Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 120 - 26. juni 2009 ] NSÍ B68 At tað endaði við javnleiki í granna­ uppgerðini á Svanga­ skarði, var einki at siga til, tí tað var øgiliga javnt. Tal­an var um ein grann­ adyst av teimum betru, har serl­iga málverjarnir hvør í sínum lagi syrgdu fyri, at liðini ikki fingu meira enn tvey mál í part – tí kjansirnir trutu ikki FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað er altíð intenst á vøll­ inum, tá B68 og NSÍ møtast, og í so máta var dysturin í gjárkvøldið einki undantak. Men í mun til aðrar dystir teirra millum síðstu árini, var hesin væl­spældur og spennandi alla tíðina, og hóast ikki færri enn seks gul kort fullu, var tað hvørki harðligt ella ljótt. Sum vera man, var eisini nógv fólk og hugdi, tí hetta var kanska fyrstu ferð, at talan samstundis var um eina toppuppgerð. B68 var undan dystinum eitt stig frammanfyri, og tá avtorn­ aði, broyttist tann munurin ikki. Men nú summar­steð­ gur er í Voda­fonedeildini, er B68 á silvurplássi og NSÍ fram­vegis á fjórða plássi – og millum sín hava tey Víking. Byrjanin var sera jøvn, men tað tóktist, sum gjørdist NSÍ eitt sindur næskari, og tað gav eisini leiðslumálið, tá 19 minuttir vóru farnir. Talan var um gott álop fram ígjøgnum høgru síðu, sum endaði við, at Hjalgrím Elttør sendi innfyri, har Klæmint Olsen kom at standa væl fyri og sendi bólt­in undir høgra arm hjá Vlada Filipovic og inn við aftaru stong. Eisini løtuna eftir leiðslu­ málið tóktist NSÍ hava betur tak á, men B68 menti seg og serliga stórur var kjansurin, tá Ahmed Keita smekk­aði til úr stuttari frástøðu, men var forðaður av einari meistarligari bjarg­ing frá Meinhardt Joensen í NSÍ-málinum. Løtu seinni hevði NSÍ ein dupult­kjans, tá fyrst Klæm­ int royndi seg og síðani Jóhan Troest David­sen, men í tveimum um­før­um fekk Vlada vart fyri. Komu sterkt aftur Hetta gjørdist ein hvøkkur, ið veruliga fekk B68 at rakna við, og tað lá í luftini, at ein útjavning var á veg, og fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði. Eftir inn­ kast í vinstru síðu ferðaðist bólturin aftur og fram inni í NSÍ-brot­steig­inum, til Keita tók sakina í egnar hend­ur og við einum fantas­ tiska góð­um skoti javnaði til 1-1, tá hann úr einum 10 metrum fluktaði yvir í mótsatta málkrók. Sostatt stóð á jøvnum í steðginum, men liðini hildu fram í sama lag eftir steð­ gin. Bæði vildu vinna og løgdu størsta dentin á álops­ spæli, so tað kanska blivu málverjarnir báðir, ið sam­ an­umtikið stóðu sterk­astir í myndini. Hvørki Mein­hardt ella Vlada fingu gjørt stórvegis við málini, men forðaðu væl fyri, at tey blivu fleiri í tali. Eins og í fyrra hálvleiki, vóru umleið 19 minuttir farnir, tá NSÍ aftur kom á odda, men hesa ferð kom málið kanska eitt sindur meira óvart á, tí B68 var komið betur frá byrjan. Bogi Løkin fangaði bóltin í B68-uppspælinum, spældi stutt saman við Károly Potemkin, fekk bóltin aftur og setti hann trygt í málið til 2-1 til NSÍ. Men enn eina ferð svaraði B68 aftur – og hesa ferð skjótt eisini. Nenad Stanko­ vic tók fríspark úr høgru síðu, og í trunkanum inni fyri NSÍ-málinum fekk verjuspælarin Niclas Joen­ sen fótin á og javnaði til 2-2. Fleiri málmøguleikar vóru eftir í dystinum, og tann størsta mundi innskifti Øssur Dalbúð eiga, tá hann úr stuttari frástøðu skallaði ímóti málinum, men mátti síggja Vlada koma heilt niður við arminum og sláa bóltin út um stongina. Skal takast samanum, so leveraðu bæði lið ein javnan og spennandi