Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 118 • 24. juni 2009 5 Spar 159,50 NÚ 660,- Heldur bíligari Grønt ELISE Borð + 4 SAntorInI ArmStóLAr Urtagarðssettið úr góðari góðsku, lætt at halda við líka og rúgvar ikki so nógv, tá tað skal goymast. Stólarnir eru høgir í rygginum við góðari sitivælveru. Plastmøblarnir eru gjørdir av 100 % polypropylen og eru UV-vardir, so liturin heldur sær. Borð Grønt B90xL137xH73 cm 295,90 Stólur Grønur 130,90 Hjá SkóS Stangavegur 14 · Klaksvík telefon 45 50 57 8.00 – 22.00 Tórshavn Landav. tel 31 37 31 · Sundsv. tel 31 44 44 Klaksvík tel 45 50 03 · Norðskáli tel 47 40 00 Kaptein ella fruKost keks 1000 Frítt val einans Tilboðið er galdandi alla hesa vikuna! Tann 15. juni lat Føroya Sjósavn upp aftur, eftir at hava havt stongt eina tíð, tí betringar eru gjørdar í hølunum. Gólv eru betraði, og atkomu møguleikarnir hjá fólki við breki og fólki í rullistóli eru munandi betri Betri ljóðumstøður eru, og ger hetta vitjanir hjá barnagørðum og skúlum lagaligari, nú aukustisku viðurskiftini eru batnaði. Eisini er wc flutt niður undir. Tað var annars á loftinum. Alt í alt eru viðurskiftini betri og lagaligari hjá teimum vitjandi. Seinni í ár eru ætlanir um at byggja ein glas útbygning, har plássið verður betri til karið, har til ber at røra við fiskar og annað, ið er egnað at hava í slíkum kørum, t.d. skrubbur, igulker og krabbar. Henda verkætlan er stuðlað av Atlantic Petroleum og Tórshavnar Kommunu. Hendir nógv Í løtuni verður arbeitt við at gera ábøtur á akvariini við nýggjum bakgrundsplátum, og 6 metur langa akvariið við 6 tonsum av sjógvi er við at blíva pussað, so skøvur ikki eru innan, og nýggjur botnur skal í, so skøvur ikki koma í framyvir. Her hava steinbítar og havállar verið í, men eru teir “sendir at slappa av”, meðan arbeiðið verður gjørt, tó at onkrir eru í øðrum kørum, so vitjandi síggja teir. Stóra akvariið er væntandi klárt at taka í nýtslu aftur um eina viku. Tann stóra 8 armaða blekkspruttan, høgguslokkurin, byrjaði at gýta rogn fyri viku síðani. Hon leggur 8-10 rogn í senn, ið eru til støddar sum rískorn. Rognini límar hon føst á steinar og glasrútarnar, og at enda eru fleiri enn 100 rogn. Sjósavnið hevur eisini rogn frá 10 armaðum høgguslokkum, tóat savnið ikki eigur vaksnu høgguslokkarnar. Til tess eru kørini á savninum ov smá. Um alt gongst sum í fjør, so eru smáir høgguslokkar at síggja einaferð í heyst. Ein reyðhávaungi er útkomin, og er umleið 10 cm langur. Hann líkist vaksna hávinum, ið kann blíva góðan metur til longdar, og eru eini 5-10 av hesum slagnum á savninum. Annrs hevur sjósavnið vanligastu føroysku fiskarnar, í løtuni eini 30 ymisk sløg, umframt nógv ryggleys djór. Vert er at nevna svarta europeiska hummaran, sum brøðurnir Rógvi og Torleif Hansen fangaðu í bátahylinum á Toftum um ólavsøkutíð í fjør. Hesin hummarin hoyrur annars ikki heima í sjónum kring Føroyar. Føroya Sjósavn hevur til 1. september opið hvønn dag frá kl. 14 til 17. Frá 1. september til 1. november er opið hósadag, leygardag og sunnudag frá 14 til 17. Restina av árinum er opið leygardag og sunnudag frá 14 til 17. Nær opið er, og møguligar broytingar, síggjast á www.sjósavn. net Føroya Sjósavn opið aftur