fríggjadagur 19. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 202 - 19. oktober 2001
Nr. 202 - 19. oktober 2001
11
Fyri Javnaðarflokkin
Jóannes Eidesgaard og
Kristian Magnussen
Fyri Sambandsflokkin
Edmund Joensen og
Heðin Mortensen
Umboð Javnaðarfloksins
og Sambandsfloksins í utt-
anlandsnevndini vilja við
hesum skrivi gera vart við
sína misnøgd í sambandi
við handfaringina av mál-
inum um at geva ameri-
konskum
hernaðarflog-
førum loyvi til at flúgva í
føroyskum loftrúmi og til
annað virksemi á føroysk-
um øki.
Løgmaður og formaðurin
í uttanlandsnevndini hava
við síni lorkasligu viðgerð
sett løgtingið í eina óneyð-
uga- og sera píniliga støðu.
Eingin ivi tikist vera um, at
Føroya løgting hevði tikið
undir við málinum, sum er
at standa øksl móti øksl
ímóti yvirgangi. Men av
berum kleyvarskapi frá
løgmanni og formanninum
í uttanlandsnevndini slapp
løgtingið ikki at vísa med-
ábyrgd fyri umheiminum.
Hetta er sera álvarsligt brot
á álitið ímillum løgtingið
og landsstýrið, og hetta má
fáa avleiðingar, so at støðan
ikki endurtekur seg. Hvørj-
ar avleiðingar hetta eigur at
fáa, má løgtingið avgera.
Forsøgan er í stuttum
hendan:
NATO-londini
vóru samd um, at hending-
arnar í New York tann 11.
september
komu
undir
grein 5 í Washington sátt-
málanum, sum sigur, at
álop á eitt NATO-land er at
rokna sum álop á øll
NATO-lond. NATO hevur
síðani, sum eina avleiðing
av yvirgangsatsóknini akti-
verað grein 5 í Washington
sáttmálanum.
Danska stjórnin sendi
tann 4. oktober kl. 1415
(ígjøgnum ríkisumboðið)
fyrispurning um loyvi til at
flúgva ígjøgnum føroyskt
loftrúm og annars tað
neyðuga,
sum
støðan
møguliga krevur.
Sum skilst komu boðini
ikki til uttanlandsnevndina
fyrr enn seint á kvøldi, sum
svarfreistin varð sett til kl.
13 dagin eftir. Løgmaður,
sum var á fjalli, ómakaði
sær ikki annað enn at biðja
embætisfólk fáa boðini
víðari til formannin í uttan-
landsnevndini.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini gjørdi seint á
kvøldi eina lítið umhugs-
aða roynd at fáa nevndina
saman. Staddur í Suðuroy
var eisini roynd gjørd at
skipa fyri telefonfundi,
men einki av hesum eydn-
aðist.
Orsøkin til at einki bar til
er tann, at boðini frá lands-
stýrinum vóru ikki nóg
greið, fleiri limir í uttan-
landsnevndini vistu als
einki um málið fyrr enn
dagin eftir, skrivið frá
uttanríkismálaráðnum og
tíðarfreistin fyri einum
aftursvari vóru als ikki
kend, og tíðin heimilaði
ikki vanligum fundi.
Um leiklutin hjá løg-
manni og formanninum í
uttanlandsnevndini í hesum
álvarsmáli er neyðugt at
siga, at makan til kleyvar-
skap, skal ein leita væl og
leingi eftir. Løgmaður og
formaðurin í uttanlands-
nevndini hava sjálvsagt alla
ábyrgdina av, at uttanlands-
nevndin verður tikin uppá
ráð í eini slíkari kreppu-
støðu.
Eingin ivi kann vera um,
at løgmaður í slíkari støðu
beinanvegin átti at sett seg í
samband við limirnar í
uttanlandsnevndini. Hann
átti persónliga at havt av-
talað fund við formannin í
uttanlandsnevndini,
og
hann átti somuleiðis at
komið á fund í uttanlands-
nevndini, fyri at greitt frá
málinum, sum var av ser-
ligum- og av sera týdning-
armiklum slag. Hann átti
eisini, um neyðugt, at havt
samband við uttanríkis-
ráðið.
