týsdagur 23. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 117 - 23. juni 2009
Millum tær 91 pisur
nar, ið verða klaktar
á Studentaskúlanum
og HF-skeiðinum
á Kambsdali í ár, er
ein serliga ung pisa.
Í morgun klokkan 11
fekk tann enn bert
17 ára gamla Anna
Nygaard húgvuna á
høvdið
Próvtøka
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
– Eg eri liðug tit! Hetta er
fyrsta veruliga reaktiónin,
tá tann bert 17 ára gamla
Anna Nygaard úr Saltangará
klokkan 11 í morgun fekk
studentahúgvuna setta á
høvdið eftir nakrar sera
nervøsar minuttir í bíði
støðu, meðan lærarin og
próvdómarin vigaðu Annu.
Úti í gongini stóð ein heil
rúgva av fólki, familja og
kenningar úr Danmark og
Føroyum klára at gratulera
henni við nýásettu studenta
húgvuni.
Í samfull trý ár hevur
Anna, saman við hinum
floks- og skúlafelagunum,
bart seg gjøgnum eina
rúgvu
av
skúlatingum,
nógvar frustratiónir, sitið
langar nætur við uppgávum,
veitslur og alt annað, ið
hoyrir studentalívinum til.
Men brátt er tað liðugt. Trý
ár farin. Húgvan sett á
høvdið. Pisan klakt.
Ein seinasta próvtøka er
yvirstaðin, og Anna Ny
gaard rundaði studentatíð
ina hjá sær av við einum
flottum 9 tali í enskum,
sum hon hevur havt á
hægsta stigi. Hetta, saman
við restini av próvtøkuúr
slitunum, ið liggja frá 8 til
11, geva boð um eitt prógv
av teimum heilt góðu, sum
Anna hevur við sær í skjátt
uni.
Eitt fantastiskt
upplivilsi
Anna Nygaard man vera
millum teir heilt fáu, um
ikki tann einasti, ið megnar
at vera liðug við student
sum bert 17 ára gomul.
Hetta kemst av, at hon í
1997 fór í skúla eitt ár ov
tíðliga, og av tí at hon eftir
loknan 9.flokk fór beinleið
is í studentaskúla. Hon fyll
ir tann 1. august, og var
sostatt júst fylt 6 ár, tá hon
fór í 1. flokk, og var somu
leiðis júst fylt 15 ár, tá hon
byrjaði í 1.s á Kambsdali.
Nú knøpp trý ár seinni
kann hon kalla seg student
upp á met stutta tíð.
Hevur tað verið strævið?
– Nei, tí eg haldi sjálv at
eg var á sama støði fakliga
og sálarliga sum øll hini, tá
eg byrjaði. Tað hevði kanska
verið ein trupulleiki, um eg
ikki kundi fylgt við hinum,
men tað hevur ikki verið
nakar trupulleiki heldur. Eg
havi sum so ongantíð følt
meg yngri enn hini, leggur
Anna Nygaard dent á.
Sjálv sigur Anna, at
skúlatíðin hevur verið eitt
fantastiskt upplivilsi, og at
øll gongdin hevur verið við
til at menna hana sum
menniskja.
– Hevði eg byrjað í skúla
til tíðina, hevði lívið hjá
mær kanska sæð heilt øðr
vísi út í dag, sigur Anna við
einum væl nøgdum brosi.
Songfuglur burturav
At verða liðug sum student
ur upp á met stutta tíð, er
ikki einasta bragdið, ið
Anna hevur framt. Á sumri
í fjør vann hon nevniliga
kappingina
sum
Ársins
Songrødd 2008.
Síðan tá hevur hon havt
úr at gera við at fáa endarnar
at røkka saman. Men tá eg
spyrji hana, um tónleikurin
ikki hevur órógvað skúlan,
svarar avgjørd, at tað hevur
tað ikki.
