Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 117 - 23. juni 2009 Sendimaður koyrdur úr Svøríki Í Svøríki hevur stjórnin koyrt ein starvsmann á kinesisku sendistovuni í Stockholm av landinum, tí sambært myndugleikunum hevði maðurin njósnast um politisk flóttafólk, sum eru komin úr Kina til Svøríkis. Kinesiska stjórnin svaraði alt fyri eitt við at koyra ein svenskan diplomat av landinum. Svenskir fjølmiðlar siga, at málið hevur sín uppruna í, at svenska køgreglan handtók ein mann, sum hevði roynt at fáa upplýsingar um muslimsk flóttafólk, sum eru flýdd úr kinesiska landspartinum Xingijang til Svøríkis. Tann tikni maðurin er svenskur ríkisborgari, og hann kann vænta sær fýra ára fongsulsrevsing, skrivar svenska tíðindastovan TT. EFTA má halda eykafund Samtykkir íslendska Altingið uppskotið, sum heimilar stjórnini at taka upp samráðingar við ES um limaskap í samveldinum, fer EFTA at halda eykafund um støðuna. Tað kom fram á fundi, sum uttanríkisráðharrarnir í EFTA-londunum høvdu í Hamar í Noregi í gjár. Ráðharrarnir umrøddu samskiftið millum EFTA og ES og samskiftið millum EFTA og onnur lond, og í sambandi við fundin bleiv fríhandilssáttmáli millum EFTA og Bahrein, Kuwait, Oman, Qatar, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini undirskrivaður. Á fundinum varð upplýst, at samráðingarnar við Peru um ein fríhandilssáttmála eru um at vera lidnar, skrivar Morgunblaðið. Á felags tíðinda­fund­ inum hjá Elfelagnum SEV og DONG Energy í Müllers Pakkhúsi í morgun var ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður fyri politikarum og øðr­um, sum royndar­ koyrdu bilin í býnum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Í morgun var felags tíð­inda­ fundur hjá Elfelagnum SEV og danska el- og orku­fel­ag­ num DONG Energy í Müll­ ers Pakkhúsi í Havn í sam­ bandi við at partarnir eru komnir ásamt um at gera eina samstarvsavtalu, sum varð almannakunngjørd og undirskrivað á fundinum. Verkætlanin hevur fingið navnið Grani, og tað er Joh­ an Mortensen frá felagnum Baldursbrá, sum saman við SEV hevur tikið stig til verk­ætlanina. Í sambandi við fundin høvdu feløgini bæði fingið til láns ein Mitsubishi iMiEV elbil, sum varð sýnd­ ur fram og royndarkoyrdur eftir tíðindafundin. Milum tey sum roynd­ar­ koyrdu bilin vóru Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­málum, og Heðin Mort­ensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Eftir at bilurin varð roynd­ arkoyrdur, var hann koyrdur til bilasøluna Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin, sum er Mitsubishi umboð í Føroyum. Har var eisini høvi hjá áhugaðum at síggja og royndarkoyra bilin. Tey sum royndarkoyrdu bilin, vóru samd um at bil­ urin var ein sera positiv upp­ living. Hann er sum ein van­ ligur bilur at koyra. Størsti munurin er tó at hann er so gott sum fullkomiliga ljóð­ leysur. Mitubishi iMiEV er ein tann mest væl virkandi og framkomni elbilur til dags dato. Konseptið við Mitsu­ bishi iMiEV er ein eldrivin persónbilur við plássi til fýra vaksin, sum als ikki dálk­ar og er kvikur og lætt­ ur at handara í ferðsluni. El-motorurin hevur 64 hk og hægsta snúnings­mo­m­ entið er upp á 180 Nm, sum ger bilin eins kvikan og ein miðalklassabil við bensin­ mot­ori. Bilurin verður driv­ in av bakhjólunum, topp­ ferðin er 140 km/t, og hann kann umleið 150 km upp á eina løðing. Navnið iMiEV kemur av at bilurin er bygdur til elbil yvir ein Mitsubishi i, og MiEV stendur fyri Mitsu­ bishi innovative Electric Vehicle. Elbilur presenteraður á Skálatrøð Elfelagið SEV og DONG Energy presenteraðu ein Mitsubishi iMiEV elbil á Skálatrøð Fyrstur at royndarkoyra bilin var Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum Vit royndarkoyra bilin í dag og hava meira um hann á bilasíðunum í blaðnum í morgin