Støðan sum tikin varð,
átti at havt útgangsstøði í
eini avgerð hjá uttanlands-
nevndini, har allir flokkar á
tingi hava umboðan.
Mælt verður til, at uttan-
landsnevndin umboðandi
flokkarnar á tingi, í felag
boðar løgmanni frá síni
niðurstøðu, sum samstund-
is setir tingini greitt uppá
pláss.
Uttanlandsnevndin
VIÐMERKINGAR
Hans Jørgensen
Tá valskrá okkara varð
gjørd, varð sjálvsagt eisini
gjølla viðgjørt, hvussu ætl-
anin búskaparliga skuldi
skipast.
Men legg merki til, at
valskrá Javnaðarfloksins er
politikkur, og politikkur er
viljin at gera broytingar.
Eingir Friedmann- ella
Caragata serfrøðingar stýra
okkara politiska vilja.
Sjálvsagt hevði tað verið
lættari at gjørt broyting-
arnar, um landsstýrissam-
gongan ikki forkom okkum
ein alt ov stóran part av
donsku ríkisveitingini. Men
ver vísur í, at tá veljararnir
hava givið okkum álit at
gjøgnumføra valskránna,
so verður hon fullførd:
Pensjónin fer upp á 10.000
til støk og 16.000 til hjún
um mánaðin.
Í minsta lagi 160 ellis- og
røktarheimspláss komandi
fýra árini
Ein betri skúli - Børn og
ung eru framtíðin
o.s.fr.
Var tað okkara politiski
vilji at seta fullveldi fremst
og síðan vælferðina hjá
øllum
føroyingum,
so
høvdu vit eisini ført tað út í
lívið. Men hetta er ikki
okkara politiski vilji – Vit
vilja ”FÓLKIÐ FYRST”,
alt annað kemur í aðru røð.
Búskaparætlan
okkara
verður kunngjørd, tá tann
tíð kemur. Men ivist onga
løtu ivast í, at ætlan okkara
kann fullførast og verður
veruleiki, tá veljararnir
geva okkum møguleikan.
Orðini ”FÓLKIÐ FYRST” eru bókstaviliga meint
Burtur úr kjaki á heimasíðu Javnaðarfloksins
Stóra danska
reiðaríið heldur tað
vera neyðugt at betra
trygdina orsakað av
vandanum fyri
yvirgangsatsóknum
Hóttanin um nýggjar yvir-
gangsatsóknir fekk í gjár
danska reiðaríið A. P.
Møller at herða trygdar-
reglurnar. Avgerðin ber í
sær, at nú skulu skip, sum
liggja inni, hava vakt við
landgongina. Reglan um-
fatar øll skipini hjá felag-
num og er galdandi, sama
hvar í heiminum skipini
liggja.
Tekniski stjórin hjá A. P.
Møller, Ole Høg, sigur, at
vanliga hava teir ikki vakt
við landgongina, men at
teir hava valt at gera tað,
soleiðis um viðurskiftini
eru vorðin.
Vanliga sleppa óviðkom-
andi ikki umborð á skipini
hjá A. P. Møller, tí nógva
staðni eru havnirnar girdar
inni við hegni pg píkatráði,
og tað er ikki vorðið lættari
at sleppa fram at skipunum
eftir yvirgangsatsóknirnar í
USA.
Ole Høg sigur, at teir
hava altíð ein stýrimann og
ein dekkara á vakt, tá skip-
ini liggja inni, men nú skal
ein dekkari eisini standa á
vakt við landgongina. Hann
skal hava samskiftisútgerð
uppi á sær, soleiðis at hann
altíð kann varskógva hinar
báðar, skuldi okkurt hent.
Tekniski stjórin hjá A. P.
Møller vil ikki siga, hvussu
stóran teir meta vandan fyri
yvirgangsatsóknum at vera,
og hann vil heldur ikki siga,
um reiðaríið setir ymisk
trygdarkrøv til tær einstøku
havnirnar.
Í hernaðarsigling
Hinvegin er lítið at ivast í,
at júst skip hjá danska
reiðarínum kunnu gerast
álopsmál. A. P. Møller
hevur í mong ár havt sera
gott samband við ameri-
kanarar og amerikanskar
myndugleikar,
og
tá
Flógvakríggið
var
fyri
tíggju árum síðani, fluttu
skip hjá reiðarínum herút-
gerð til Persaflógvan, uttan
at amerikanararnir rindaðu
fyri flutningin.
