Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009 Góð 27.000 fólk hava heima á Álandi, sum hevur eina ríkisrættarliga støðu, sum í summum førum minnir um hana í Føroyum Áland – ella Álandsoyggjarnar – liggja millum Finnland og Svøríki. Áland er ein sjálvstýrandi lands­ partur í tí finska ríkinum. So at siga øll á Álandi hava svenskt sum móðir­mál, og tá tað kemur til mentannina, so er talan um eina fyrndargamla, svenska mentan. Umleið 27.000 fólk hava heimstað á Álandi, umleið 10.900 av hesum búgva í høvuðsstaðnum, sum nevnist Mariehamn. Samlaða landa­ økið er 1527 ferkilometrar. Tað eru heilar 6.757 oyggjar, hólmar og sker, sum hoyra til Áland, so tað er ikki smávegis oyggjaríki talan er um. Størsta oyggjin, sum nevnist Fasta Áland er tó rættiliga stór. Hon er 1.010 ferkilometrar, og dekkar sostatt 2/3 av samlaða landa­ økinum. Hernaðarfrítt øki Serstaka støðan hjá Álandi hevur við sær, at álendingar hava rætt til at samtykkja egnar lógir, og at teir kunnu taka avgerðir innan avmark­ aði øki. Ein og í Føroyum, so nevna álendingar sítt ting ”Lagting”, álendingar hava eisini landsstjórn. Haraftrat er Áland eitt uttanveltað, hernaðarfrítt øki, og serstaka støðan hjá Álandi er vard av altjóða forskriftum. Finnland hevur kortini ovasta valdsrættin yvir Àlandi. Svenskt til 1809 Áland var ein svenskur landspartur fram til 1809. Svøríki tapti kríggið ímóti Russlandi, og sum tapsendur­ gjald mátti svenska stjórnin lata Finnland - og harvið eisini Áland - frá sær. Áland gjørdist tá partur av russiska stórfúrstadøminum, Finnlandi. Tá Finnland fekk fullveldi í 1917, ynsktu álendingar at gerast ein partur av Svøríki aftur. Tað var mett at vera nátúrligt á Álandi, tí teir tosaðu jú svenskt, høvdu eina gamla svenska mentan, og hartil svenskar siðir. Finnland vildi tó ikki sleppa Álandi, og málið endaði hjá tjóðarsamgonguni – sum var forleyparin til ST – sum hevði høvuðsskrivstovu í Géneve í Sveis. Finska stjórnin bjóðaði álendingum at fáa sjálvstýri innan finska lýðveldið, men hesum tóku álendingar ikki undir við. 96,2 % av teimum, sum høvdu valrætt í Álandi skrivaðu undir eina áheitan um at sleppa burtur úr tí finska ríkinum. Í 1921 samtykti tjóðar­ samgongan kortini, at Áland skuldi vera verðandi ein partur av finska ríkinum, men tó ikki uttan treytir. Finnland varð tvungið at tryggja álendingum rættin at tosa og skriva svenskt, og rættin at sleppa at varðveita sína mentan, og sínar siðir. Ein altjóða sáttmáli staðfesti eisini, at Áland skuldi vera eitt hernaðarfrítt økið. Áland er í dag eitt av teimum heilt fáu hernaðar­ fríu økjunum í øllum heiminum. Ikki pro-svenskir longur Ein hin fremsta grundgevingin fyri at lata Áland vera verðandi í finska ríkinum er, at Finnland er tvímáls­ ligt. Í finsku grundlógini eru finsku og svensku málini javnstillaði. Tjóðarsamgongan í Géneve metti soleiðis, at álendingar fóru at vera við til at tryggja rættindini hjá tí svenska minnilutanum í Finnlandi, um teir vóru verðandi partur av finska ríkinum. Fyrstu árini aftaná 1921 vóru álendingar harmir um, at teir ikki gjørdist ein partur av Svøríki, men hetta er broytt við árunum. Nú eru allir tankar um at sameina seg við Svøríki sleptir, og álendingar hava bygt ein serligan samleika og stoltleika rundan um sjálvstýrið, sum