Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2009 19 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Síðani eg fyrstu ferð var við til at manna Fípuna Føgru, havi eg droymt um at vinna við Klaksvíkingi Martin Venned 42 ára gamli Martin Venned hevði róð kapp í 32 ár, áðrenn stóri dreymurin hjá honum – at vinna við Klaksvíkingi – gjørdist veruleiki Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Av góðum grundum er hann stak væl kendur í róðr­ar­ umhvørvinum. Martin Venned, sum í Kollafirði sat á toftubekki umborð á Klaksvíkingi, hevur nógvu av seinastu árunum verið við til at manna fleiri 10- mannafør: Í 1996 og 1997 var hann við Kjøli, og í 1998 og 1999 var hann við til at manna Eysturoying, sum tá var nýggjur og bæði árini vann FM. Í 2001 var hann við til at vinna FM við 8-manna­ farinum Nevinum Reyða hjá klaksvíkingum. Martin var umborð á nýggja Klaks­ víkingi í 2002. Róðrarárið í fjør var eitt sindur sjáldsamt fyri Martin Venned: - Tá varð eg biðin um at vera við til at manna Havnarbátin. Elsti sonurin var umborð á Eysturoyingi, so vit báðir feðgarnir kapp­ að­ust ímóti hvørjum øðrum. Heilt gamal dreymur Martin Venned er ættaður úr Klaksvík. Hann hevur í fleiri ár búð í Søldarfirði, men okkurt skifti inn ímillum hava hann og familjan búð í Klaksvík. Martin, sum nú er 42 ára gamalur, stýrdi fyrstu ferð Fípuni Føgru í 1977, tá ið hann var tíggju ára gamal: - Eg havi altíð verið ógvu­ liga áhugaður í kappróðri. Í hvussu so er síðani eg fyrstu ferð var við til at manna Fípuna Føgru, havi eg droymt um at vinna við Klaksvíkingi, men nú sá tað heilt svart út. Og so greiðir Martin Venned frá, hvussu tað kom í lag, at hann hesa ferð kom umborð á Klaksvíking - Teir hava fyrr í summar orðað við meg um at rógva við Klaksvíkingi. Í maskinuni heima við hús plagi eg at venja eitt sindur, og eisini í neystinum á Glyvrum saman við fleiri teirra, sum nú eru umborð á Eysturoyingi So tað kundi kanska verið ein eitt sindur blandað kensla, nú veteranurin var við til at vinna á Eystur­oy­ingi, men kortini fjalir Martin ikki yvir, at hann er ovurfegin um, at tað eydn­að­ist at vinna við Klaksvíkingi. - Eg var givin, og eg hevði ikki roknað við, at eg nakrantíð aftur fór at rógva kapp. Men tá ið tað var at vera við til at manna Klaks­ víking, sum eg síðani 1977 havi droymt um at vunnið við, so tók eg av. Hetta hevur verið dreymurin í 32 ár, og nú er tað veruleiki, sigur Martin Venned, sum gleðir seg til at kappast á Tongis­ vágsfirði leygardagin. At hetta gjørdist heilt knappligt sæst eitt nú aftur í, at Martin Venned hevði verið í Rumenia í hjálpar­ ørindum, tá ið tað næstsíðsta mánadag vóru boð eftir honum um at hjálpa til um­ borð á Klaksvíkingi, sum hann ikki hevði luttikið við á norðoyastevnu og á skálastevnu. Í 2002 var tað trupult hjá Martini at búgva í Søld­ar­ firði og at venja í Klaksvík. Tað fór við so nógvari tíð. Men nú er lag á manni, eftir at undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði er latin upp. - Hetta er eitt spæl. Eg havi verið við motorsúkklu í Klaksvík og vant, og har norðuri kennist tað rættuliga sum um, at tað nú er áhugi fyri 10-mannafarinum! Christian Høgni aftur í NSÍ Um vikuskiftið tryggjaði NSÍ sær ein spælara, ið mangan hevur roynst felagnum væl, tá avtala var gjørd við Christian Høgna Jacobsen um, at hann nú aftur skal spæla fyri barndómsfelagið Fótbóltur Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo 29 ára gamli framherjin hevur hetta síðsta árið spælt við AB í næst­ bestu donsku deild­ini, men síðstu tíðina hevur verið so sum so við spælitíðini. Men nú Christian Høgni kemur heimaftur til Runavíkar, man lítið vera at ivast í, at hann fær ríkiligt av tíð á vøllinum. Sum skilst, er talan um eina trý ára avtalu, og fyrsti dystur hansara, nú hann aftur verður í NSÍ-troyggjuni, verður hósdagin 2. juli á útiv­ ølli ímóti norska Rosen­ borg í UEFA Europe League-kapp­ing­ini. Og annars spælir hann so fyri NSÍ í Voda­fone­ deildini, tá summar­ steðgurin er av. Christian Høgni Jacobsen var í 2007 við til at tryggja NSÍ fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheitið í bestu deildini, tá NSÍ leigaði hann frá HB. Umframt at Christian Høgni síðsta árið hevur havt sáttmála við AB, hevur hann eisini fyrr spælt við øðrum donsk­ um feløgum, bæði Vejle BK og Esberg fB. Christian Høgni Jacobsen verður nú aftur í barn­ dómsfelagnum. Hann og NSÍ hava skrivað undir trý ára sáttmála 32 ára gamal dreymur er nú veruleiki Sum tíggju ára gamal stýrdi hann Fípuni Føgru. Men tað gingu 32 ár, áðrenn Martin Venned fullførdi dreingjadreymin um at vinna við Klaksvíkingi Mynd: Álvur Haraldsen