týsdagur 23. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 117 - 23. juni 2009 ]
Meistaranir til Cypros
Hóast ferðaútreiðslurnar helst verða hampuliga stórar, so er lítil ivi um, at talan er um spennandi lutakast, sum EB/
Streymur fekk í gjár, tá lutur varð kastaður um dystirnar í Champions League undankappingini. Føroysku meistararnir
trektu Apoel Nicosia av Cypros, og fyrri dysturin verður spældur í Føroyum tann 15. juli. Seinni dysturin verður
spældur á Cypros tann 22. juli.
- Cypros hevï í fjør eitt lið, sum var heilt nær við at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League, sigur
Sigfríður Clementsen, sum er venjari hjá EB/Streymi.
- So tað er einki at ivast í, at støðið er høgt, men hinvegin hevur føroyska landsliðið fingið góð úrslit móti Cypros.
- Men á felagsstigi, so er einki at ivast í, at Cypros hevur sterk lið. Og seinnu árini eru fleiri útlendskir profilar keyptir
til feløgini. Eg veit ikki, hvussu hópurin hjá Apoel Nicosia sær út, men tað fara vit so at seta okkum inn í.
- Hinvegin er einki at ivast í, at bara tað at fara til Cypros, er ein stór avbjóðing í sjálvum sær. Ikki minst orsakað av
hitanum, sigur Sigfríður Clementsen.
Tað er langt ímillum
sigrarnar hjá klaks
víkingum, sum
nú hava vunnið
tvær ferðir á rað á
sundalagsstevnu í
Kollafirði
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum ári, at
10-mannafarið hjá klaks
víkingum vinnur. Leygar
dagin var Klaksvíkingur
fyrstur á mál, eftir at hann
hevði verið í framúr enda
spurti við Eysturoyingin,
sum í 1998 útgávuni segði
farvæl við FM kappingina
– í hvussu so er í hesum
umfarinum. Á jóansøku nú
leygardagin
verður
tað
nýggi báturin, sum fer at
umboða stolta Kappróðrar
felagið NSÍ, tá ið 10-manna
førini fara at rógva.
Í tveimum teimum fyrstu
FM róðrunum í ár vann
Eysturoyingur.
Klaksvík
ingur var næstfremstur, og
tað var ikki tað, sum teir
høvdu roknað við. Tí kend
ist sigurin hjá teimum í
Kollafirði kærkomin og
søtur. Hann ber við sær, at
tað aftur er kapping um FM
heitið, sum tað í hvussu so
er verður spenningur um,
inntil tað um knappar tvær
vikur hevur verið kappast í
Fuglafirði.
Ormurin
Langi
hekk
leingi væl uppií, men tá ið
tað restaðu einir 500 metrar
slitnaði sundur. Síðani stóð
kappingin millum Eystur
oying, sum fekk besta start
in, og mest sum allan vegin
var hálva bátslongd fremst
ur, og so Klaksvíking.
- Tá ið stýrimaðurin helt,
at tað restaðu 300 metrar,
rópti hann, og vit góvu alt í
tredivu tøkum. Rokningin
gekk uppá, at tá skuldu vit
verið komnir á mál. Vit
tóku ta hálvu bátslongdina,
sum vit vóru aftanfyri Eyst
uroying. Trupulleikin var,
at tað vísti seg, at vit vóru
ikki komnir á mál. Tað
restaðu fimtan tøk, greiðir
Martin Venned, sum situr á
toftini á stýriborð umborð á
Klaksvíkingi, frá:
- Tá kendu vit okkum
heilt útkoyrdar, og tað dróg
saman aftur millum Eystur
oying og okkum. Tíbetur
eydnaðist tað okkum akk
urát
at
verða
undan
Eysturoyingi, tá ið vit fóru
um málið.
Tað kemur sjáldan fyri, at
áskoðararnir
uppliva
so
tætta og intensa kapp
rógving, sum teir gjørdu í
Kollafirði, har teir báðir
fremstu bátarnir lógu borð
um borð og í harðari kapp
ing gjørdu best hugsandi
reklamu
fyri
kappróðr
inum.