Hon greiðir frá, at hon
sjálv hevur gjørt av, hvussu
nógva tíð hon vildi nýta til
sangin, og at hon hevur lagt
sær tað soleiðis til rættis, at
tað passaði saman.
– Men har hava sjálvandi
verið tíðir, har man hevur
hugsað, at student var ikki
neyðugt, tá man kundi
kreera sær eina yrkisleið
sum sangari ístaðin. Men
eg eri sera væl nøgd við tær
avgerðir, eg havi tikið
higartil, leggur songfuglurin
Anna Nygaard dent á.
Anna í ævintýrlandi
Anna Nygaad gjørdist sum
sagt Ársins Songrødd í
2008, og hevur síðani fing
ist nógv við sangin. Eitt nú
sang hon í fjør á Summar
Festivalinum, og hevur hon
eisini fleiri ferðir sungið á
kaféum og líknandi.
Tað var eitt satt ævintýr,
Anna tá fór undir, og tað
endar eftir øllum at døma
ikki enn. Í summar skal hon
aftur á pall, tá hon syngur
Við Múrin, og í august
mánaði fer hon aftur í
skúla.
– Í august mánaði flyti eg
til Keypmannahavnar, har
eg skal byrja á sangskúlan
um Complete Vocal Insti
tute, ið vist nokk er tann
sami, sum bæði Linda
Andrews og Guðrun Sólja
Jacobsen hava gingið á,
sigur Anna spent.
Um hetta, sum stendur
fyri framman, sigur Anna,
at hon er ser spent, og at
hon gleðir seg til at prøva
nakað nýtt.
– Tað verður sum at byrja
ein nýggjan kapittul av lív
inum, sigur Anna Nygaard,
sum í morgun klokkan líka
yvir 11 gjørdist tann yngsta
pisan í landinum.
Vrakaði Royal Greenland
Royal Greenland, sum í síðstu viku fekk tilsøgn um 500
milliónir krónur úr grønlendska landskassanum, skyldar
svenskum, týskum og bretskum bankum og 2,3 milliardir
krónur. Danske Bank var ein av samstarvsbanmkunum hjá grønlendska felagnum, men
fyri tveimum árum síðani segði bankin samstarvið upp, tí bankin var troyttur av teirri
politisku uppíleggingini í felagið, skrivar Berlingske Business. Um tað mundið ætlaði
leiðslan í felaqgnum at fáa privatar íleggjarar at seta pengar í Royal Greenland, men tað
vildi tað táverandi Siumut-landsstýrið ikki og gav ístaðin leiðsluni sekkin. Tað fekk
Danske Bank at ripa lokið á kassan, skrivar Berlingske Business.
Danmark heimsmet í skatti
Ein uppgerð hjá ES-nevndini vísir, at Danmark hevur tað størsta
skattatrýstið í heiminum. Sambært uppgerðini er danska skattatrýstið 48,7
prosent, og í hølunum á Danmark kremur Svøríki við 48,3 prosentum.
Danska kringvarpið sigur, at skattatrýstið í ES-londunum er sum heild
størri enn aðrastaðni í heiminum, og tí er niðurstøðan, at Danmark hevur
heimsins størsta skattatrýst. Hinvegin liggur Danmark miðskeiðis í
yvirlitinum, tá talan er um partafelagsskatt. Tann danski er 25 prosent,
men Danmark kann tó ikki kappast við Bulgaria, Kýpros og Írland, har
partafelagsskatturin er ávikavist 10, 10 og 12,5 prosent.
Songfuglur seytjan
og studentur
Rómurin var stórur,
tá 17 ára gamla Anna
Nygaard í morgun fekk
studentahúgvuna á
høvdið, og harvið gjørdist
ársins yngsta pisa, um
ikki yvirhøvur í Føroyum.
Familja, vinir og kenningar
hálsfevndu ovurlukkuligu
Annu, tá hon nú hevði sett
endaligt punktum fyri trý
ára studentalívi
Myndir: Bárður Lydersen