dyst, ið gav áskoðarunum fult av undir­ haldi fyri pengarnar. At tað endaði við javnleiki, var avgjørt rættvíst fyri dystin, tí hvørki liðið hevði upp­ borið at tapt á Svanga­skarði í gjárkvøldið. Á góðari leið – Úrslitið mundi vera í lagi, tí bæði liðini spældu álopsfótbólt og royndu at vinna. Samanumtikið var hetta ein fínur dystur, so javnleikur man vera á einari leið, segði Jóhan Dávur Højgaard, liðformaður hjá B68. – Vit hava víst, at vit eru øgiliga sterkir á heimavølli, tí vit eru komnir afturum fleiri ferðir, men eru altíð komnir sterkt aftur. Í kvøld høvdu vit nakrar kjansir, sum kundu givið triðja málið, men teir høvdu sjálvandi eisini sínar. hil Vildu vinna – Vit ætlaðu at vinna og í øllum førum ikki at tapa, so hetta var í lagi, tá alt kom til alt. Talan var um ein øgiliga javnan og góðan dyst, sjálvt um tað var skuffandi, at vit mistu leiðsluna tvær ferðir, segði Jóhan Troest Davidsen, miðverji á NSÍ-liðnum. – Báðar ferðir, tá teir komu aftur og javnaðu, helt eg, at vit høvdu takið á teimum, og eisini helt eg, at málini hjá teimum vóru heldur heppin. Vit máttu so taka til takkar við tí næstbesta, sum var javnleikur. Vodafone-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 14 10 - 3 - 1 39 22 17 33 2 B68 14 7 - 4 - 3 28 23 5 25 3 Víkingur 14 7 - 3 - 4 28 19 9 24 4 NSÍ 14 7 - 3 - 4 31 24 7 24 5 EB/S 14 6 - 4 - 4 25 19 6 22 6 B36 14 4 - 5 - 5 20 25 -5 17 7 AB 14 4 - 3 - 7 12 21 -9 15 8 ÍF 14 3 - 3 - 8 17 23 -6 12 9 KÍ 14 2 - 5 - 7 15 24 -9 11 10 07 Vestur 14 1 - 5 - 8 21 36 -15 8 Sera javnur javnleikur Fýra mál og nógvir málkjansir vóru í grannauppgerðini á Svangaskarði í gjárkvøldið. Her hevur Vlada Filipovic í B68-málinum gjørt eina týdningarmikla bjarging, og fleiri av sama slagi hevði eisini starvsfelagi hansara í hinum endanum, Meinhardt Joensen Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Fakta um Vodafone- deildina HB-B36 2-2 (2-2) 1-0: Rógvi Poulsen, 23. 1-1: Bergur Midjord, 28. 2-1: Andrew av Fløtum, 33. 2-2: Magnus Olsen, 41. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen, Mortan úr Hørg (Poul Thomas Dam, 46.) – Bjarni Jørgensen (Johan Ejvind R. Mouritsen, 89.), Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen – Páll Mohr Joensen, Andrew av Fløtum (Tróndr Sigurðsson, 81.) Gult kort: Vagnur Mohr Mortensen, Pætur Jørgensen B36: Jóan Pauli Jakobsen – Johan Ellingsgaard (Sjúrður Thomassen, 81.), Poul Arni Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Ásbjørn V. Gunnarsson – Magnus Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen – Bergur Midjord (Jákup á Borg, 67.), Brima Koroma (Høgni Eysturoy, 90.), Sam Malson Gult kort: Klæmint Matras, Sam Malson, Jákup á Borg B68-NSÍ 2-2 (2-2) 0-1: Klæmint A. Olsen, 20. 1-1: Ahmed Keita, 40. 1-2: Bogi Løkin 65. 2-2: Niklas Joensen 70. Dómari: Georg N. Rasmussen Hjálpardómarar: Regin Egholm & Jan Gardar B68: Vlada Filipovic – Poul N. Poulsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Dávur Højgaard, Niklas Joensen – Óli Olsen, Ndende Adama Gueye, Nenad Stankovic, Dánjal Pauli Højgaard (Jonleif Højgaard, 61.) – Ahmed Keita, Jóan Símun Edmundsson Gult kort: Ndende Adama Gueye, Dánjal Pauli Højgaard, Poul N. Poulsen NSÍ: Meinhardt Joensen – Jens Joensen, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Klæmint A. Olsen (Jann Martin Mortensen, 71.), Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør - Károly Potemkin (Øssur Dalbúð, 71.) Gult kort: Hjalgrím Elttør, Jóhan Troest Davidsen, Klæmint A. Olsen