Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 119 • 25. juni 2009 7 Opið: Mánadag - Hósdag .........11:00 til 24:00 Fríggjadag - Leygardag ...11:00 til 04:00 Sunnudag ......................17:00 til 24:00 Á ber tiL at njóta Lættan Mat og yMiSk SLøg av kaFFi og køkuM. P/F Bygningssnikkaravirkið Smyrilsvegur 4 · Postsmoga 1087 FO-110 Tórshavn · Tel: 31 25 87 bsv@bsv.fo · www.bsv.fo Vindeygu Dómkirkjan í Havn Til teir stóru sjeikarnar Hettutroyggja + buksur fyri kr. 400,- Í Miðlon · Hoyvíksvegur 67 100 Tórshavn · Tel 321755 Skúvadal í Vestmanna byrjaði fyrstu mongu árini við vælkendu ferðunum undir Vestmannabjørgini, men seinnu árini hevur fyritøkan ment seg, og seinasta nýggja er forvitnisliga Søgusavnið – Vit hava víðari ment væl kendu báta­ túrararnar undir Vestmannabjørgini, og skipa nú fyri ymiskum tilboðum. Vit hava gávubúð og matstovu, og ikki minst, so er tað nýggjasta hjá okkum forvitnisliga Søgusavnið, har talan er um voksmuseum við kendum fólkum úr Føroya søgu, og so hoyrir ein eisini søguna um tey, sigur Gunnar Skúvadal. Skúvadal hevur ment túrarnar undir Vestmannabjørgini nógv, og hevur góðar bátar at bjóða. Teir eru Froyur, Barbara og Urðardrangur. Hesin síðst nevndi er tann báturin, ið hevur siglt túrin undir bjørgini longst, nevniliga síðani 1977. Froyur er stásiligur bátur til ferðavinnu, og ger hann eisni longri ferðir millum oyggjarnar. Kunning Skúvadal er í dag ein fjølltáttað fyritøka, ið hevur ymiskt at bjóða. Fyritøkan bjóðar eisini gisting, og hevur eisini kunningarstovuvirksemi. - Tað var sjónliga tørvur á tilboðum í Vestmanna, tí ferðafólkini vildu fegin hava tilboð og upplivingar, men her var sum so ikki anað, enn túrarnir undir Vestmannabjørgini, sigur Gunnar Skúvadal, og minnir á, at í Vestmanna eru í dag fleiri tilboð til ferðamannin, 4 hjóls trektar súkklur og fiskitúrar til dømis. Fleiri ársverk Frá at hava skipað fyri væl kendu túrurnum undir Vestmannabjørgini í mong ár, er fyritøkan Skúvadal í dag ein ferðavinnufyritøka, ið hevur fjølltáttað tilboð, umframt kunnig, til ferðamannin. Í mong ár var talan um eitt ársverk, men í dag eru 6 ársverk í fyritøkuni – við avleiddum vinnum, og tað metir Gunnar Skúvadal hava stóran týdning í so lítlari bygd, sum Vestmanna. Nógv vitjandi Nýggjasta hugskotið í fyritøkuni er lokkandi Søgusavnið, har søguligir persónar nærum standa ljóslivandi, men tó gjørdir í voksi. Søgan um teir er at hoyra, meðan ein gongur millum hesi reystmenni. Søgusavnið er eitt serstakt upplivilisi. Tað er ikki so langt síðani, at Søgusavnið lat upp, og 1000 fólk hava nú verið á vitjan á savninum. Til ber at vitja heimasíðuna www. skuvadal.fo Skúvadal ment eitt heildartilboð til ferðamannin