teir fingu í 1921. Tað eru tó tey sum halda, at støðan hjá svenska málinum er viknað seinastu árini. Finska málið tekur seg alt meiri fram, serliga innan vinnulívið. Tað eru eisini alsamt færri finskir embætismenn og politikkarar sum práta svenskt, og viðurskiftini millum álendsku landsstjórnina og finsku ríkis­ stjórnina eru versnaði seinastu árini. Ein lítil, men vaksandi partur av álendingum heldur, at Áland eigur at taka fult sjálvstýri. Í 2003 kom ein nýggjur álendskur sjálv­ stýrisflokkur í álendska løgtingið. Flokkurin ”Ålands Framtid” fekk tveir av teimum 30 løgtings­ sessunum. Men meiningakanningar vísa kortini, at umleið 70% av álendingum vilja framvegis vera partur av finska ríkinum. Valdsbýtið Àlendska løgtingið ræður á nógvum økjum, men á summum økjum er finsk lóg galdandi. Álendska sjálvstýrið verður regulerað við einari serligari sjálvstýrislóg, sum gevur álend­ ingum rætt til at lóggeva á øllum økjum, uttan tey sum lógin tilskilar ikki eru til vanda fyri innaru og uttaru trygdini hjá finska ríkinum. Álendingar hava valdsrættin í løg­ reglumálum, postmálum, kommu­ nalum skattainnkrevjingum, skúlum, heilsu- og sjúkramálum og útvarps- og sjónvarpsmálum. Finska lógir valda tó, tá talan er um toll, marknaðareftirlit, gjaldoyramál, og á økjum sum fata um revsirætt, arbeiðsrætt og sivilrætt. Finski staturin hevur eitt ríkisumboð á Álandi, sum verður nevndur »landshøvdingurin«. Lutherska kirkjan á Álandi hoyrir til presta­ umdømi í Borgå, som er tað svenskt­málsliga prestaumdømið í Finnlandi. Heimstaðarrætturin Álendingar hava ein ógvuliga serstakan status, sum verður nevndur »hembygdsrätten«. Heimstaðarrætturin regulerar hvør hevur rætt til at eiga jørð og hús, og hvør kann reka vinnulívs­virk­ semi á Álandi. Hvør álendingur eigur lut í heimstaðarrættinum, og ein missur hendan rættin, um ein býr uttanfyri Áland í fimm ár. Fyri at fáa heimstaðarrættin aftur - ella Serstaka oyggjar heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Føroyar 18 oyggjar, 1.399 ferkilometar, og vit nærkast teimum 49.000 fólkunum. Enn hava Føroyar til góðar at koma upp um tey 50.000 fólkini. Í øllum faktaboksum um Føroyar á øðrum málum, stendur at lesa, at bæði danskt og føroyskt eru málini hjá føroyingum, men nógv, nógv tey flestu av okkum hava so føroyskt, sum móðirmál. Fiskivinnan hevur altíð spælt, og spælir framvegis ein stóran og avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum, men alivinnan og aðrar vinnur byrja at gera vart við seg. Føroyingar hava ein dreym um at sleppa at hýsa oyggjaleikunum aftur, eins og vit gjørdu afturi í 1989. Bermuda Bermuda er eitt oyggjasamfelag, sum liggur 1.770 kilometrar eystur úr Miami í Florida. Bermuda hoyrir til Stórabretland. Høvuðstaðurin eitur Hamilton. Býurin, Saint Georges var grundlagdur í 1612, og er tann elsti ensktbygdi býurin í Panamerikanska økinum. Hóast Bermuda ofta verður nevnt í eintali, so er talan um heilar 138 smáar oyggjar, sum samanlagt hava eina stødd uppá einans 53,3 ferkilometrar. Størsta oyggin verður nevnd Main Island. Bermuda hevur eitt rættiliga umfatinda fíggjar- og bankavirksemi. Orsaka av subtropiska veðurlagnum, hevur Bermuda eisini rættiliga fitt av ferðafólkum. Hóast neyðarsligu støddina, so búgva heili 68.000 fólk á Bermuda.