hósdagur 25. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2009
23
Eliesar Arge ella Urmakar
Arge, sum hann varð
róptur, var triði sonur
Smiðin. Hann var tann
fyrsti føroyingur, sum var
uttanlands og lærdi til
urmakara og optikara.
Annars var tað vanligt, at
hegnigir menn plagdu at
umvæla ur og klokkur.
Í 1879 fór Eliesar 17 ára
gamal til Danmarkar. Í
1880 var hann á Grundt
vigs háskúla, og í 1883
kemur hann heim aftur
sum útlærdur urmakari og
optikari.
Eliesar er annar sonur
Niels, sum búsetist í Havn.
Í 1885 yvirtekur Eliesar
Klokkarastovu eftir mostir
síni Julionnu. Sama ár
søkir hann um loyvi at
lyfta Klokkarastovu 1½
alin og leingja hana 3 alin
eystureftir. Hann fær sær
urmakara- og optikara
verkstað og
handil við sýnisglugga.
Her setir hann eisini so
frægan urmakara sum
Andrias Arge (Skilling) í
læru, og her selur hann ur,
klokkur og prýði, og eisini
ger hann prýði. Hann er
tann fyrsti, sum ger
skógva-, buksu- og belta
spenni úr silvuri við
drekanum sum motiv.
Urmakarin er eisini
instrumentmakari. Nautisk
instrument seldi og
umvældi hann, og hann
gjørdi eisini bátakumpassir.
Sum álitisstarv stjórnaði
hann brandsýninum og
sløkkiliðnum í Havn. Hann
spældi eisini sjónleik á
yngri árum.
Ein tann fyrsti
í Sloans sali
Elieser var ein av teimum
fyrstu, sum samlaðust í
Sloans sali. Tað var fyrst
Dea, konan, sum kom við
har. Gamli Sloan plagdi at
vitja hana og hava eitt orð
og eina bøn. Hetta góð
kendi urmakarin sum so.
Men ein dagin fann hann
tey bæði á knøunum í bøn.
Tá spann øði í Eliesar, og
hann koyri Sloan út.
Men Sloan var ikki firt
in. Hann fór skjótt inn
aftur, meðan urmakarin var
inni. Hetta hevði hann ikki
væntað. Urmakarin mátti
so viðganga, at tað var
nakað serligt við Sloan.
Hann byrjaði so at ganga á
møti, hóast tað ikki fall
honum lætt. Hann var
klubbalimur, og salurin var
beint sunnanfyri klubban,
har vinmenn hansara
kundu eygleiða hann fara
inn í salin.
Endin var tó, at hann
gjørdist ein av teimum
mest virknu í samkomuni
millum annað sum sunnu
dagsskúlalærari í mong ár.
Her gjørdi hann eitt stórt
arbeiði saman við Ludvig
Poulsen.
Í sunnudagsskúlanum
komu eisini hansara hegn
igu hendur til sjóndar. Tað
eina árið forerdi hann
hvørjum næmingi í sínum
sunnudagsskúlaflokki eina
serliga gávu. Hann hevði
klovið eitt 2-oyra, gjørt fals
á, so tað kundi latast upp
og aftur, gjørt eyga í, so
hetta kundi heingjast um
hálsin.
Eisini læknakynstur
Eisini innan læknakynstur
komu hansara góðu, hegn
igu hendur til nyttu. Tað
gav at býta, táið bróður
hansara Jákup Andrias
(Jampan) breyt seg illa
sundur, tá byggipallurin
brotnaði undan honum.
Effersøe lækni sendi boð
eftir urmakaranum og
segði honum, at skuldu
nakrar vónir vera um, at
Jákup Andrias skuldi
grøðast, so mátti hann
hjálpa sær, tí tað var ikki
eins mans føri at spjálka
hann aftur.
Finsen, Effersøe og
urmakarin arbeiddu so til
kl. 8 næsta morgun. Tá var
gjørd ein bandaga úr træ
við spjálkum, formaður
eftir undirmunninum og
upp við kjálkunum. Undir
høkuna og upp um høvdið
varð eitt messingband lagt.
Alt kundi spennast saman
við floyskrúvum, so kjálka
beinið kundi setast uppá
pláss. Hesum lá hann við í
tveir mánaðir og fekk bert
flótandi kost gjøgnum eina
gummislangu. Bert ein
mánaða aftaná, at hann
hevði fingið bandaguna av,
var muðurin í lagi, og hann
kundi tyggja allan mat.
Annars sigst urmakarin
at hava verið ein hugna
ligur, fryntligur og blíður
maður at koma inn til.
