mánadagur 29. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 121 - 29. juni 2009
Norksa oljufelagið
StatoilHydro er
farið undir eina
umfatandi seismiska
kanning á føroyska
landgrunninum,
sum skal vera
grundarlagið undir
eini komandi boring
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Norska oljufelagið Statoil
Hydro er tað oljufelagið,
sum hevur flest leitiloyvi á
føroyska
landgrunninum.
Felagið hevur verið við í
øllum teimum trimum út
bjóðingunum, sum hava
verið við Føroyar. Eitt er at
fáa tillutað leitiloyvi, annað
er at skula gera tær kann
ingar, sum hevur loyvi
krevja. StatoilHydro gjørdi
í fjør fleiri kanningars við
seismikkskipi á ”gomlum”
loyvum. Nú verður so sett
út í kortið av nýggjum – í
nýggjastu loyvunum.
Sosialurin skilur, at fe
lagið av álvara fyrireikar
seg til eina komandi olju
boring, sum helst verður í
einum av loyvunum í 2010,
2011 ella 2012.
Í hesum sambandi hevur
StatoilHydro sett út í kortið
sera umfatandi seismiska
kanningar í fleiri av sínum
leitiloyvum, her serstakliga
loyvi 16, sum felagið fekk
tillutað í 3. útbjóðing saman
við Dong og so teimum
báðum føroysku oljufeløg
unum Faroe Petroleum og
Atlantic Petroleum. Seis
mikkskipið
Harrier
Explorer er júst byrjað at
skjóta seismikk. Hetta er
eitt umfatandi arbeiði, tí
loyvi 16 fevnir um eitt sera
stórt øki. Umframt tað
verður eisini farið inn a
bretskt øki, og eitt sindur
inn á loyvi 10 og loyvi 11
eisini.
Rúni Hansen, stjóri í
StatoilHydro í Føroyum
sigur, at teir skulu brúka
seismikkin til at finna fram
til, hvar teir skulu bora ein
møguligan brunn komandi
árini. Arbeiðið hjá seis
mikkskipinum fer at taka
umleið hálvan annan mán
að.
Lesið eisini samrøðu við
forsetan hjá StatoilHydro
fyri altjóða leiting, Tim
Dodson í Vinnuni í Sosial
inum í morgin. Sosialurin
hevur júst vitjað í London,
har blaðið hitti Statoil
stjóran.
StatoilHydro farið undir umfat
andi seismikk á landgrunninum
Talan er um eina rættiliga umfatandi kanning, har seismikkur verður skotin á einum stórum øki
Harrier Explorer, sum
nú skjýtur seismikk fyri
StatoilHydro á føroyska
landgrunninum.
Eingin kúlubøka til Grønlands
Altjóða hvalaveiðinevndin IWC, heldur í hesum døgum 61. ársfundin í Portugal. Heldur ikki hesaferð varð
nøkur endalig avgerð tikin á ársfundinum um uppskotið hjá Grønlandi um eina nýggja kvota á 10 kúlubøkum.
Malið verður tikið upp aftur á einum eykafundi seinni í ár. Hóast greiðu niðurstøðuna hjá IWC vísindanevndini
um at ein kvota á 10 kúlubøkum í Vestur Grønlandi er innan fyri burðardyggar karmar, var ikki nóg stór
undirtøka fyri, at kvotan kundi verða samtykt. Sama uppskotið varð avvíst við atkvøðugreiðslu í 2008. Ein slík
avgerð í IWC krevur ein 3/4 meiriluta. Felags støðan hjá ES í IWC er høvuðsforðingin fyri, at ein nýggj kvota
fyri Grønland verður samtykt. Ein meiriluti av teimum 23 ES limalondum, sum eru limir í IWC er ímóti at lata
Grønlandi 10 kúlubøkur. Hóast ósemju innanhýsis millum ES limalondini, har serliga Svøríki, Finnland og
Estland taka undir við eini nýggjari kvotu til Grønlands, eru øll ES limalondini bundin av at atkvøða eins og
meirilutin. Danmark hevur tikið fyrivarni fyri felagsstøðuni hjá ES í IWC, og tekur støðu til einstøk mál við
atliti at áhugamálum hjá Grønlandi og Føroyum. Umboð fyri Føroyar tók lut á ársfundinum.