Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 123 - 1. juli 2009 tíðindi Viveka Eriksson, lantråd, hevur boðið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, á almenna vitjan í sambandi við oyggjaleikirnar, sum eru í Álandi í hesum døgum. Fríggjadagin 3. juli vitjar løgmaður í Självstyrelse­ gård­en, har álendska stjórn­ in og løgtingið húsast. Løgmaður fer at hitta Viveku Eriksson og álendsku stjórnina. Á fund­ inum fara tey at umrøða m. a. viðurskiftini millum Áland og ES, álendska fyrivarnið innan skatta­ lóggávu og veðurlags- og umhvørvismál. Harum­ framt fara partarnir at umrøða leiklutin hjá sjálv­ stýrandi londunum í norð­ urlendska samstarvinum. Seinni á degnum verður vitjað á skansanum Bomar­ sund og slottinum Kastelholm og hugt verður eftir finaluni í flogbólti hjá monnum. Løgmaður á almenna vitja í Álandi Norska frálanda­ reiðaríið Siem Offshore ætlar at manna síni skip við útlendingum, tí teir eru bíligari at hava umborð enn teir norsku sjómenninir Frálandavinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Oljufeløgini hava kravt, at frálandareiðarí og onnur feløg, sum veita oljuvinnuni tænastur, skulu lækka prísirnar. Eitt av feløgunum, sum hevur fingið kravið, og sum ætlar sær at taka tað í álvara, er norska frálanda­ reiðaríið Siem Offshore. -Vit eru farin undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at skerja út­ reiðslurnar, og sum eisini skal gera okkum kapp­ing­ arfør á altjóða marknaðinum, sigur forstjórin í Siem Offshore, Terje Sørensen, við Aftenbladet. Siem Offshore, sum hevur høvuðsskrivstovu í Kristiansand, er stórari menn­ing og hevur stórar útbyggingarætlanir fyri framman. Nógvir av teim­ um, sum manna skipini hjá felagnum, eru av norð­ vesturlandinum í Noregi, men nú hevur felag­ið biðið manningarnar og teirra fakfeløg um sam­ráðingar um, hvussu rakstr­ar­útreiðsl­ urnar kunnu skerjast. - Vit leggja stóran dent á at fáa eina reiðiliga tilgongd, sigur Terje Sørensen. Í fyrsta umfari snýr tað seg um at fáa teir norsku sjó­ menn­inar av teimum skip­ unum, sum sigla við longum sáttmálum aðra­staðni enn á norska økinum, og at fáa útlendingar um­borð á tey skipini ístaðin fyri. Dýr at skifta fólk -Tað er neyðugt at finna ein alternativan hátt at manna skipini uppá og at broyta mannagongdina við, hvussu leingi menn skulu vera umborð, og hvussu leingi teir skulu vera í landi, sigur Terje Sørensen. Hann vísir á, at tað kostar reiðarínum nógvar pengar at senda menn í øll heimsins heraðshorn fjórðu ella fimmtu hvørja viku, tí menn skulu heim at halda frí. Hann dugir ikki at siga, hvussu mangir norskir sjómenn mugu í land, ella um menn verða uppsagdir. - Eina tíð fara vit at hava menn til avlops, men vit hava eina umfatandi ætlan um nýggj skip, so vit fara at hava tørv á fleiri manningum í komandi árum, sigur Terje Sørensen og leggur dent á, at norskir sjómenn verða framhaldandi ein týðandi partur av manningum felagsins. -Spurdur, um frálanda­ reiðaríini ikki áttu at havt norskar manningar, nú reiðaríini kortini vinna væl av pengum, svarar forstjórin í Siem Offshore, at hjá fleiri skipasløgum er inntøkan minkað millum 20 og 30 prosent eftir rættiliga stuttari tíð. Tá so er, hava reiðaríini ikki annað í at velja enn at laga útreiðsl­ urnar eftir teimum minkandi inntøkunum, og her noyðast allir partar at bera sín part av byrðuni, sigur Terje Sørensen við Aftenbladet. Norskir sjómenn eru ov dýrir og skulu tí í land > Samskip søkir eftir formanni til frystigoymsluna í Kollafirði Starvslýsing: Sum formaður fært tú høvuðsábyrgd av øllum tí dagliga arbeiðinum á goymsluni. Tú kemur eisini at hava ábyrgd av, at skrásett verður í telduskipanini á fullgóðan hátt. Formaðurin syrgir í hesum sambandi eisini fyri, at manna- gongdirnar framhaldandi vera mentar í HACCP, góðsku- skipanini, til tess at tryggja, at heilsufrøðilig krøv og kundans ynskir verða gingin á møti. Starvskrøv: Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, hevur góð samstarvs- og samskipanarevnir og dugir at samskifta við umhugsni – eisini tá ið harðast leikar á. Eisini vænta vit viðkomandi telduførleika og royndir. Seinasta freist at søkja er 03. juli kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. 8 A A 8 @ @  "  F Ü 4  "  A @ & + & & ( > Fyrirtøkan Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutningsfyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í 2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini. Tvey skip, á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum. Vit bjóða: ˾ ÓÞÞÝÚÏØØËØÎÓÙÑËàÌÔŇƒËØÎÓÝÞËÜàĜÏÓØß×ÎãØË×ÓÝÕß× kappingarumhvørvi ˾ ÓÞÞŇÐÙÜ×ÏÖÞÙÑàÓÜÕÓƒËÜÌÏÓƒÝß×ÒàśÜàÓ ˾ ŇƒËÜÝÞËÜàÝÐÏÖËÑËÜÙÑÑŇƒËÜËÜÌÏÓƒÝß×ÝÞśƒßÜ Meira kunning: Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Mad- sen, deildarleiðara hjá Samskipum í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva til t-post niels.madsen@samskip.com Løn sambært avtalu. Umsókn skal sendast til: Samskip P/F Bryggjan FO-410 Kollafjørður goymsluskipanini á fullgóðan hátt. Modellmynd av sjey frálandaskipum, sum Siem Offshore ætlar at byggja Mynd: Siem Offshore