini í haganum,
ið eftir øllum at døma eru
sprenfull av vitaminum og
mineralum.
Livst so spyrst.
New Nordic Diet