Giftist við systir versonin
Urmakarin var tvær ferðir
giftur. Hann giftist fyrru
ferð 6. desember 1883 við
Bertha Manine Andrea
Christensen, vanliga kallað
Dea, fødd í Danmark. Hon
var 18 ár, tá ið hon kom til
Føroyar, og hon doyði 37
ára gomul.
Tey fingu fimm børn.
Elst var Hertha, sum giftist
við Johannes Niclasen f.
1880 úti i Bø í Kirkjubø.
Hann var bestimaður hjá
Pola í Dali, tá teir gingu
burtur við Oliviu í 1912.
Næstelst var Jenny, sum
giftist til Danmarkar. Síðan
var tað Niels Martin
Andreas, kallaður Diss,
sum giftist við Sigrid
Simonsen, dóttir Líggjas í
Jørundstovu í Norðragøtu.
Ein sonur teirra var Essa,
kendur sum skurlækni.
Ewald doyði sum pinku
barn, og yngst var Grace
Nolsøe, sum giftist við
Andreas Nolsøe. Hon
hevði upp í 1970 árini
handil í Klokkarastovu, har
hon seldi Husquarna
seymimaskinur.
Eliesar giftist aftur við
Nicolinu Niclasen (1866-
1954) systir versonin Jo
hannes. Tey áttu eingi børn.
Hon er eisini grivin í gamla
kirkjugarði, helst í somu
grøv sum maðurin.
Um Klokkarastovu
Um Klokkarastovu og
Julionnnu, mostir Eliesar,
skrivaði Carolina Heine
sen, mamma William:
Lige overfor os mod syd
var der et stort hus, der
blev kaldt Klokkarastova,
der hvor urmager Arge
senere fik sin forretning.
Derovre var en ældre kone,
som hed Juliane, og som
havde kastet sin kærlighed
på mig. Hun havde mistet
en lille pige på min alder,
hendes eneste barn, og
kærligheden til det barn
blev overført på mig, og
varede til hendes død.
Hun var en stærk, rank,
mørk kone og vist tante til
Carl C. Johansen, køb
manden. Hendes mand var
bødker og havde værksted
i kælderen. Hun havde en
broder, der hed Zacharias
og boede der.
Juliane gik rundt og
vaskede for folk og var
meget morsom og gæstfri.
Når Olai kom, havde hun
huset fuldt af folk, så hun
selv måtte ligge på gulvet i
spisekammeret. Der kom
så alle Argebrødrene, da
Juliane var deres moster.
Når der var bryllup,
dansede de gerne derovre,
da der var en stor stue.
Op til huset var der høje
trapper, og der var jeg
daglig gæst. Når moder
gerne ville blive af med
mig et øjeblik, sagde hun:
”Gå lige over til Klokker
Juliane!” svarede jeg altid:
“Der har jeg været.” Jeg
var der mange gange om
dagen, men Juliane blev
aldrig ked af mig. Da hun
døde var det så uheldigt, at
jeg første gang skulle på
bal den dag, hun blev
begravet, og jeg var så
forgrædt, at jeg ikke kunne
vise mig for nogen.
Keldur:
Niels Juel Arge:
Argjamenn
Sigurd Berghamar:
-men Gud gav vøkst
Eliesar Arge:
Føroya fyrsti lærdi urmakari
“Gamli smiður” Niels Lassen Arge er væl umboðaður í gamla kirkjugarði. Vit hava longu
umrøtt hann og fleiri av hansara børnum. Hesa ferð verður tað urmakarin Elieser Arge
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
BERTHE MANNE ANDREA ARGE
FØDT CHRISTIANSEN
F. I KØBENHAVN 7. APRIL 1865
D. I THORSHAVN 30. MAJ 1902
HENDES SØN F. 23. D. 24
SEPTEMBER 1896
JESUS SAGDE TIL HENDE:
JEG ER OPSTANDELSEN OG LIVET.
HVO SOM TROR PAA MIG OM HAN
END DØR SKAL HAN DOG LEVE.
JOH 11,25
UHRMAGER ELIESER ARGE
F. 30. JUNI 1862
D. 22. DECEMBER 1921
JESUS SAGDE: JEG LEVER OG I
SKULLE LEVE.
JOHS. 14,19
Komandi partur
Komandi partur verður
um Frants Restorff,
sum eitt skifti var
kokkur hjá konginum í
Thailandi
Familjan hjá urmakaranum. Aftast f.v. : Jenny, Diss, Hertha.
Frammanfyri Dea og Eliesar við lítlu Grace
Nicolina, seinna kona Eliesar
Mamma Eliesar,
Maria, var ættað
úr Klokkarastovu
í Bringsnagøtu,
og har høvdu
Argjamenninir
tilhald, tá ið teir
komu til Havnar
Julianna í
Klokkara
stovu teknað
av William
Heinesen