Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 29 – Føroyskur fótbóltur hevur funnið aðrar avbjóðingar enn Oyggjaleikirnar, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum. Tað er ikki sannlíkt, at Føroyar fara við aftur til Oyggjaleikirnir við fótbóltsliði næstu árini Føroyar eiga nógv gleðilig minni frá Oyggjaleikum. Nøkur av teimum stava frá fótbólti, har fyrst menninir og síðan kvinnurnar hava vunnið gullheiðursmerki fyri Føroyar. Í 1989 og í 1991 vunnu menninir gull og hava ikki verið við síðan, meðan kvinnurnar vóru við á Man, á Guernsey og í Hetlandi fyrst í 0’unum. Tær vunnu gull hvørja ferð. Síðan tá, hevur ongin umboðað størstu ítróttargreinina í Føroyum í størstu ítróttargreinini á Oyggjaleikum. Orsøkirnar til hetta eru sambært Ísaki Mikladal, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, rættiliga einfaldar. - Vit hava verið við nakrar ferðir, og vit avgjørdu aftaná, at vit skuldu velja nakað annað til ítróttarligu avbjóðingarnar. Vit vóru við hjá monnunum, til vit hildu okkum verða klár til aðrar avbjóðingar, og tað var tað sama hjá kvinnunum, sigur Ísak Mikladal. Hann leggur afturat, at tað kann sýnast eitt sindur løgið, at størsta ítróttargreinin í Føroyum ikki er umboðað á Oyggjaleikum. Passar illa saman Ísak Mikladal greiðir somuleiðis frá, at saman við avbjóðingunum, sum fótbólturin hevur valt sær hjá UEFA og FIFA, passa Oyggjaleikirnir illa inn í árskalendarin hjá ymisku fótbóltslandsliðunum. - Vit hava ein kalendara, sum koyrir hvørt ár, har øll landsliðini eru rættiliga upptikin. Yngru liðini, sum mann eventuelt kundi sent avstað, eru somuleiðis upptikin í teirra kappingum á einum øðrvísi støði enn tað á Oyggjaleikunum, sigur hann. Óseriøst at senda unglingar Í 1991 var tað eitt sokallað talentlið, sum umboðaði menninar hjá Føroyum í fótbólti á Oyggjaleikunum, sum eisini vann gull. Men hetta hevði sambært Ísaki Mikladal verið eitt sindur óseriøst at gera aftur. - Tey yngru liðini, bæði hjá monnum og kvinnum, hava avbjóðingar, har tey møta liðum í sínum egnu aldursbólkum. Tey eru á nøkulunda sama støði og eitt sindur hægri enn hvat okkara leikarar eru, og tað er valdi leisturin. At senda smádreingir til Oyggjaleikir, bara fyri at fáa onkra medalju, hevði onkursvegna verið rættiliga óseriøst, heldur hann. Tungt fíggjarliga Ein onnur orsøk til, at føroyskur fótbóltur ikki er umboðaður, er, at afturat verandi kappingum, hevði tað verið rættiliga tungt fíggjarliga. - Skuldu vit til Oyggjaleikir, so høvdu vit verið noydd til at slept onkrum øðrum, tí tað hevði ikki borið til at leggja útreiðslurnar, sum eru tengdar aftur at Oyggjaleikum, afturat verandi skrá, staðfestir aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya. Føroyingar slept størstu kappingini eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Beint eftir, at føroysku kvinnurnar vunnu gull í Hetlandi, varð avgjørt, at tær ikki skuldu aftur á Oyggjaleikir Drekka vatn úr krananum Ítróttarfólk hava brúk fyri nógvari vætu fyri at verða væl fyri til ítróttarkappingar. Hesaferð hava fyriskipararnir av Oyggjaleikunum mælt ítróttarfólkunum til at drekka vatn úr krananum, tí vatnið á Álandi er gott at dekka, verður sagt. Harafturat halda fyrireikararnir, at tað er betri fyri umhvørvi, at drekka vatn úr krananum enn at brúka vatnfløskur. Ítróttafólkini fáa fløskur, sum tey kunnu fylla vatn á. Setanin verður leygarkvøldið Kappingarnar á Oyggjaleikum byrja sunnumorgunin, men longu leygarkvøldið verður hol sett á 13. Oyggjaleikirnar. Tá vóru stóra setanin á Wiklöf Holding Arena. Tá plaga øll ítróttarfólkini úr øllum oyggjunum at ganga skrúðgongu. Hesaferð verður skrúðgongan størri enn nakrantíð, tí 3700 ítróttarfólk og leiðarar verða við á leikunum hesaferð. Setanin verður leygardagin kl. 16.30 føroyska tíð.