Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 117 - 23. juni 2009 > Samskip søkir eftir formanni til frystigoymsluna í Kollafirði Starvslýsing: Sum formaður fært tú høvuðsábyrgd av øllum tí dagliga arbeiðinum á goymsluni. Tú kemur eisini at hava ábyrgd av, at skrásett verður í telduskipanini á fullgóðan hátt. Formaðurin syrgir í hesum sambandi eisini fyri, at manna- gongdirnar framhaldandi vera mentar í HACCP, góðsku- skipanini, til tess at tryggja, at heilsufrøðilig krøv og kundans ynskir verða gingin á møti. Starvskrøv: Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, hevur góð samstarvs- og samskipanarevnir og dugir at samskifta við umhugsni – eisini tá ið harðast leikar á. Eisini vænta vit viðkomandi telduførleika og royndir. Seinasta freist at søkja er 03. juli kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. E N N E M M / S Í A / N M 3 8 3 3 5 > Fyrirtøkan Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutningsfyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í 2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini. Tvey skip, á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum. Vit bjóða: • Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum kappingarumhvørvi • Eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi • Góðar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður Meira kunning: Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Mad- sen, deildarleiðara hjá Samskipum í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva til t-post niels.madsen@samskip.com Løn sambært avtalu. Umsókn skal sendast til: Samskip P/F Bryggjan FO-410 Kollafjørður Næmingar í 3.p í pedagogskúlanum hava á fundi í Menta­ málaráðnum fingið tilsøgn um, at tað verður betri skil á útbúgvingin komandi skúlaár Útbúgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nú royna fólk at koma nógva rumblinum um peda­ gogútbúgvingina til lívs, við í staðin at byggja upp ein meira konstruktivan dia­ log millum partarnar. Í gjár vóru nøkur umboð fyri 3.p á fundi í Menta­ mála­ráðnum saman við formanni Pedagogfelagsins og rektarunum á ávikavist Læraraskúlanum og Setrinum. - Fundurin var góður og siðiligir, og nú hava vit vón um, at viðurkiftini batna, tá vit koma í skúla aftur í aug­ ust, sigur Bjørt Joensen Dahl, sum hevur umboðað flokkin úteftir í málinum. Tað var í síðstu viku, at næmingar á 2. og 3. árgangi á pedagogútbúgvingini kærdu sína neyð til Menta­ málaráðið. Eisini fingu teir stuðul frá næmingum, sum luku útbúgving á skúlanum í fjør. Millum annað varð funnist at kunningini frá leiðslu skúlans, og at tey høvdu ikki fingið allar undirvísingartímar. Bjørt Joensen Dah greiðir frá, at kravið um betri kunn­ ing, skikkaðar lærarar og sum heild gjøgnumskygni í útbúgvingini vórðu viðgjørd í Mentamálaráðnum í gjár. Og at tey nú hava vón um, at í øllum førum hesi viður­ skiftini koma upp á pláss skjótast. - Men krøvini eru heldur ikki órímilig. Hetta er alt slíkt, sum átti at verið í lagi, so tað ber saktans til at fáa tey í rættlag, sigur Bjørt Joensen Dahl við Sosialin. Hóast tey eru vónrík og nøgd við avrikið, undir­strik­ ar hon, at hetta bara fevnir um málið hjá 3.p. - Kæran er framvegis til viðgerðar og gongur sína gongd við hoyringum og so víðari. Og vit hava onki við málini hjá 2.p ella koyrdu lærarunum at gera. So har eru framvegis fleiri vinklar, sum skulu viðgerast, áðrenn viðurskiftini á skúlanum eru komin í rættlag aftur, sigur hon við Sosialin. Men, sum sagt, so eru næm­ingarnir í 3.p vónríkir og vóna, at málið, sum byrj­ aði so negativt, nú vendir til nakað positivt fyri teirra viðkomandi. Nú lætnar yvir Læraraskúlanum nú letur til, at skýggini so smátt lætna yvir Læraraskúlanum