hósdagur 25. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 119 - 25. juni 2009
Allir heilsufrøðingar
í Føroyum eru nú
skipaðir undir stovn
inum: Gigni – heilsu
frøði fyri børn & ung
HEILSUFRØÐI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár varð
avdúkað, at nýggja heitið á
Barnatænastuni
verður
Gigni.
Hetta hendir eftir at fyrr
verandi
Barnatænastan,
sum fyri 1. januar 2009 var
partur av Nærverkinum, nú
er vorðin ein sjálvstøðug
eind undir Heilsumálaráðn
um, og í hesum sambandi
hevur fingið nýggjan sam
leika.
Nýggi samleikin umfatar
nýtt búmerki, nýtt navn og
nýggja heimasíðu.
Orðið „gigni“ er gamalt
føroyskt orð, sum merkir
tað at vera einhvørjum at
gagni, avleitt av sagnorðin
um: at gagna. Navnið er
valt við støði í virkseminum
hjá stovninum, sum júst er
at virka til gagns fyri heilsu
og trivnaði hjá børnum og
ungum í Føroyum.
Nýggja búmerkið myndar
í fáum strikum tvey fólk,
antin eitt barn og ein vaksn
an, ella eitt barn og eitt ungt
folk, sum halda hvørt um
annað.
Búmerkið
boðar
soleiðis frá tryggleika og
umsorgan, ið eru virði, sum
Gigni byggir sítt virksemi á.
Samstundis hevur stovn
urin fingið egna heimasíðu.
Heimasíðan er ætlað øllum
foreldrum, børnum, ungum
og annars øllum, ið vilja vita
meira um Gigni, eins og
onnur viðurskifti, sum hava
við børn og ung at gera.
Ætlanin er at menna
heimasíðuna til at verða ein
vitanardepil, har tíðindi og
kunning javnan verða løgd
út.
Mennandi lívsbyrjan
Gigni veitir heilsufrøðiliga
tænastu til allar smábarna
familjur, skúlabørn og tann
áringar í Føroyum. Gigni
virkar fyri, at børn fáa eina
jaliga og mennandi lívsbyrj
an og heilsugóð barna- og
ungdómsár.
Eisini verður stórur dentur
lagdur á at styrkja og menna
foreldraførleikan og at økja
um tilvitanina um leiklutin,
sum familjan hevur.
Heitið
heilsufrøðingur
verður nú brúkt heldur enn
heilsusystir. Ein heilsufrøð
ingur er útbúgvin sjúkrarøkt
arfrøðingur, sum umframt
drúgvar starvsroyndir hevur
nomið sær víðari útbúgving
á CVU í Danmark, við ser
vitan um heilsu hjá børnum
og ungum.
Summir heilsufrøðingar
arbeiða burturav við smá
børnum ella burturav á skúl
um, meðan aðrir arbeiða
bæði á skúlum og við smá
børnum.
Samstundis sum stovnurin
flutti úr Nærverkinum til
Heilsumálaráðið,
flutti
stovnurin í egin høli. Saman
við nýggja samleikanum
fer hetta at tryggja øllum
brúkarum, bæði einstakling
um og stovnum, eina betri
tænastu.
Trygd og stuðul
Landsstýrismaðurin í heilsu
málum, Hans Pauli Strøm,
var sjálvandi eisini til stað
ar, og hann segði eisini nøk
ur orð.
- Eg vil siga, at yrkið,
sum heilsufrøðingar útinna,
er eitt hitt týdningarmesta í
okkara vælferðarsamfelagi.
Heilsufrøðingarnir standa
klárir og rætta hendurnar
út, tá jarðamóðir og føði
lækni hava hjálpt barninum
í verðina, segði Hans Pauli
Strøm.
Hann nevndi stóra týdn
ingin, sum heilsu-frøðingar
nir hava fyri uppvøksturin,
og at tað eru teir, ið skulu
hava professionellu eyguni
við, um vandar eru á veg
num, vandar, ið onnur ikki
varnast.
- Tit eru samfelagsins
trygd og stuðul hjá nýggju
pinkubørnunum
og
hjá
ungu
barnafamiljunum,
segði Hans Pauli Strøm.
- Í dag seta tit orð á tykk
ara samleika og geva honum
eina nýggja ímynd, við at
fáa nýtt navn, nýtt logo,
nýggja heimasíðu og ein
fínan nýggjan bústað. Til
lukku við tí og góða eydnu
við framhaldandi menning
av yrki tykkara, segði Hans
Pauli Strøm.
Hann endaði við at lesa
upp eina yrking, týðarin
ókendur, sum vit prenta í
kassanum við síðuna av.
Gigni er
nýggja
heitið
Eitt barn, ið verður lastað,
lærir at fordøma.
Eitt barn, ið verður bukað,
lærir at berjast.
Eitt barn, ið verður háðað,
verður smæðið.
Eitt barn, ið verður spottað,
fær ringa samvitsku.
Men eitt barn, ið verður eggjað,
lærir sjálvsálit.
Eitt barn, ið verður møtt við tollyndi,
lærir at verða tolið.
Eitt barn, ið verður róst,
lærir at virðismeta.
Eitt barn, ið upplivir »Fair Play«,
lærir rættvísi.
Eitt barn, ið upplivir vinarlag,
lærir blíðskap.
Eitt barn, ið upplivir tryggleika,
verður vóngott.
Eitt barn, ið er elskað,
lærir at kenna kærleika.
Ingvør Justinussen, virkandi leiðari og Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsumálum
Tað er Jóan Hendrik
Winther Poulsen,
sum er upprunin
til nýggja heitið hjá
stovninum, Gigni
Gera bungur at forða skilaleysari koyring
Fyrrakvøldið gjørdu menn frá Vegadeildini hjá Tórshavnar Kommunu bungur uttan fyri Café Nátúr niðast á
Áarvegnum í Havn. Bungurnar vórðu upprunaligar gjørdar eftir eitt av teimum heilt øru ferðsluóhappunum. Tað var
eitt ferðsluóhapp eina mánanátt í august í 2005 sum førdi við sær, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn gjørdi av,
at bungur skuldu gerast báðu megin Café Nátúr í Havn. Tað var eitt av teimum heilt øru ferðsluóhappunum, har tveir
bilar komu kappkoyrandi heim eftir Havnargøtu. Komnir móti Kopargøtu (gøtan aftan fyri Café Nátúr), fer annar bilur
niðan eftir Áarvegnum vinstrumegin Café Nátúr, har bert er loyvt at koyra omaneftir. Ein bilur kom samstundis
omaneftir, og so mátti óhappið henda. Fyrrakvøldið vóru menn frá Vegadeildini hjá Tórshavnar Kommunu farnir at
gera bungurnar av nýggjum. Eingin ivi er um, at ferðslubungurnar hava avmarkað skilaleysu koyringina, tað kunnu
grannarnir sanna.