Herumframt eigur fe-
lagið 29 skip, sum eru
leigað amerikanska herflot-
anum. Nøkur teirra liggja í
havn ymsastaðni fullfermd
við vápnum og aðrari
hernaðarútgerð,
meðan
onnur eru fylgiskip hjá
amerikanskum herskipum.
Øll tey 29 skipini sigla
undir amerikanskum flaggi
eins og tey 25 skipini hjá
amerikanska
felagnum
Maersk Inc., sum er dóttir-
felag hjá A. P. Møller.
UTTAN ÚR HEIMI
Vakt við skipini hjá A. P. Møller
Savnsmynd
BRÆV
til forseta U.S.A.´s
Góði George W. Bush.
Fyrst av øllum má eg siga tær
mína djúpu samkenslu við
tí sorgarleiki
sum fór fram, tá ið illgerðarfólk framdu
óbótaligu illgerð sína
henda lagnudagin
11.september -
W.T.C., sum hoknaði niður og øll tey
sakleysu, sum lótu lív -
tað var gott, at tú
sjálvur og onnur sluppu undan við
lívinum.
Eg var heppin at síggja teg á
sjónvarpsskíggjanum, tá ið tú helt
røðu til tjóðina -
eg hoyrdi røðu tína sum var hon ikki bert til
amerikonsku tjóðina, men eisini til
mín og til
allar tjóðir og til
øll í øllum heiminum -
tí fyri mær var illgerðin ikki bert framd móti
U.S.A., men eisini móti øllum heiminum.
Tað fall mær heldur tungt fyri bróstið
tá ið eg hoyrdi teg siga millum tey fyrstu orðini og
sum tú legði serligan dent á og tey vóru
RÆÐUSKÍTAR ( COWARDS ) og at hetta skuldi
HEVNAST.
Gaman í -
eg dugi at skilja at fyrsti skelkurin eftir tílíka
ógvusliga illgerð fær
onkran forseta at leypa
framav
MEN
forsetanum í heimsins máttmiklastu tjóð
sømir seg lítið
at leypa framav og at lova
ILT
Eisini sá eg á sjónvarpsskíggjanum tað, sum harmaði meg
eins og onnur -
fólk dansa á gøtunum av frøi um sorgarleikin
-
løtu seinni sá eg mynd av ungari gentu, sum segði eitt,
sum eg
mátti leggja mær í geyma
Hon segði:
nú eru tað
tit amerikanarar, sum eru fyri eini
øgiligari og ófatuligari illgerð og tit mugu tola teir
ræðuleikar,sum vit eru so von við
nú kunnu tit á tykkara egna skinni kenna, hvussu
tað er at hava tað
sum vit -
ALTÍÐ
at vera fyri órætti
at vera eyðmýkt
at vera við undirlutan
Eisini sá eg teg í sjónvarpinum biðja
GUD vælsigna
Amerika -
hevði tað ikki sømt seg betur einum máttmiklum forseta
at biðja
GUD vælsigna heimin
allan sum hann er
og biðja hann varðveita okkum
øll sum eitt
AMERIKA er kortini ikki einsamalt i
HEIMINUM og
ØLL skulu vit liva
SAMAN
HOMO SAPIENS -
er tað ikki tað heitið, okkum dámar so væl
at reypa við -
nær verða vit so mikið
búgvin
at vit kunnu sýna tað í
verki
at vit hava vit og skil
og duga at
BRÚKA tað
Í samband við henda sorgarleik hevur mangur
skilamaður sagt sína hugsan um, hvat ið frægast er at
gera fyri at forða fyri slíkum illgerðum í
framtíðini
ALLIR eru teir so rørandi samdir um
JAGSTRAN
INNRÁS
BUMBUR
HEVND
IKKI
EINUM kemur til hugs
nakar annar møguleiki
Góði George W.Bush -
eg skal lýða tær í oyrað tað
sum eg hevði hildið
hevði sømt seg betur einum máttmiklum forseta sum
tær -
at hugsa teg um
eina ferð og tvær ferðir afturat
Hvør veit um ikki okkurt hevði kunnað
komið burturúr, um ein hevði
