fríggjadagur 26. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 23
Hann er elstur av føroysku
ítróttarfólkunum á Álandi.
Á leikunum í 1989 luttók
hann eisini. Tá og síðani
hevur hann vunnið
fleiri heiðursmerki í
oyggjaleikahøpi. Sein
ast hann luttók var á
oyggjaleikunum í 2005,
tá hann millum annað
rann hálvt-maraton. Nú
ger hann comeback á
judolandsliðnum, og ætlar
sær at vinna heiðursmerki
aftur. Maðurin er 38 ára
gamli Sam Vang
Hann hevur ikki vant judo í átta ár.
Kortini vóru boð send eftir honum,
tá judolandsliðið skuldi mannast.
Sam Vang er fleirtaldur heiðurs
merkjavinnari í oyggjaleikahøpi,
men hevur seinastu mongu árini
vunnið síni heiðursmerki í før
oyskum rennikappingum.
Nú ger hann so comeback á
judolandsliðnum, og eftir at hava
vant miðvíst seinastu tveir mánað
irnar, er Sam Vang við at finna
formin aftur, sum hjálpti honum at
vinna gull á oyggjaleikunum á
Gibraltar í 1995.
– Hvat konditiónini viðvíkur eri
eg væl fyri. Dystarvenjingin kundi
verið betri, tí tað eksplosiva, sum er
neyðugt í judo, vantar enn eitt
sindur, men tað er við at vera har,
greiðir Sam Vang frá.
Elstur av øllum
Hann er elsta føroyska ítróttarfólki
á Álandi, men Sam metir seg vera
eins góður og restin av føroysku
judoíðkarunum, sum fara avstað.
Tískil er málsetningur hansara
høgur, tá farið verður á motturnar í
Álandi.
– Tað er einum medaljuplássi, eg
fari eftir. Eg meti meg vera eins
góðan nú sum í 1995. Teknikkin
havi eg og dystarvenjingin er mest
sum ájavnt ta, hon var tá, so spurn
ingurin er bara, hvussu sterkir hinir
eru, sigur Sam Vang, sum eisini
vann gull á Álandi í 1991. Í Føroyum
í 1989 og á Isle of Wight í 1993
gjørdist talan um silvur.
Vigar tað sama sum í 1989
Merkisvert er, at Sam Vang øll árini
bardist í sama vektflokki, og nú
hann er 38 ára gamal, vigar hann
enn tað sama, sum hann gjørdi, tá
hann var 18 ár í 1989.
– Her hevur renningin hjálpt
mær væl, og eg renni jú eisini
hvønn dag til og frá arbeiði, fortelur
Sam Vang, sum býr í Havn og
dagliga arbeiðir á Sundsverkinum.
Sostatt rennur hann góðar 13
kilometrar um dagin.
Renningin hevur eisini havt
fremstu raðfesting hjá Sam sein
astu árini. Hann ætlaði eisini at
luttaka í hálvtmaratonkappingini á
Álandi, men tað eydnaðist honum
ikki.
Vónandi betri enn Rhodos
Nú verður tað so einans judo, ið
Sam skal savna seg um á leikunum,
og vónirnar eru góðar.
– Tað er trupult at meta um, hvat
vit kunnu vænta, men eg trúgvi tað
verður umleið sama úrslit sum á
Rhodos. Har kundu vit, við eitt
sindur av hepni, fingið onkra gull
aftrat, heldur enn silvur, sum vit
fingu nógv av, so vónandi verður
úrslitið nakað betri enn tá, heldur
Sam Vang fyri.
Á Rhodos vann føroyska judo
landsliðið ikki færri enn eitt gull-,
seks silvur- og tvey bronsumerki,
og gjørdist nummar tvey í lið
kappingini.
Hjá Sam sjálvum eydnaðist tað
eisini at vinna eitt gull heiðurs
merki, áðrenn hann fór til Álands.
Hóast nógv judovenjing hevur
verið á skránni, so vórðu renni
skógvarnir tiknir upp á Sunda
lagsstevnu síðsta vikuskiftið, har
Sam kom fyrstur um málstrikuna á
sjey kilometra langa teininum.
Rennandi judarin
Tað er eitt vælmannað judolið, sum fer til Álands. Fyri fyrstu ferð
nakrantíð, eru tveir luttakarar meldaðir til í hvørjum bólki, og sostatt
er judolandsliðið fullmannað. Av teimum 14, sum mannað liðið,
luttaka seks av teimum somu sum á Rhodos í 2007. Harumframt er
Sam Vang, ið hevur drúgvar oyggjaleikaroyndir í judo, við aftur. Tað
merkir, at helvtin av judolandsliðnum hevur luttikið á
oyggjaleikunum áður.
Í judo eru luttakararnir býttir upp í vektbólkar, og kappast verður
sum einstaklingar, umframt at ein liðkapping eisini er, har sjey
luttakarar manna liðið – ein úr hvørjum vektbólki.
JUDO
Føroyska judolandsliðið er
mannað við hesum
monnum
Nicolaj Skoubo
Sam Vang
Búgvi Hanusarsson Hansen
Sigurd Bjørn Mørkøre
Hjalmar Johannesen
Jógvan Páll Kristiansen
Búgvi Poulsen
Áki Davidsen
Bjørn Andreasen
Nicolai Mohr Vang
Petur Sigurð Johannesen
Ragnar við Streym
Skarpheðin Njálsson
Olaf Andreasen
Venjari: Zvonko Mrdalo
FAKTA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
1000 fólk hava
umboðað Føroyar
Føroyar hava verið við á Oyggjaleikum síðani byrjanina í
1985, tá ið fyrstu leikirnir vórðu hildnir á Isle of Man. Hesar
12 leikirnar síðani hava umleið 1000 ítróttarfólk umboðað
Føroyar á Oyggjaleikum. Føroyar hava luttikið í nógvum
ymiskum ítróttargreinum hesi árini. Hesaferð eru umleið
120 føroysk ítróttarfólk við í kappingunum á Álandi.
Wight og Bermuda
fyri framman
Tað er longu nú greitt, hvar Oyggjaleikirnir verða
næstu tvær ferðirnar. Í 2011 verða leikinir hildir á Isle
of Wight, sum liggur sunnanfyri bretska meginlandi.
Isle of Wight var eisini vertur fyri Oyggjaleikunum í
1993. Í 2013 longur leiðin – tann langa leiðin – til
Bermuda, sum hevur tikið lut í Oyggjaleikunum
síðani 2003. So føroyingar skulu fyrireika seg til
sólríkar Oyggjaleikir næstu árini.
– Hvat konditiónini viðvíkur eri eg væl fyri. Dystarvenjingin kundi verið betri, tí tað eksplosiva, sum er neyðugt í judo, vantar enn eitt
sindur, men tað er við at vera har, sigur Sam Vang