Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 116 - 22. juni 2009 Jarðskjálvti við Svalbard Fyrrapartin í gjár skalv havbotnurin við Svalbard av einum jarðskjálvta, sum sambært norska jarðfrøðistovninum var 5,1 á Richterstiganum. Mátingar vístu, at miðdepilin í skjálvtanum var 150 fjórðingar í útsynning úr Longuerbýnum og einar 450 fjórðingar í útnyrðing úr Tromsø. Jarðfrøðingurin Jan Fyren sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at skjálvtin var so mikið harður, at fólk í Longyerbýnum mundu merkja hann. Hetta er annar jarðskjálvtin við Svalbard seinastu mánaðarnar. Í mars var ein jarðskjálvti í útnyrðing úr oyggjunum. Hann var 6,4 á Richterstiganum. Mærsk broytir kós Tey seinastu árini hevur A.P. Møller - Mærsk brúkt einar 60 milliardir árliga til skipakeyp, men nú verður lokið lagt á kassan, skrivar Berlingske Tidende. Ístaðin fyri fer felagið at gera íløgur í vinnugreinar, sum løna seg betur. Nils Søndergaard, forstjóri, sigur við blaðið, at reiðaríið Maersk Line hevur givið lítið av sær tey seinastu árini, og at tað er torført at fáa fíggjarligan vinning burtur úr siglingini. Tí fer felagið at leggja á annan bógv og at gera íløgur í olju og havnir ístaðin fyri. Umframt vanliga endurnýgging hevur Maersk Line brúkt nógvar pengar tey seinastu árini til at keypa kappingarneytar Sealand og P&O Nedloyd. Upptøkurnar til raðsendingina Buzz Aldrin byrja í morgin, og onkrar av upptøkunum krevja heilt upp til hundrað statistar FILMSUPPTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Norðurlendska filmsliðið stendur nú við enn ein varða á leiðini at framleiða teir fýra partarnar av raðsend­ ingini, Buzz Aldrin. Longu í 2005 var leik­ stjór­in, Geir Henning Hop­ land fyrstu ferð í Føroyum í sambandi við raðsendingina, og tá fekk høvundurin, Johan Hattstad, sannført hann um, at hetta var rætta skaldsøgan at gera til film. Tað hevur tikið sína tíð at fáa fíggingina upp á pláss, men nú er so klárt at fara undir upptøkurnar, sum fyrstu tíðina fara fram í Tórshavn. - Í fyrsta umfari verða vit seks vikur í Føroyum. Tilsamans skulu vit taka upp fýra partar, sum hvør verður 58 minuttir langur, sigur Geir Henning Hop­ land. Tað hevur tikið sína tíð at savna leikararnar, og høv­ uðs­leiklutin sum Mathias hevur norski sjónleikarin Pål Sverre Hagen fingið. - Tað hevur verið við spenn­ingi, at eg gjøgnum cast­ing eri sloppin gjøgnum nálareygað og havi fingið hendan leiklutin, sigur Pål Sverre Hagen. Hann er ikki púra óroynd­ ur innan sjónleik, og hevur verið við í bæði filmi og í sjónleiki áður. Nógvir statistar Fyrr í vár vóru norðmenninir í Føroyum aftur fyri at finna hóskandi locations, og sum skilst verður ein stórur partur tikin upp við Gjógv. Men sum nevnt verður eisini nógv tikið upp í Havn, ein jarðarferð skal tak­ast upp í Saksun, um­framt at upptøkur eisini verða gjørdar í Suðuroy. Tað er ein drúgv uppgáva at taka film upp, og í meðal verður roknað við, at tríggir minuttir og 20 sekund koma í kassan dagliga av eff­ekt­ ivari upptøkutíð. Samstundis skulu eisini brúkast nógvir statistar í film­inum. Herfyri varð sókn­ast eftir fólki, sum kundu verða við til eina jarðarferð, sum skal takast upp í Saksun, og har skulu teir brúka ikki færri enn eitthundrað statistar. Kortini sigur Geir Henn­ ing Hopland, at tað hevur gingist væl at finna tey fólkini, sum teir skulu brúka til upptøkurnar. Langur tíðarhorisontur Sum longu nevnt varð so smátt farið undir fyri­reik­ ing­ar til upptøkurnar í 2005. Nú, fýra ár seinni, byrja upptøkurnar so, og tíðarætlanin sigur, at teir fýra partarnir verða sendir í sjónvarpi á heysti 2010. Higartil hava sjónvarpini í Noregi, Svøríki, Finlandi og Føroyum verið við til at stuðla upptøkunum fíggjar­ liga, og tað verður eisini í hesum fýra londunum, at raðsendingin fyribils verður víst. Men skaldsøgan er komin út í 11 londum higartil, og er á veg á amerikanska markn­aðin, so vónað verð­ ur, at onnur lond fáa eyguni upp fyri raðsendingini. Norðurlendsk manning Sum longu nevnt eru fleiri føroyingar við í raðsend­ing­ ini, og onkur teirra hevur onkr­an av størru leiklut­un­ um. Onkur dani er somu­ leiðis við, at tað er alt hent gjøgnum castingina. Rikke Lylloff er ein teirra. Hon hevur gingið á sjónleikaraskúla í Odense, og umvegis eitt uppslag á skúl­anum hevur hon so fing­ ið ein av størri hjá­leik­lut­ unum. Nú lærir hon seg so at tosa »gøtudanskt« við góð­ ari hjálp frá Beintu Clothier, sum eisini gongur á sama skúla í Odense. Upptøkurnar byrja so í morgin og halda fram í seks vikur, har Havnin verður út­gangsstøði. Tilsamans verð­ur roknað við at upptøk­ urnar fara at vara í 13 vikur. Upptøkurnar fara eisini fram í Oslo, men stóri part­ urin verður altso upptikin her í Føroyum. Byrja Buzz Aldrin í morgin Leikstjórin, Geir Henning Hopland, høvuðsleikarin, Pål Sverre Hagen og danska Rikke Lylloff uttanfyri Norðurlandahúsið Mynd: Jens Kristian Vang