fríggjadagur 26. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
Oyggjaleikirnir hesaferð
eru teir størstu nakrantíð,
men stórur munur er á
oyggjunum, sum taka lut
á Oyggjaleikunum. Minstu
oyggjarnar muna lítið
afturímóti teimum stóru og
fólkaríku – og onkrastaðni
í røðini er miðlingurin
Føroyar at finna
3200 ítróttarfólk úr 25 oyggja
samfeløgum fara næstu vikuna at
kappast á 13. Oyggjaleikunum, sum
verða hildnir á Álandi. Hetta er aðru
ferð, at oyggjaríka oyggjalandið er
vertur fyri Oyggjaleikirnar.
Oyggjaleikirnir teljast millum
stóru ítróttarkappingarnar í Europa,
og leikirnir vaksa støðugt í vavi.
Alt byrjaði á bretksu oynni Isle of
Man í 1985. Tá var grundarlagið
lagt við einari kapping millum
oyggjar, men neyvan mundi nakar
hugsa, at leikirnir fóru at vaksa seg
so stórar og sterkar, sum teir hava
gjørt.
Hugskotið við Oyggjaleikum er
at geva ítróttarfólki úr smærri
oyggjum í Europa møguleikan at
kappast á einum støði, har oyggj
arnar hava kjans at vinna og standa
seg í kappingini annars. Øll árini
hevur dentur eisini verið lagdur á,
at leikinir skulu verða vinarligir og
friðarligir. Nógv verður gjørt burtur
úr, at ítróttarfólkini skulu hava tað
gott og trívast á leikunum – og tað
hevur í stóran mun eydnast.
Minsta oyggin 600 íbúgvar
Talið á oyggjum, sum taka lut í
Oyggjaleikunum, er vakið síðani
byrjanina. Føroyar hava verið við øll
árini, og fyribils er markið fyri
leikirnar sett við 25 oyggjar, sum nú
taka lut.
Oyggjarnar eru sera ymiskar.
Summar kunnu dusa sær í góðveðri
og við góðum hitalagið, meðan
aðrar stríðast við hvassan
landsynning og regn á hásumri.
Oyggin Sark er minsta oyggin –
tá ið tað kemur til fólkatalið – sum
tekur lut á Oyggjaleikunum. Á Sark
eru umleið 600 íbúgvar. Hinvegin
kunnu Isle of Wight finna síni
ítróttartalent millum sínar umleið
140.000 íbúgvar. Restin av oyggj
unum hava eitt fólkatal, sum liggur
millum 600 og 140.000.
Fótbólturin er størstur
14 ítróttargreinar eru á Oyggja
leikum. 10 av ítróttargreinunum eru
tær somu hvørjaferð, meðan verts
oyggin hevur møguleikan at skifta
nakrar ítróttargreinar út, so at tær
passa til tað, sum oyggjarnar kunnu
hýsa.
Fótbólturin er eisini størstur á
Oyggjaleikunum – í øllum forum í
tali av luttakarrum. Hesaferð fara
691 fótbóltsspælarar at royna seg,
men eingin av teimum verður í
føroyskum búna. Føroyar hava ikki
tikið lut í fótbólti seinastu tveir
Oyggjaleikirnar.
Minsta ítróttargreinin hesaferð er
siglingin, har 30 luttakarar verða
við.
Føroyar senda umleið 120
ítróttarfólk avstað til leikirnar, men
tað er ikki í nánd av helvtina av
talinum, sum Rhodos hevur við.
Rhodos er best mannaða ítróttar
liðið, og tey hava sløk 300 fólk við á
leikunum hesaferð. St. Helena hin
vegin hevur funnið seks ítróttarfólk,
sum eru nóg góð at taka lut á leik
unum hesaferð.
St. Helena fann
seks ítróttarfólk
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Alderney
Alderney er tann norðasta av ermasundsoyggjunum. Talan er ikki um eina
stóra oyggj. Oyggjin er bara 4,8 kilometrar lang og 2,4 kilometrar breið. Tað
búgva bert 2.400 fólk á Alderney. Tey sum búgva á Alderney vera nevnd
”vaques” eftir kýrnum, sum ganga á beiti á oynni. Alderney-búgvar vera
eisini nevndir ”lapins” eftir teimum
mongu harunum, sum halda til á oyni.
Høvuðsbýurin á Alderney eitur Saint
Anne. Alderney hevur rættiliga fitt av
ferðafólkum, sum vitja oynna, serliga í
summarhálvuni.
Bermuda
Bermuda er eitt oyggjasamfelag, sum liggur 1.770 kilometrar eystur úr Miami í Florida.
Bermuda hoyrir til Stórabretland. Høvuðstaðurin eitur Hamilton. Býurin, Saint Georges var
grundlagdur í 1612, og er tann elsti ensktbygdi býurin í Panamerikanska økinum. Hóast
Bermuda ofta verður nevnt í eintali, so er talan um heilar 138 smáar oyggjar, sum samanlagt
hava eina stødd uppá einans 53,3 ferkilometrar. Størsta
oyggin verður nevnd Main Island. Bermuda hevur eitt
rættiliga umfatinda fíggjar- og bankavirksemi. Orsaka av
subtropiska veðurlagnum, hevur Bermuda eisini rættiliga
fitt av ferðafólkum. Hóast neyðarsligu støddina, so búgva
heili 68.000 fólk á Bermuda.
Ítróttargreinar: 14
Ítróttarfólk: 3200
Leiðarar: 500
Størsta lið: Rhodos (298 fólk)
Minsta lið: St. Helena (6 fólk)
Størsta ítróttargrein:
Fótbóltur (691 luttakarar)
Minsta ítróttargrein: Sigling
(30 luttakarar)
FAKTA
Ymiskt er, hvussu nógv ítróttarfólk
tær ymsu oyggjarnar senda á
Oyggjaleikirnar