torað at vága sær sum eina roynd at
hugsa heilt øðrvísi
ella at hugsa tað beint øvugta av tí, sum vit eru
von við
Tað, sum eg meini er, at vit eru von við
at tað illa ella tað ónda (sum summum dámar væl at siga)
sum onkur ger móti mær, skal eg
løna honum aftur -
og tað er, at tað skal eg
hevna -
eyga fyri eyga og
tonn fyri tonn
Nú er tað kortini ikki so, at eg haldi tað
at um tú ert sligin á annan kjálkan, at tú eisini skalt venda
hinum skjálkanum til
MEN
Hvat heldur tú hevði hent, um tú hevði
hugsað teg væl um og síðan hevði
kunngjørt at nú skulu vit
leggja okkum annað skinn um bak
Eg veit,at hetta ljóðar bæði
naivt og banalt og utopiskt
men
hava vit ráð til at lata nakran
møguleika standa
óroyndan
Heldur enn at lata hevndarhugin fáa
takið á okkum
skulu vit taka í
egnan barm og spyrja:
HAVA VIT GJØRT NAKAÐ SKEIVT
og spyrja aftur:
HVAT HAVA VIT GJØRT SKEIVT
og so spyrja
HVUSSU KUNNU VIT GERA TAÐ GOTT AFTUR
Tú hevur sjálvur lagt dent á, at vit fara at stríðast fyri tí
DEMOKRATISKU politisku skipanini í opna
samfelagnum
RÆTTVÍSI og
FRIÐI í heiminum
Við tí í huga, at júst við at leypa á við
jagstran
innrás
bumbum og
hevnd
so hava
ILLGERÐARMENNINIR
fingið okkum í júst ta støðu sum teir hava roynt at stýrt
okkum í -
til at
LEYPA Á -
og nú kunnu teir rættvísgera sínar egnu framhaldandi
ILLGERÐIR -
og soleiðis kunnu teir lættari fáa undirtøku frá
trúarfeløgum, sum bert bíða eftir at fáa
vatn á mylluna til at lýsa
HEILAGT KRÍGGJ
Um teir fara at spyrja
ERU TIT
SYNDAFRÍIR
kanst tú so leggja hondina á hjartað
og fyri tað amerikanska fólkið siga eitt ljómandi
JA
-
NEYVAN
Ikki man tað vera neyðugt at nevna dømi
Góði Georg W. Bush -
um tú sum ein sannur
máttmikil forseti
hevði boðað illgerðarmonnunum frá:
HOYRIÐ nú hini gomlu
eg havi hugsað meg um og eg havi eitt
TILBOÐ til tykkara
so høvdu vit fingið virðing fyri tær sum
sannan máttmiklan forseta við
DIRVI
tí tá hevði tað verið teir, sum komu í
verjustøðu og
TÚ sum hevði trumfirnar og setti
TREYTIRNAR
og tað hevði verið
TÚ sum hevði
ÁBYRGDINA
Vit mugu ásanna at vit fáa
ONGAN FRIÐ VIÐ BUMBUM
og vit fáa ongan frið uttan samráðingar og
AVTALU
Tú kanst geva teimum tað tilboð
at tú vilt lurta eftir, um teir hava nøkur
YNSKI sum tú kannst umhugsa ella um
teirra ynski er fyrst og fremst at fremja
illgerðir uttan annað endamál enn at spjaða
ÓTTA OG RÆÐULEIKA
Um teir hava eina djúpari meining um eina aðra
RÆTTVÍSA samfelagsskipan og
FRIÐ
so kanst tú siga, at vit eru altíð fúsir at royna
allar møguleikar og leiðir fyri at bøta um
teir skeivleikar, sum kunnu vera atvold til ónøgd
UM
TÚ KUNDI LOVAÐ tað, so kunnu teir illa
krúpa undan einum slíkum tilboð og
tú hevði fingið teir í eina støðu, har tú hevði
STÝRINGINA og ikki minst, at nú sýndi tú tann
NÆSTRAKÆRLEIKA sum er grundarlagið undir øllum
ÁTRÚNAÐI
Fyri hesum tiltaki hevði tú fingið
FULLA UNDIRTØKU
Erling S
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
11
10