mikudagur 24. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 118 - 24. juni 2009
Flemming Kofod-
Svendsen vitjar í
Føroyum í hesum
døgum. Á føroya
ferðini fer hann at
halda fyrilestur í
Vesturkirkjuni í
Havn og í Thabor
í Fuglafirði. Fyri
lesturin verður
um deyða, sorg og
vón. Hann misti
son, sonarkonu og
tvey abbabørn í
flóðaldurin í Teilandi
í 2004
FYRILESTUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tá ið stóra flóðaldan herjaði
í Asia 2. jóladag í 2004,
misti hann sonin Jacob,
sonarkonuna Lisbeth, abba
sonin Silas og abbadóttrina
Regitze. Abbabørnini vóru
4 og 3 ára gomul. Tey vóru
í Teilandi og ferðaðust. Ætl
anin var at vera har í tveir
mánaðir.
- Tað, sum mær hevur
verið fyri, hevur kroyst meg
at mínum ytstu mørkum,
sigur Flemming Kofod-
Svendsen. Og hann heldur
fram:
- Eg havi staðið andlit til
andlits við lívsins døpru
síðu, og eg havi kent mín
egna veikleika, sum ongan
tíð fyrr. Eg havi lisið fleiri
frásagnir um, hvussu inni
haldsríkt, ja næstan stórbært
líðingin kann broyta lívið.
Tað kann eg ikki siga, tí tað
eru ikki mínar royndir.
Dagliga bøn mín til Guds
hevur verið, at eg havi biðið
hann givið mær megi, styrki
og áræði til tær uppgávur,
sum júst hesin dagurin
býður mær. Stutt sagt at
hjálpa mær at liva.
Heitið á fyrilestrinum er
»Deyðin, sorgin, vónin«. Í
fyrilestri
sínum
sigur
Flemming Kofod-Svendsen
bæði frá síni egnu sorg og
frá sorgini sum lívsins kor.
Og hann ber øðrum tann
ugga, sum kristni boð
skaðurin hevur givið hon
um, og sum hevur orð til øll
teirra, sum mist hava.
Flemming Kofod-Svend
sen er sóknarprestur í
Birkerød og hevur verið
floksformaður, fólkatings
limur
og
ráðharri
fyri
Kristiliga fólkaflokkin í
Danmark.
Lisbeth,
sonarkona
Flemmings, var tíðliga í
90-árunum í húsplássi í
Fuglafirði.
Fyrilesturin í Havn er í
Vesturkirkjuni hóskvøldið
25. juni kl. 20.00. Anna D.
Háberg
syngur
nakrar
sangir. Hon gav í 2008 út
fløguna ‘Nakið’. Fløguna
ognaði hon foreldrum sín
um, Rosu og Ditleif Elde
vig,
sum
doyðu
í
ferðsluvanlukku. Drekka
muður verður aftaná.
Fyrilesturin í Fuglafirði
er í Thabor sunnukvøldið
28. juni kl. 18.
Flemming Kofod-Svendsen
heldur fyrilestrar í Føroyum
Tel. 35 13 51 | Fax 35 13 50 | www.nlh.fo | nlh@nlh.fo
Jazzfestivalurin 25 ár og summartónar
Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn, Runavík,
Klaksvík og í Norðurlandahúsinum ella á www.nlh.fo
New Jungle Orchestra
Undir leiðslu av Pierre Dørge (gittar). Irene
Becker (keyboards), Anders Banke (bassklarinett),
Gunnar Halle (trompet), Morten Carlsen (taragot
& tenorsaxofon), Jakob Mygind (sopransaxofon),
Kenneth Agerholm (trombon), Thommy Andersson
(bass), Ayi Solomon (congas & slagverk), Martin
Andersen (trummur)
Verk eftir DØRGE (f. 1946), BECKER (f. 1951),
NIELSEN (1865-1931), ELLINGTON (1899-1974)
Ars Futura - feat. Clemens Salesny
Jesper Klein (klaver, sang, prát), Anders Errboe (bass,
niðurlag, prát), Brandur Øssursson (saxofon), Leivur
Thomsen (gittar).
Tónleikur og tekstur eftir Jesper KLEIN (f. 1944) og
øðrum.
Embla dans & teater
Anders Hagberg (floytur, sopransaxofon, slagverk,
elektronikkur), Anna Wennerbeck (dansur)
Anders HAGBERG (f. 1958) kompositión & POSITION
(2008) Anna WENNERBECK (f. 1967) koreografi
Yggdrasil
Anders Hagberg (floyta), Konni Kass (saxofon),
Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver),
Mikael Blak (bass), Anders Hjuler og Ole Werner
Munck (myndir)
Kristian BLAK (f. 1947) DUOLOGUES (2008)
– við myndum eftir Anders HJULER (f. 1946)
og Ole Werner MUNCK (f. 1951)
ORKA feat. Teitur
Ólavur Jákupsson (sangur, fløskuorgul, hvørvistein,
samplarar), Bogi á Lakjuni (lampugittar, kór), Jens L.
Thomsen (pelabass, kór), Jógvan Andreas á Brúnni
(tunnusett)
Verk eftir HØJGAARD (f. 1980), THOMSEN (f. 1980), á
BRÚNNI (f. 1981), Á LAKJUNI (f. 1973), JÁKUPSSON (f.
1981), SVERRISSON (f. 1971), TIERSEN (f. 1970)
Ars Futura - feat. Clemens Salesny
Paul Zauner (trombon), Clemens Salesny
(bassklarinett), Thomas Wall (cello), Wolfram
Derschmidt (bass)
Verk eftir ZAUNER (f. 1959), DEBESS (f. 1960),
LAMHAUGE (f. 1971), BLAK (f. 1947), LIGETI (1923-
2006), WALL (f. 1958), BACH (1685-1750), GABRIELLI
(1651-1690)
Konsert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 26. juni kl. 19.00. Kostnaður einans kr. 125,-