Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 Summarlív Lagt til rættis: Rógvi Nybo Myndir: Jens Kristian Vang og Rógvi Nybo Børn og foreldur hugnaðu sær óført saman í Streym­ nesi fríggjadagin. Dag­stovn­ ur­in við Kráir í Hvalvík og ungdómsdeildin hjá EB/ Streymi skipaðu fyri stórum barnakarnivali, og bók­stav­ liga øll børn og foreldur teirra vóru boðin. Veðrið var sum bílagt til høvið, og sólin bakaði yvir ítrótt­arøkið við Margáir í Streym­nesi, har stór sum smá saman kundu njóta góða veðr­ið og fáa eina góða upp­ living. Sera nógv var gjørt burt­ur­ úr til henda barna­karni­val­in, og tað var ein sera fjøl­broytt og intensiv skrá. Klokkan 15 byrjaði barna­karnivalurin við skrúðgongu av Dag­stovn­in­ um við Kráir og til ítróttarøkið við Marg­áir. Frammi á vøll­in­ um vóru fýra hoppiborgir, pylsu­­vogn­ur við Pernille úr Eg Elski Føroyar, candy­floss og poppkorn, brand­bil­ur, trakt­­or­ar og gravi­mask­ina, ið børn­ini kundu hugna sær við. Eisini komu nakrir leik­ ar­ar av besta liðnum hjá EB/ Streymi framvið og vóru klár­ ir til ein stuttan dyst móti teim­um, sum tordu at bjóða av. Á pall­in­um vóru fleiri ferð­ir fram­førsl­ur, og vitj­aðu Nósi, Bass­ar, Silvi og ikki minst Faroe5, ið rundaðu av við eini konsert fyri børnum og foreldrum. Alt í alt var hetta eitt gott høvi hjá foreldrum og børn­ um at hugna sær saman og við øðrum, og kann sigast at hetta var eitt sera væl eydn­að tiltak. Sól og samanhald í Streymnesi Nógvar óneyðugar skurðviðgerðir Á donskum sjúkrahúsum verða nógvir sjúklingar lagdir undir skurð, hóast tað er fullkomiliga óneyðugt. Tað skrivar Berlingske Tidende í dag. Blaðið sigur frá fleiri læknum, at skurðviðgerðir eru vorðnar ein handilsvøra, soleiðis at sjúkrahúsini leggja fólk undir skurð fyri at fáa tey fíggjarligu viðurskiftini at hanga saman, so skurðdeildirnar fáa teirra part av fíggjarætlanunum. Læknarnir siga, at í nógvum førum er talan um óneyðugar skurðviðgerðir, sum kunnu hava óhepnar avleiðingar við sær. Birgitte Josefsen, sum er framsøgukvinna hjá Vinstra í heilsumálum, sigur við Berlingske Tidende, at læknarnir svíkja teirra ábyrgd, um teir seta fíggjarlig atlit fram um sjúklingarnar. Fáa lítið fyri kópaskinn Kanadiskir veiðimenn, sum hava roynt eftir kópi í Ný Funna­ landi og fram við kanadisku eysturstrondini, hava fingið so lítið burturúr, at menn tosa um árið í ár sum eitt van­l­ukkuár. Í vár gav kanadiska stjórnin veiði­monnunum loyvi til at veiða 280.000 kópar, men síðani veiðitíðin byrj­aði í vár, hava menn bara veitt ein fjórðing av kvotuni. Orsøkin er, at prís­urin á kópaskinn­um er fain í botn. Fyri trimum árum síðani kund­u veiði­menninir fáa meiri enn 500 krónur fyri skinnið, men í dag kunnu teir ikki vænta at fáa meiri enn einar 70-80 krónur. Kanadiska stjórnin hevur lov­að veiðimonnunum at gera eina roynd at fáa ES og onnur lond í Evr­opa at keypa kópaskinn, men mótstøðan hesumegin Atlantshavið er hørð.