týsdagur 30. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 122 - 30. juni 2009
Jóansøka
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndin: Jens Kr. Vang
T
að er í fyrsta lagi
Froðbiar
sóknar
Róðrarfelag,
sum
stendur aftanfyri jóansøku,
tá hon annaðhvørt ár verður
hildin á Tvøroyri. Aftrat
sær til hjálpar hevur felagið
nógv sjálvboðin fólk, sum
standa aftanfyri mongu og
ymisku tiltøkini á stevnuni.
Nú hendan jóansøkan er
løgd afturum bak, hevur
Bergur Stórhamar staðið á
odda fyri fyriskipingini á
trimum jóansøkum í slag.
- Vit hava tosað um at
skipa eina stevnunevnd,
soleiðis at tað ikki er kapp
róðrarfelagið, ið formelt
stendur sum einsamallur
fyrisipari av stevnuni. Hetta
verður gjørt til næstu stevnu
um tvey ár, tí tað er ov nógv
hjá einum felag at hava
ábyrgdina av so nógvum.
Tað sigur Bergur Stór
hamar, sum annars letur
sera væl at jóansøku sein
asta vikuskifti.
- Vit hava fingið nógvar
positivar reaktiónir frá fólki
um stevnuna, og vit hava
enn ongum møtt, sum ikki
var nøgdur við viðurskiftini
rundan um eitt nú kappróð
urin, sum er størsta tiltakið
á jóansøku. Sama var á sein
astu jóansøku á Tvøroyri,
leggur hann aftrat.
Fluttu dráttin
Bergur vísir á, at nógv
hevur verið gjørt fyri at
gera
umstøðurnar
hjá
kappróðrarfólki og fólki,
sum hyggja at kappróðri so
góðar sum tilber.
- Vit fluttu dráttin í ár,
soleiðis at hann hesaferð lá
úti á bryggjuni - millum
landingarmiðstøðina
og
flakavirkið. Áður lá hann
við gamla bátahylin, og tá
sóu kappróðrarfólkini, sum
komu í land av bátunum,
ikki næsta róður, tí tey
náddu ikki at koma útaftur
á bryggjuna.
Hann sigur, at hesaferð
kundu kappróðrarfólk, sum
júst vóru komin úr bátinum,
fylgja við róðrinum eftir og
kundu soleiðis eisini rópa á
manningarnar.
- Vit høvdu ein stóran
bátadrátt, bæði breiðan og
langan, og har kundu eini trý
10-mannafør standa í senn.
Hetta hevur verið við til at
givið bátum og manningum
nógv betri umstøður, og eg
vil siga, at nýggi drátturin
riggaði sera væl.
Froðbiar sóknar Róðrar
felag hevur eisini gjørt
nógv fyri tey, sum eru á
landi, soleiðis at fólk kundu
fylgja við, hvussu bátarnir
lógu, tá teir nærkaðust
málinum.
- Soleiðis høvdu vit skelti
báðumegin fjørðin, sum
søgdu fólki, hvussu linjan
gekk. Hesi skelti stóðu uppi
báðumegin á ávikavist 50,
100, 200, 300 og 400 metr
um frá mállinjuni. Hetta er
ikki minst fyri tey, sum
fylgja kappróðrinum í bili,
leggur hann aftrat.
Rógva úteftir
Froðbiar sóknar Róðrarfelag
hevur viðgjørt spurningin
at flyta kappróðurin longur
inn
á
Trongisvágsfjørð,
soleiðis at startmálið byrjar
inni á vánni í Trongisvági.
- Hetta er nakað, vit hava
tikið upp og fara at viðgera
nærri. Hetta hevði gjørt, at
kappróðurin
var
nærri
landi, og hevði soleiðis
eisini gjørt, at fólkið, sum
fylgir kappróðrinum frá
bryggjuni og av Tvøroyri
annars, var nærri bátunum,
sigur Bergur Stórhamar.
Umhugsa at rógva úr
Trongisvági og úteftir
- Vit hava fingið nógv rós fyri, hvussu kappróðurin og umstøðurnar rundan um kappróðurin vórðu skipaðar.
Fyri at gera umstøðurnar uppaftur betri, umhugsa vit at leggja startmálið til næstu jóansøku í Trongisvági,
soleiðis at róðurin verður uppaftur meira vinarligur fyri áskoðararnar, sigur Bergur Stórhamar