fríggjadagur 26. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
Judo upplivdi eina stóra
framgongd í Føroyum,
árini eftir 1989, men mið
skeiðis í 90’unum varð
ítróttargreinin tikin av
skránni í oyggjarleikahøpi,
og tað var dyggur smeitur
Ein av teimum sum var við í tíðar
skeiðnum, tá judo vann Føroyum
nógv heiðursmerki á oyggjaleik
unum, árini 1989-1995, er Benny
Eidesgaard, koyrilærari.
Benny greiðir frá, at tá tað var
staðfest, at Føroyar skuldu vera
vertir fyri oyggjaleikunum í 1989,
gjørdi nevndin í judosambandinum
eitt stórt arbeiðið fyri, at judo skuldi
gerast ein av ítróttargreinunum á
oyggjaleikunum.
– Vit høvdu lítið og einki av
altjóða avbjóðingum, áðrenn
oyggjaleikirnar í 1989. Vit høvdu
samstarv við onkur feløg niðri, og
vóru til onkrar kappingar í Aalborg,
og tað var tað vit strembaði eftir tá.
Men so komu oyggjaleikirnir í 1989,
og tað setti veruliga ferð á judo
ítróttina í Føroyum, sigur hann.
Judo tað fyrsta
Og væl gekk hjá judoíðkarunum á
heimavølli.
– Eg minnist, at tað fyrsta
heiðursmerki Føroyar fingu á
oyggjarleikunum, var eitt gull
heiðursmerki í judo. Vit vunnu fýra
gull, tvær silvur og eina bronsu.
Spurdur um hvussu støði var,
svarar Benny:
– Vit kendu einki til okkara
kappingarneytar, tað høvdu bert
verið innanhýsis kappingar, men í
mun til tað sum vit vóru vanir, so
var støðið á einari leið.
Um týdningin av, at judo gjørdist
partur av oyggjaleikunum, er Benny
ikki í iva.
- Vit sum vóru aktivir tá fingu
eina nógv betri motivasjón, men eg
vil siga, at tað stóra skumpið kom,
tá oyggjaleikirnir í Føroyum vóru
farnir aftur um, tí tá løgdust nógv
nýggj fólk aftrat. Vit fingu góða
umtalu og góð úrslit.
– Vit høvdu eisini rímiliga góðar
umstøður, so vit kundu taka ímóti
judoíðkarunum frá hinum oyggja
samfeløgunum. Eftir teimum
karmunum, sum tá vóru, so vóru
fólk nøgd, men eg trúgvi ikki, at
umstøðurnar høvdu verið nøktandi
fyri tey sum íðka judo í dag.
Var í Álandi
Tá oyggjaleikirnir vóru í Álandi í
1991, var Benny Eidesgaard millum
íðkarnar. Í bólkinum undir 60 kg
vann hann gull, og Sam Vang vann
silvur, tá oyggjaleikirnir vóru í
Føroyum. Á Álandi býttu teir um,
Sam vann gull og Benny vann
silvur.
– Eg minnist, at vit fóru við
flogfari úr Føroyum, og eg minnist,
at vit gistu á einum skúla. Vit komu
tætt uppá hvønn annan, og høvdu
eitt stórt samanhald. Ein kom at
kenna onnur ítróttarfólk, sum ein
bara hevði sæð og hoyrt um.
Hýrurin var ótrúliga góður.
Á Álandi fingu føroysku judoíðk
arnir eitt gullheiðursmerki, fýra
silvurheiðursmerki og tvey bronsu
heiðursmerki.
– Eg vil kortini siga, at vit vóru
betri skipað og betri fyri, enn vit
vóru til oyggjaleikirnar í Føroyum.
Feigdarboðini á Gibraltar
Benny var aftur við á oyggjaleik
unum á Isle of Wight, og í Gibraltar í
1995. Føroysku judoíðkarnir fingu
heili 12 heiðursmerki, trý gull, trý
silvur og seks bronsuheiðursmerki,
talan var um besta úrslitið nakran
tíð. Men so bleiv ein bumba slept!
Judo var ikki á skránni til
oyggjaleikirnar á Jersey í 1997.
– Vit skiltu als ikki boðini, tí tað
var nóg mikið av oyggjum, sum
tóku lut í judokappingunum.
– Eg skilji enn tann dag í dag, ikki
at slíkt kundi henda.
Benny og hinir judoíðkarnir vóru
allir í judoklæðum til endahátíðina
á Gibraltar. Komnir til básin hjá
teimum útvaldu harrunum í
oyggjaleikahøpi, settu judoíðkarnir
seg niður, soleiðis sum gjørt verður,
tá judoíðkarar heilsa.
– Eg minnist, at eg segði við
Búgva Poulsen, at vit máttu
markera okkum enn meiri. Endin
var, at vit stillaðu okkum út á mið
ringin á leikvøllinum. Hetta var
gjørt fyri at kanna hvussu nógv
hildu við okkum, greiðir Benny frá.
Endin var, at meiri enn helvtin av
íðkarunum á oyggjaleikunum
komu út til miðringin, fyri at geva
judoíðkarunum sín stuðul.
Men lítið batti, judo var útifryst
frá oyggjaleikunum í heili 12 ár.
Benny undirstrikar, at hevði tað
ikki verið fyri nakrar fáar eldsálir, so
doyði judo út í Føroyum. Benny og
onnur við honum mistu motiva
sjónina, tá oyggjaleikirnir gjørdist
eitt lukkað land fyri tey.
Benny fegnast um, at judo aftur
er við á oyggjaleikunum, og vónar
inniliga, at hesaferð verður judo ein
fastur táttur á oyggjaleikunum í
framtíðini. Tí judoíðkarnir mugu
hava eina gularót.
Benny Eidesgaard fegnast
um, at judo aftur er við á
oyggjaleikunum, og vónar
inniliga, at hesaferð verður
judo ein fastur táttur á
oyggjaleikunum í framtíðini
Judo vaks og følnaði
við Oyggjaleikum
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Úr 14 upp í 25
Fyrstu Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Isle of Man í
1985. Fyrstu leikirnir vóru ikki í nánd av tí, sum
komandi Oyggjaleikir verða í tali av ítróttarfólki,
oyggjum og kappingum. Á fyrstu leikunum vóru 14
oyggjar við, og millum teirra vóru Føroyar. Síðani er
talið á luttakandi oyggjasamfeløgum vaksið upp í 25,
og tað er sett sum fyribils mark fyri, hvussu stórir
leikirnir kunnu verða.
Jersey eigur gullmetið
Tá ið Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Jersey í 1997, vann
vertsoyggin ikki færri enn 75 gullheiðursmerki. Hetta
er størsta tal av gulli, sum nøkur oyggj hevur vunnið til
einar Oyggjaleikir. Vertstjóðirnar plaga at standa seg
væl, men Jersey skaraði framúr í 1997. Jersey hevur
eisini síðani verið millum sterkastu oyggjarnar, og á
seinastu leikunum vann Jersey aftur flest
gullheiðursmerki.