týsdagur 30. juni 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122
Forsetin í IIGA, Jørgen
Petterson heldur, at
Føroyar hava ítróttarligu
fasilitetirnar til at hýsa
oyggjaleikunum. Men vit
mugu gera upp við okkum
sjálvar, um vit ynskja at
økja talið av seingjar
plássum í Føroyum
Forsetin í International Island
Games Association, Jørgen
Petterson úr Álandi hevur góðar
royndir við Føroyum. Hann var við
álendska flogbóltslandsliðnum í
Føroyum, tá oyggjaleikirnir vóru
her á landi í 1989. Spurdur um
Føroyar kunnu hýsa oyggjaleikun
um í 2017 ella í 2019 svarar Jørgen
Peteterson:
- Eg trúgvi, at Føroyar hava
møguleika at hýsa leikunum, tá tað
kemur til tann ítróttarliga kapase
tetin. Føroyar hava longu havt
leikirnar, og fyri mín part vóru
oyggjaleikirnir í 1989 ein stór upp
living. Men at hýsa oyggjaleikunum,
krevur eisini, at seingjakapaseturin í
Føroyum verður munandi øktur.
– Tit mugu gera upp við tykkum
sjálvar, hvussu nógvum fólkum tit
kunnu hýsa. Nú hava vit 3.200 fólk á
hesum leikunum, og tað má sigast
at vera pínumarkið fyri hvussu
nógv fólk kunnu koma á til oyggja
leikir. Eg trúgvi ikki, at ein kann fara
upp um hetta talið. Og tað er har
føroyingar mugu loysa trupuleikan,
segði Jørgen Petterson í viðtalu við
Rás2 sunnudagin.
Væl nøgdur
Jørgen Petterson er annars væl
nøgdur við fyrireikingina av
oyggjaleikunum:
- Eg eri ógvuliga stoltur av øllum
álendingum, sum hava gjørt sítt
fyri, at oyggjaleikirnir skulu eydnast.
Tá tosi eg ikki bara um tey sum sita
í fyrireikingarnevndini fyri oyggja
leikirnar á Álandi, men eisini øll tey
mongu sjálvbodnu kring Áland,
sum hava meldað seg til at hjálpa
til á leikunum. Tey hava veruliga
stillað upp, og víst, at tað er dugur í
teimum, undirstrikar Jørgen
Petterson.
– Eg var ein rørdur maður tá
oyggjaleikirnir vóru settir her í
Mariehamn leygardagin. Tað føldist,
sum um ein náddi einum hægri
máli. Men tað ræður fyrst og fremst
um, at ítróttarfólkini hava tað gott,
tí tað er tey alt snýr seg um.
Spurdur um allir álendingar hava
eitt hjartað við í oyggjaleikunum,
svarar Jørgen Petterson:
- Ein skal ongantíð siga øll, men
eg havi varhugan av, at nærum allir
álendingar fegnast um, at Áland
hýsir oyggjaleikunum.
Afturbering til ítróttin
Tað hevur kravt nógva tíð av
Jørgeni Petterson at vera forseti í
IIAG: - Hetta er eitt sjálvboðið starv,
sum ein ger, tí ein heldur, at hetta
er stuttligt og mennandi. Summar
tíðir krevur hetta nógva tíð, og
nógv arbeiðið. Nú er so sjóneykan
sett á Isle of Wight, sum fer at hýsa
oyggjaleikunum í 2011.
– Líkamikið hvør hýsir oyggja
leikunum, so er talan um eina
serliga og sjarmerandi uppliving.
Eg minnist í 1989, at vit búðu í
skúlanum í Klaksvík, tað var
einastandandi gott. Sjálvur spældi
Jørgen Petterson við álendska
flogbóltslandsliðnum fram til
oyggjaleikirnar á Gibraltar í 1995.
Jørgen er sera fegin um tey
vinabond hann hevur knýtt á
oyggjaleikunum, og tær stóru
upplivingarnar hann hevur havt á
oyggjaleikunum. Hann staðfestir, at
uttan oyggjaleikirnar, so hevði
álendski ítrótturin ongantíð ment
seg. Tað er ringt hjá álendingum at
vinna seg á finsk landslið í teimum
ymisku ítróttargreinunum, og tí
hava oyggjaleikirnir alt at siga fyri
Áland.
– Mítt sjálvbodna arbeiðið fyri
IIGA er ein afturbering og tøkk fyri
allar tær góðu og stóru
upplivingarnar eg havi fingið í
oyggjaleikahøpi, staðfestir tann
blíði og fyrikomandi, álendski IIGA-
forsetin at enda.
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Ítróttarliga kunnu Føroyar
hýsa oyggjaleikunum
Jørgen Petterson (á insettu myndini) sigur, at føroyingar fyrst og fremst mugu gera upp við seg sjálvar, um vit skulu satsa upp á at skapa neyðugu karmarnar til at hýsa
Oyggjeleikunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Melo heldur fram
Tað verður í øllum førum ikki á hesum sinni, at Felipe
Melo skiftir til Arsenal. Fjølmiðlar hava skrivað dúgligt
um eitt møguligt skifti, har brasiliumaðurin Gilberto,
sum áður hevur spælt í Arsenal, hevur rátt
landsmanninum til at flyta til Arsenal. Felipe Milo longdi
í gjár sín sáttmála við Fiorentina, sum er galdandi til
2013.
Arnesen samdur við Chelsea
Frank Arnesen hevur seinastu árini verið talentstjóri í enska
stórfelagnum Chelsea. Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið skrivað
um, at fyrrverandi danski landsliðsleikarin ikki heldur fram í
starvinum. Men tað er eftir øllum at døma ikki satt. – Tað er eingin
trupulleiki. Mítt starv verður eisini í Chelsea komandi árið, sigur
Arnesen við onside.dk