Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 118 - 24. juni 2009 ] Skráin hjá FSF kundi mest sum ikki verið løgd neyvari. Nú sein­asta umfarið fyri summarsteðgin stend­ur á skránni, er talan um satt brak í øllum fimm dyst­ unum. Tríggir teirra verða spældir í kvøld Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bæði í Klaksvík og í Sørvági er talan um dystir, har heimaliðið væl og virð­ iliga hevur knívin á bark­ anum ,men har møguleikin samstundis er at flyta knívs­ eggina nakrar millimetrar útfrá. KÍ vann fyri fyrstu ferð í ár, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin. Eingin sum helst ivi er um, at sigurin hevur gjørt mest sum undur­verk fyri sjálvsálitið hjá illa sperdu klaks­vík­ing­ unum, og kunnu teir brúka hetta positivt í kvøld, kann ÍF væl standa fyri eini heilt truplari uppgávu. Fuglfirðingar sjálvir spældu væl á Toftum, men teir fingu einki stig við sær, og tí kann niður­flyt­ingar­ strikan koma heilt nær, um teir einki fáa við sær úr Klaksvík. Og í Sørvági er støðan á leið tann sama. 07 Vestur hevur fleiri ferðir verið sera nær við, men alt ov ofta – seinast leygardagin – hava teir mist stig á stokkinum, og tí eru teir nú niðastir í deildini. AB tykist hinvegin vera steðgað fullkomuliga upp, og tí kunnu vágamenn við einum sigri í hesum dyst­inum veruliga trýsta tey, sum eru beint omanfyri strik­una. Teirra millum er altso AB, sum annars tóktist hava vunnið sær mest sum tryggleika fyrstu 10 um­førini, men tann støðan er altso broytt heilt mun­ andi. Seinasti dysturin í kvøld er við Margáir, har EB/ Streymur skal royna at byggja víðari á góða úr­slitið, sum teir fingu við Løkin í Runavík. Mótstøðan hesa ferð er Víkingur, sum saman við EB/Streymi er eitt av liðunum, sum stríðist um heiðursmerki. Skal EB/Streymur veru­ liga leggja seg í hesa kapp­ ingina, er alneyðugt við einum sigri nú, meðan Vík­ ingur hinvegin kann leggja eyka trýst á HB, B68 og NSÍ, sum øll spæla í annað­ kvøld. Perfekt timing Tað endaði við javnleiki, tá AB og 07 Vestur spældu á Argjum fyrr í ár. Hesa ferð hevur 07 Vestur illa ráð til annað enn ein sigur, um teir ikki skulu søkka alt ov langt frá lívbjargandi áttanda plássinum SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Dystaryvirlit Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 24.06 KÍ-ÍF Petur Reinert 24.06 07 Vestur-AB Dagfinn Olsen 24.06 EB/S-Víkingur Ransin N. Djurhuus 25.06 HB-B36 Eiler Rasmussen 25.06 B68-NSÍ Georg N. Rasmussen Vodafone-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 13 10 - 2 - 1 37 20 17 32 2 Víkingur 13 7 - 3 - 3 28 18 10 24 3 B68 13 7 - 3 - 3 26 21 5 24 4 NSÍ 13 7 - 2 - 4 29 22 7 23 5 EB/S 13 5 - 4 - 4 24 19 5 19 6 B36 13 4 - 4 - 5 18 23 -5 16 7 AB 13 4 - 2 - 7 12 21 -9 14 8 ÍF 13 3 - 3 - 7 15 20 -5 12 9 KÍ 13 1 - 5 - 7 12 22 -10 8 10 07 Vestur 13 1 - 4 - 8 21 36 -15 7 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 5 - 1 - 0 21 13 8 16 2 B68 6 5 - 1 - 0 15 7 8 16 3 Víkingur 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 4 NSÍ 6 3 - 0 - 3 12 10 2 9 5 EB/S 6 2 - 2 - 2 13 12 1 8 6 AB 6 2 - 0 - 4 4 10 -6 6 7 ÍF 6 1 - 2 - 3 8 8 0 5 8 KÍ 6 1 - 2 - 3 7 12 -5 5 9 B36 6 1 - 2 - 3 6 11 -5 5 10 07 Vestur 6 0 - 1 - 5 8 17 -9 1