týsdagur 23. juni 2009síða 43
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 117 • 23. juni 2009
7
249,50
SPAR 80,-
Water rangers Blazer
Vatnbyrsa við elektroniskum trýstmátara við ljósi
og 5 strálistigum. Kann skjóta yvir 10 m og rúmar
2.500 ml vatn. 63 cm. Nýtir 2 stk. C-battarí.
Vanligur prísur 329,50
BR-Leikur · Smyrilsvegur 7
100 Tórshavn · tlf 31 97 07
NÝTT
99,90
Water rangers vatnbyrsa
Vatnbyrsa við elektroniskum trýstmátara.
Styrkin á stráluni kann stillast í 3 stigum.
Kann skjóta yvir 10 m og rúmar 1.500 ml
vatn. 57 cm. Nýtir 2 stk. C-battarí.
Vanligur prísur 299,50
229,50
SPAR 70,-
super shooter Max Liquidator
Skjýtur upp til 9 metrar.
Vel millum fleiri ymiskar.
super shooter
eLiMinator
Skjýtur upp til 9 metrar.
Vel millum fleiri ymiskar
NÝTT
79,90
J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn
tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo
www.stikkan.fo
“Kits” frá
FALKENBERG
og VIVIAN
HØXBRO
-20%
Bert hesa vikuna
Airport
Tú verður heintaður
og koyrdur til dyrnar
... ómakaleyst
SP/F E. & P. PERSSON
NIELS FINSENS GØTA 16 · FO-100 TÓRSHAVN · TLF. 31 82 77
Tivoli Audio Model One
kr. 1.599,-
LM Handilin selur flatskermar,
myndatól, køliskáp o.m.a til van
liga húsarhaldið, LM Veiting er
heildarveitari av el-tilfari og hevur
deildir í Havn og á Kambsdali, LM
Stórkøkar veitir køksútbúnað til
størri og smærri køkar bæði á landi
og umborð á skipum, LM Electric er
størsta el-fyritøkan í Føroyum og ger
størri el-innleggingar o.a. og VIKA
Industry, sum er nýggjasta liðið í
samtakinum, loysir alskyns uppgávur,
sum t.d viðlíkahald av øllum typum
og merkjum av motorum, pumpum
og kompressarum.
Tað er í stuttum tað, sum kann
sigast um fyritøkuna anno 2009,
ið fyri 64 árum síðani – í 1935 –
byrjaði sum ein Havna-fyritøka,
og nú er vorðin meira national,
men eldri fólk minnast enn Leif
Mohr sjálvan, og tey eru góð við
fyritøkuna, sum Jarnold Nattestad,
søluleiðari tekur til, og í dag hevur
P/f Leif Mohr eini 80 fólk í starvi, har
summi eru virkin í fleiri deildum
Tað byrjaði við einum verkstaði
í einum kjallara í Steinagøtu, men
við árunum hevur virksemið fleiri
ferðir vaksið seg so stórt, at neyðugt
hevur verið at flutt í størri og betri
høli á Smyrilsvegi umframt at ein
LM Handil er á Kambsdali. Fyritøkan
hevur fylgt við stóru menningini
seinnu árini og tikið tey stig, ið hava
verið neyðug.
Leggja dent á dygdina
Eitt, sum eyðkennir fyritøkuna,
er dygdin. Tað er sera umráðandi
at vørurnar, tænasturnar, inn
leggingarnar og viðlíkahaldið eru
væl úr hondum greidd. Og er tað
av størri týdningi enn at kappast
við aðrar um prísin. Tí er kanska
onkur, sum velur ikki at fara til
LM-fyritøkuna við ørindi sínum. Men
tað fær ikki fyritøkuna at víkja frá
grundreglu síni.
Vanligi brúkarin kennir mest til
LM-Handilin og er hann veitari til
nógvar køkar, grovkøkar og stovur
í føroyskum heimum. Merkini, sum
teir selja, eru tey kendu B&O, Sony,
sum nokk er størsta merki hjá LM,
AskoVølund, Gram, VossElectrolux
og so tey nýggju Smeg og Fisher&
Paykel. Á heimasíðuni lm.fo skriva
tey m.a.:
Dygd og livitíð hava altíð verið
grundleggjandi krøvini, vit hava
sett fyri at veita eina so góða
tænastu sum gjørligt til tann
føroyska marknaðin. Í dag kunnu
vit framvegis veita vørur við hesum
dygdum.
Tað eru kanska ikki øll, sum vita,
at tann fyrsta fyritøkan Bang &
Olufsen útflutti til, var til P/f Leif
Mohr. Tað var í 1938, og av tí at
kríggið brast á stutt eftir og einki
samband var millum Føroyar og
Danmark, fekk Leif Mohr ikki goldið
rokningina. Men so skjótt kríggið
var av, fór hann sjálvur niður við eini
tasku av pengum og bankaði uppá
hjá B&O at gjalda fyri vøruna. Tá
hevði danska fyritøkan fyri langari
tíð síðani avskrivað skuldina, so tey
vóru rættiliga ovfarin. Tann dag í dag
hevur P/f Leif Mohr av tí sama eina
stóra stjørnu hjá Bang & Olufsen.
Dygd heldur enn lágan prís
Fyritøkan P/f Leif Mohr varð stovnað av Leif Mohr 15. juli 1935, tá hann
við eini lýsing í Dimmalætting boðaði frá, at hann var farin undir egið
installatiónsvirki og gjørdi alt elektriskt arbeiði »gott, skjótt og bíligt«.
og var hann stjóri, til hann doyði í 1978