Klaksvíkingur
luttók
fyrstu ferð í 2002. Síðani tá
hevði hann, undan leygar
degnum í Kollafirði, vunnið
fýra róðrar. Allir vórðu teir
vunnir í 2006, tá ið Klaks
víkingur vann FM. Fyri
trimum árum síðani var
Sundalagsstevna eisini í
Kollafirði. Ta ferðina vunnu
klaksvíkingar, og nú teir
hava vunnið tvær ferðir á
rað í Kollafirði, kunnu teir
ivaleyst siga, at tað er ikki
so galið í Kollafirði!
Tað er
ikki so
galið í
Kollafirði
Fyri fyrstu ferð síðani
á Sundalagsstevnu í
2007 eydnaðist tað
Frúnni leygardagin at
vinna
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Erlu
Kongsdóttir úr Fuglafirði
leygardagin at vinna fyri
triðju ferð á rað.
Hesa ferð var tað Frúgvin
úr Miðvági, sum var fyrst á
mál. Sigurin var rættuliga
trivaligur. Frúgvin legði
bragdliga fyri, og odda
sessurin varð ongantíð hótt
ur. Frúgvin helt undan
kappingarneytunum, og á
málinum var hon gott og
væl leys av Erlu Kongsdótt
ir.
Tær úr Fuglafirði fingu
ikki so góðan start, men tað
var kortini eingin ivi um
næstfremsta plássið.
Tað kom ikki óvæntað á,
at Frúgvin vann. Bæði á
norðoyastevnu og á fjarða
stevnu hevur talan verið um
tætta kapping millum Erlu
Kongsdóttir og Frúnna.
Talan var um fyrsta
sigurin hjá Frúnni í tvey ár.
Seinast Frúgvin úr Miðvági
vann, var tað á sundalags
stevnu í 2007. Í fjør vann
Sílið allar róðrarnar í hesi
kappingini. Higartil í ár
hevur Sílið ikki luttikið í
FM kappingini.
Úrslitini á sundalagsstevnu
1 Tjaldrið
05:21.12
2 Báran
05:24.15
3 Junkarin
05:25.14
4 Blikur
05:27.03
5 Teistin
05:29.07
6 Kollur
05:32.09
7 Jallurin
05:32.13
8 Royndin Fríða
05:33.21
9 Ritan
05:47.08
10 Firvaldur
05:51.00
1 Gongurólvur
05:30.16
2 Páll Fangi
05:31.12
3 Jarnbardur
05:34.07
4 Sølmundur
05:38.12
5 Hvessingur
05:39.21
6 Romvlvs
05:43.04
1 Jallurin
05:54.11
2 Sílið
05:57.06
3 Firvaldur
05:59.13
4 Hvassi
06:07.05
5 Kollur
06:08.04
6 Falkur
06:12.03
7 Junkarin
06:21.04
8 Havfrúgvin
06:22.23
1 Frúgvin
05:35.24
2 Erla Kongsdóttir
05:39.18
3 Hvassi
05:52.03
4 Ritan
06:00.18
5 Blikur
06:14.12
1 Riddarin
07:36.24
2 Tvørabáturin
07:37.04
3 Sundabáturin
07:40.07
4 Smyril
07:46.20
5 Skúgvur
07:50.20
6 Gongurólvur
07:52.10
7 Rádni
07:53.12
8 Hósvíkingur
08:00.08
9 Kollfirðingur
08:00.24
5-mannafør, dreingir
6-mannafør, kvinnur
5-mannafør, gentur
5-mannafør, kvinnur
6-mannafør, menn
Frúgvin best í Kollafirði
Fyri fyrstu ferð í tvey ár kom
Frúgvin úr Miðvági fyrst um
málið í FM-kappróðri
Mynd: Álvur Haraldsen
Teir fóru enn eina ferð stavn um stavn inn
um málið, men hesa ferð var Klaksvíkingurin
fremsti báturin í 10-mannafarsróðrinum
Mynd: Álvur Haraldsen