Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 123 - 1. juli 2009 BlueGreenFuture er slóðbrótandi átak, sum ger tað lættari hjá før­oysk­um fyritøkum at fáa vinnuliga úr­tøku burtur úr skjót­ast vaksandi vinnu­økinum í al­heims búskapinum, Cleantech, sigur Andras Róin, pro­jekt­leiðari í BlueGreenFuture. Hann metir, at Cleen­ tech kann gerast hitt beinið, føroyskt vinnulív hevur saknað CLEENTECH Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi, BlueGreen­ Future sendi út í morgun, stendur um átaki, at Blue­ Green vendir sær beinleiðis til føroysku vinnuna. Enda­ málið er at samskipa og marknaðarføra føroyska tøkni og føroyskar loysnir innan Cleantech fram í móti veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn desember. Við øðrum orðum vil Blue­GreenFuture skapa eitt netverk av veitarum, sum hava útflutning og Clean­ tech til felags og harvið gera tað lættari at koma í sam­band við altjóða markn­ aðin. – BlueGreenFuture skal savna alt undir sama regn­ skjóli og sameina, markn­að­ ar­føra og ráðgeva føroyskum fyritøkum á hesum økinum, sigur Andras Róin, projekt­ leiðari. Hann vísir á, at ein ein­ støk fyritøka ella ein ein­ stakur persónur sjáldan mun­ar nakað á altjóða pall­ inum, og tískil koma Før­oy­ ar og føroyskar fyritøkur at standa sterkari undir nýggja átakinum. Serligar føroyskar fortreytir Enn er Cleentech í mangar mátar eitt lítið ítøkiligt hug­ tak. Men fyri at lýsa evni, tekur Andras Róin hetta døm­ið fram. – Um eini tvey ella trý ár skulu allar heimsins fyri­ tøkur helst halda nakrar ávís­ar CO2-kvotur. Hetta kem­ur eisini at vera galdandi hjá Atlantic Air­ ways, Smyril Line, Havs­ brún og hinum føroysku fyri­tøkunum. Halda fyritøk­ urnar ikki CO2-kvoturnar, mugu tær keypa størri kvot­ ur, greiðir Andras Róin frá. – Felagsheitið millum hetta dømi og Blue­Green­ Future, er Cleentech, og har hava Føroyar serligar for­ treytir fyri at vera við millum tey allar fremstu á økinum, sigur hann. Í hesum sambandinum nevn­ir Andras Róin Injector Doors og Decision 3 sum tvey dømi, um føroyskar fyri­tøkur, ið hava ment orku­ sparandi útgerð. Í tíðindaskrivinum frá Blue­GreenFuture verður eisini víst á, at altjóða markn­aðurin krevur um­hvørvisvinarliga og burð­ ardygga framleiðslu. Tí er Cleantech bæði umhvørv­is­ liga og samfelagsliga rætta leiðin og ein stórur vinnu­ ligur møguleiki, sum kann geva okkara búskapi fleiri bein at standa á. – Fyri at seta tingini í perspektiv kann eg siga, at eg per­són­ liga meti, at Cleentech verð­ ur minst líka stórt sum KT er í dag, sigur Andras Róin, projektleiðari í Blue­Green­ Future. Nýggja beinið hjá føroysku vinnuni Stovnurin í Kvívík, sum skal fevna um vøggustovu, barna­ garð og frítíðarskúla, varð reistur í gjár bygging Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Gongst sum ætlað, verður stovnurin tikin í nýstlu í mars næsta ár. – Vit halda tíðarætlanina og eru næstan ajour, sigur Grækaris A. Joensen, byggi­ meistari. Hann sigur, at teir í morgun fóru undir at tróðra og til ólavsøku er ætlanin, at flag skal liggja á. Neyðugt og ráðiligt Tað er ikki hissini verk­ætl­ an­an, ið hann og fyritøka hans­ara, GAJ Smíð, eru farnir undir. Stovnurin er í tveimum hæddum, skal rúma 100 børnum – alt frá vøggustovu og barnagarði til frítíðarskúla – og kemur at kosta 22 milliónir krón­ ur. Borgarstjórin í Kvívík, Dánjal Petur Müller, hevur áður sagt við Sosialin, at hóast talan er um ein stóra íløgu hjá kommununi, so er tað bæði neyðugt og fíggj­ar­ liga ráðiligt við einari íløgu av hesum slagnum. Vøggustova, barnagarður og frítíðarskúla húsast sum er í trimum ymsum hølum, og eru 70 børn knýtt at skip­ anini. Hvat fíggjarliga partinum viðvíkur, skyldar Kvívíkar kommuna einki. Av teimum 22 milliónunum skulu 16 milliónir lænast. Tað er ein sløk álíkning, tí inntøkan hjá kommununi av skatti og øðrum, verður 19 milliónir og í ár. So hóast lántøkuna til stovnin, kemur kommunan ikki upp undir lógarkravda hámarkið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda, tí tað markið er ein álíkn­ ing. 100 børn fingið tak Stóri stovnurin varð reistur í gjár, í dag verður tróðra og til ólavsøku skal flag liggja á bygninginum Mynd: Jens Kristian Vang Hepnir í óhappinum Tveir mans vóru ógvuliga hepnir at sleppa uttan nakran skaða, frá einum ógvusligum ferðsluóhappi omanfyri Kvívík í gjárkvøldi. Klokkan 18.47 ringdu tey úr Kvívík til løgregluna um, at bilurin var farin út av vegnum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun, var tað bert tann eini bilurin umfataður av óhappinum. Teir báðir menninir hava verið óansnir eina lítla løtu, og so er bilurin farin sendandi út av vegnum, har hann fór í knús. -rólant CLEENTECH Clentech er altjóða felagsheitið fyri tøkni og loysnir, sum spara um orkunýtslu og minka um skaðilig umhvørvisárin Bluegreenfuture.com er heitið á heimasíðuni, sum savnar allar upplýsingarnar um nýggja átakið og um Cleentech Atgongumerkini verða endurgoldin Eigur tú eitt atgongumerki til eina av konsertunum, sum Michael Jackson, skuldi hava, kanst tú fáa peningin aftur. Tað skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðu sínari. Ætlað var, at Michael Jackson eftir drúgvan steðg skuldi fara aftur á pall 13. juli, men kendi poppsangarin doyði brádliga hósdagin. Kringvarpið endurgevur AEG fyri at siga, at fólk kunnu fáa atgongumerkini endurgoldin fram til 14. august. Vilja tey ikki hava peningin aftur, kunnu tey fáa atgongumerkini at varðveita sum minni. Mynd: Jens Kristian Vang