Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 5 Føroyar vóru sein­ast nummar 3 í heiðurs­merkja­ býtinum á Oyggjaleikunum, men skulu Føroyar røkka heilt fram, so ræður tað um at vinna gullmerki Oyggjaleikirnir verða nevndir teir vinarligu leikirnir, men vinarlagið steðgar á leikvøllunum. Tá ræður um at vinna. At basa mótstøðu­ manninum, at fáa hann niður við nakkanum, og sjálvur at náa so langt fram sum gjørligt. Og Føroyar hava staðið seg hampu­liga væl, tá talan er um at vinna á Oyggjaleikum. Talið á heiðurs­merkjum hevur varierað nakað, men á seinastu leikunum fingu føroyingar besta úrslitið nakrantíð, og spurningurin er nú, um Føroyar kunnu vinna sína besta endustøðu á Oyggjaleikunum nakrantíð, tá ið leikirnir verða hildnir á Álandi. – Leikirnir verða róptir "Vinarligu leikirnir", og tað eru teir alla staðni uttan á leikvøllinum. Har eru tað ítróttafólk, sum kappast fyri at vinna. So sjálvt um leikirnir hava nógv at siga mentunarliga og fyri sambandið millum oyggjar, er eingin ivi í, at tá tað kemur til sjálva kappingina, snýr tað seg um at vinna. Og hetta er júst ítróttur- at vit virða tær avtalaðu spæli­regl­ urnar og gera okkara besta á leik­ vøllinum, so vit kunnu vera vinir uttanfyri, sigur Sølvi Reinert Han­ sen, ítróttarforseti Trupult at vinna heilt fram Føroyar vunnu fyrsta gullmerkið á Guernsey í 1987, og tá ið leikirnir vóru hildnir í Føroyum árið eftir komu Føroyar eisini við í bólkin var vertslondum, sum klára seg væl. Seinastu tveir Oyggjaleikirnar hava Føroya staðið seg væl, og á Rhodos seinast vunnu Føroyar fleiri gullmerki enn nakrantíð áður. – Seinastu 5 leikirnar hava vit fingið millum 28 og 55 heiðurs­ merki, harav 6 til 24 hava verið gullmerkið. Eftirsum tvey ár eru millum leikirnar, er sera trupult at meta um støðið hjá hinum oyggj­ unum samanborið við okkara støði, sigur Sølvi Reinert Hansen. – Vit hava fingið fimleikin við aftur. Hann hevur vanliga givið okkum fleiri heiðursmerki. Vit vita, at svimjararnir og bogaskjúttarnir eru væl fyri. Samstundis er fram­ gongd at síggja innan t.d. judo. Saml­aða støðan verður gjørd upp eftir vunnum gullmerkjum. Seinast fingu vit 24 gullmerki, meðan Rodos á øðrum plássi fekk 26, og Jersey fekk 30 gullmerkir. So har er ikki so langt upp til hini. Men talan er um gullmerki, so har skal eitt øgiligt avrik til fyri at vinna hvørt tað einasta av teimum. Heiðursmerki nógv at siga Men spurningurin er so, hvat heið­ ursmerkini - og serliga tey úr gulli – hava at siga fyri leikirnar, ítróttar­ greinarnar og ítróttarfólkini. – Øll, sum fáast við ítrótt á høg­ um støði, droyma um at vinna heiðursmerki. So persónliga hava heiðursmerkini nógv at siga. Hjá ítróttagreinunum hava tey eisini nógv at siga, eftirsum tey bera boð um, á hvørjum støði ítróttafólkini eru í mun til hinar oyggjarnar, sigur Sølvi Reinert Hansen. – Annars verður vanliga ikki gjørt so nógv burturúr samlaðu heiðurs­ merkjakappingini, eftirsum kapp­ ingargreinarnar eru so nógvar, og støðið broytist millum leikirnar. Við samanlagt 3.200 ítróttafólkum er trupult at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skulu vinna fleiri heiðurs­ merki enn hini. Men føroysku ítrótta­ greinirnar hava so lagt alla orku í at fáa eitt so gott úrslit sum til ber, heldur ítróttarforsetin. Gull Silvur Bronsa Island of Man 1985 0 2 1 Guernsey 1987 1 2 5 Føroyar 1989 13 5 10 Áland 1991 6 10 11 Isle of Wight 1993 5 5 13 Gibraltar 1995 5 7 10 Jersey 1997 5 10 22 Gotland 1999 7 12 9 Isle of Man 2001 15 12 13 Guernsey 2003 6 10 12 Hetland 2005 14 11 20 Rhodos 2007 24 19 12 FØROYSK HEIÐURSMERKI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað snýr seg um at vinna vinarligu leikirnar Cayman-oyggjarnar Cayman-oyggjarnar eru víðagitnir fyri sítt fíggjarvirksemi, og bankkontur á Cayman-oyggjunum hava ofta verið nevndar í samband við tíðindi úr fíggjarheiminum hetta seinasta árið. Frálandavinnan hevur eisini nógv fíggjarligt virksemi á Cayman-oyggjunum. Oyggjaríki, sum hoyrir til Bretland liggur í karabiska havinum. Grand Cayman, Cayman Brac og Little Cayman eru oyggjarnar sum hoyra til oyggjarríkið. Oyggjarnar eru bara 260 ferkilometrar til støddar, men hava kortini eitt fólkatal, sum liggur um tey 52.000. Frøya Bert 4.059 fólk búgva á Frøya, sum er 231 ferkilometrar til støddar. Á gomlum norskum var Frøya nevnd ”Frøy”, sum merkir tann fremsta oyggin. Ein persónur frá Frøya verður nevndur ein ”frøyværing”. Frøya er ein kommuna í Suður-Trøndelags fylkinum í Noregi. Frøya er grannaoyggj við Hitra. Síðan kríggið hevur gingið illa í hond við fólkatalinum. Ì 1946 búðu heili 7.124 fólk á Frøya, men nútímans samfelagið hevur kravt sítt. Seinastu 63 árini er fólkatalið minkað við yvir 3.000 fólkum, og er fólkatalið nú á leið tað sama, sum tað var afturi í 1875. Føroyar hava á hesum Oyggjaleikunum møguleikan at fáa besta heiðurs­ merkjaúrslitið nakrantíð