fríggjadagur 26. juni 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 120 • 26. juni 2009
5
Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · 31 21 38
Tilboð í juni
Alt frá Tiny
Minymo -20%
Spar 159,50
NÚ 660,-
Heldur bíligari
Grønt ELISE Borð
+ 4 SAntorInI ArmStóLAr
Urtagarðssettið úr góðari góðsku, lætt at halda við
líka og rúgvar ikki so nógv, tá tað skal goymast.
Stólarnir eru høgir í rygginum við góðari sitivælveru.
Plastmøblarnir eru gjørdir av 100 % polypropylen og
eru UV-vardir, so liturin heldur sær.
Borð Grønt B90xL137xH73 cm 295,90
Stólur Grønur 130,90
Hjá SkóS
Stangavegur 14 · Klaksvík
telefon 45 50 57
Nýtt í
Føroyum
S t o f f a l á g 4 4 · t l f 3 2 2 6 7 6
a
h
j
e
n
s
e
n
.
c
o
m
Swingo 150 gólvvaski
maskinan, sum er líka
løtt at handfara sum ein
moppa.
Einaumboð
Mikudagin 1. juli kl 10.00 letur
Vøruhúsið á Hjalla dyrnar upp til
handilin, sum tá er vorðin 1000
fermetrar størri. Og av tí at vøru
nøgdin er tann sama sum áðrenn út
byggingina, verður gott pláss hjá við
skiftafólki at ganga millum hillarnar
og síggja, hvat er at fáa í handlinum.
Tað hevur verið eitt sindur trupult
at fáa eyga á allar vørurnar í gamla
handlinum, men tann trupulleikin er
sanniliga burtur nú.
Ein grýta og onnur
Har er t.d. ein stórur veggur bara við
grýtum. Greinaskrivarin sá í minsta
lagi 12 ymiskar støddir av grýtum
og mangt slíkt av pannum, og góða
plássið ger tað lætt at yvirskoða.
Grýturnar fáast stórar til familjur við
fleiri børnum ella smærri til tann,
sum júst flytur heimanífrá og einans
skal matgera til sín sjálvs. Har eru
bíligar grýtur og pannur at fáa,
meðan aðrar kosta meira, tí dygdin
hevur meira at siga hjá summum.
Útbyggingin hevur sjálvandi
gjørt tað eitt sindur óhøgligt hjá
kundunum seinastu tíðina, og tí
hevur verið neyðugt við skeltum
ymsastaðni, har Vøruhúsið umber
seg fyri óruddið. Ein dagin fingu
kundarnir tó høvi til at arga starvs
fólkið eitt sindur, tí onkur hevði ikki
tikið skeltið niður har, ið tað var
ruddað so væl sum ongantíð fyrr.
Í nýggjum hami
Vanliga kenna vit Vøruhúsið sum
handilin, har tey selja isenkram,
máling, innbúgv og tilfar til gólv,
og hóast stílurin verður eitt sindur
broyttur, so verður eingin broyting í
vøruúrvalinum, men heldur hvussu
og hvar vøran verður sett fram.
Har ið málingadeildin var áður,
verður framvegis máling at fáa, men
tað verður bert til yrkisfólk.
Málingin til vanliga húsarhaldið
verður at fáa til vinstru beint sum tú
kemur inn í handilin – tað er har, ið
dustsúgvarar v.m. vóru fyrr.
Ísenkram og nakað av innbúgv
‘inum verður nú í nýumvældu
hølunum, har ið handilin higartil
hevur verið. Tey eru væl ávegis at
seta alt upp, og tað fer at undra
kundan, at, at tað veruliga er
sama nøgd av vøru sum undan
útbyggingina.
Sum sagt er ein ørgrynna av
grýtum og pannum at fáa umframt
alt annað til køkin.
Uppiá verður sum áður møbladeild
og gólvdeild. Møblarnir fara nú
at vera bíligari enn teir hava verið
seinnu árini, tí sum støðan nú er í
landinum, er trupult at selja dýrar
møblar.
Umframt nógva bíliga vøru eru
eisini dygdarmerki at fáa. T.d. eru
teir størsta umboð hjá Rosendahl í
Føroyum. Innast í gomlu goymsluni,
sum nú er ógvuliga nosslig, eru
tonsavís av amboðum. Og beint
har, ið tú kemur inn í nýggju
fermetrarnar, verður ein 10-krónu
marknaður – stórt pláss varð sett av,
so tað verður spennandi at vita, hvat
verður at fáa har. Og nú summarið
er, verður eisini væl av plássi sett av
til ein urtagarðsmarknað, har alt
møguligt til útilív í garðinum verður
at fáa.
Tá ið Sosialurin var inni á
gólvinum, vóru tey væl ávegis
at seta vøruna upp, og tað bar
væl til at ímynda sær, hvussu tað
kemur at síggja út mikudagin, og
á Vøruhúsinum vænta tey , at
brúkarin vil brúka hálvan tíma meiri
inni hjá teimum, nú ið handilin er
umbygdur.
Mánadagin og týsdagin er
neyðugt at stongja handilin, men
hann letur uppaftur í nýggjum hami
mikudagin 1. juli við nógvum góðum
tilboðum.
Útbyggja innan